Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein – Tað ljóðar alt for nógv at vit hava 172 almennar nevndir, sum gjalda 11 milliónir krónur í nevnd­arsamsýningum. Tað sigur Kaj Leo Jo­hann­ e­sen, løg­mað­u­r, sum vil hava greiðu á, um tað er neyð­ugt at hava so nógvar nevn­d­ir, og um vit ikki kunnu spara. Við útvarpið sunnu­dag­in segði hann, at tað skal ikki bera til hjá fólki, sum eru í al­ mennum starvi at fáa nevnd­ ar­sam­sýn­ing og al­menna løn. Men í sjón­varp­i­num í gjár­kvøld­ið var hann held­ur mild­ari og helt, at »sjálv­andi skulu fólk hava løn fyri ar­ beið­i, tey gera«. Men at tað krevur sína mann, og at tað krev­ur sína á­byrgd at sita í eini nevnd, tað hev­ur løg­mað­ur ikki al­ tíð hugs­að so nógv um. Tá Sos­i­al­ur­in 3. august í ár av­ dúk­aði, at eitt felag, sum Kaj Leo Jo­hann­e­sen var for­mað­ ur í hevði kostað tí almenna tap upp á 200.000 krónur í MVG, segði hann, at hann onga á­virk­an hevði havt á hetta fel­ag. Vit prenta brot úr sam­røð­uni 3. august: » – Eg eigi bara eini 17 pro­ sent av has­um fel­ag­num. Eg havi tí ikki havt á­virk­an á fel­ agið. Men tú vart nevnd­ar­for­mað­ ur í fel­ag­num, og sum slík­ur á­byrg­ ist tú fyri felagið, ikki so? – Eg kann bara end­ur­taka, at eg skyldi ikki MVG. Um eg eis­ini eigi part­a­brøv í Eik, havi eg so eis­ini á­byrgd fyri tí tapi, sum var har? – Men har vart tú ikki nevnd­a­r­lim­ur. Sum van­lig­ur part­a­eig­ari á­byrg­ ist tú ikki vegna fel­ag­ið. Men í hes­um fel­ag­num stend­ur tú við ábyrgd sum nevnd­ar­for­ mað­ur, og hetta fel­ag­ið hev­ ur pá­drig­ið fólki tap, kanst tú ikki við­ganga tað? – Sum eg segði tær, so hevði eg ong­an kre­d­i­tor­lista. Eg veit ikki, hvør hev­ur mist. Men eg síggi hend­an list­an, og eg síggi, at TAKS stend­ur til at hava mist 200.000 krón­ ur. Men eg havi einki krim­i­ nelt gjørt, og hevði eg tað, so var TAKS langt síðani komið eft­ir mær.« Tað er sjálvandi gott, at løg­mað­ur ruddar upp og av­tek­ur ó­neyð­ug­ar nevnd­ ir. Men tað skal sjálvandi ikki ger­ast í óð­um verk­um, tí tað krev­ur á­byrgd at sita í nevnd – ábyrgd, sum tú ikki kanst og ikki skalt skáka tær undan – og ta ábyrgdina skulu nevnd­ar­lim­ir liva upp til  og sjálv­andi sam­sýn­ast fyri. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Sambært tíðindum í Kring­varp­ i­num í gjár er ætlanin hjá kring­ varps­leiðsl­uni, at mestu spar­ing­ ar­n­ar á stovn­i­num skulu ganga út yv­ir sjón­varp­ið. Boð­að varð frá, at Dag­ur & Vika –  flagg­skip­ið og størsti ment­an­ar­beri hjá Kring­ varp­i­num, fer í søg­una. So at siga all­ar spar­ing­ar­nar skulu ganga út yv­ir sjón­varp­ið, með­an út­varp­ið skal koyra víðari. Útleggingin av hesum fyri okk­ um, sum dag­liga kappast við Kring­ varp­ið um lýs­ing­ar er, at Kring­varp­ ið ikki und­ir nøkr­um um­støð­um vil missa markn­að­ar­part av út­varps­ lýs­ing­um. Hetta vís­ir bara, hvussu skila­leyst tað er grunda rakst­ur­in av al­menn­um kring­varpi á ó­trygg­ ar lýs­ing­ar­inn­tøk­u­r. Sjónvarpið hevur ongan kapp­ ing­ar­neyta. Og sjón­varp­ið fær ong­ an kapp­ing­ar­neyta, tí um vit ikki hava eitt al­ment pub­lic ser­vice sjón­ varp, sum á onkr­an hátt er alment fíggj­að, so hava vit einki sjónvarp. Tað er kanska á onkran hátt skilj­andi, at kringvarpsleiðslan heldur fast upp á lýs­ing­ar­inn­tøk­ ur­nar, tá so lítl­ar vón­ir eru um, at stovn­ur­in fær pol­it­iska hjálp – ella í øll­um før­um eru ván­a­lig út­lit fyri, at stovn­ur­in fær eina kap­i­tal­inn­ sproyt­ing, sum er ein­asta loysn at sleppa undan skrædli. Men tað er hugvekjandi, at ein al­menn­ur stovn­ur skal bjarg­ast við at halda fram og herða ó­javna stríð­ið um hand­ils­lýs­ingar­, sum er lívs­grund­ar­lag­ið hjá priv­atu miðl­u­ num – og ikki minst hjá Rás2. Sambært frágreiðing frá kring­ varps­stýr­i­num 8. nov­em­ber til Ment­a­mál­a­ráð­ið, so ætl­ar Kring­ varp­ið at herða stríð­ið um lýs­ ing­ar­nar, tí tær eru mink­að­ar so nógv sum keypiorkan í land­i­num er mink­að, men at stovn­ur­in nýt­ir nógva orku í eini roynd at út­vega Kring­varp­i­num fleiri og støðugari lýs­inga­rinn­tøk­ur. Tey vísa eis­ini á, at Kring­varp­ið ikki hev­ur loyvi til at hava lýs­ing­ar á heim­a­síð­uni, og at hetta er ein mein­bogi. Stýr­ið sig­ ur í fr­á­greið­ing­ini, at stríð­ið um lýs­ ing­ar­peng­ar­nar kann eydn­ast, men at stór ó­vissa er um hesa inn­tøku. Okkara boð eru púra greið: Løg­ ting­ið má á ong­an hátt geva Kring­ varp­i­num loyvi til at selja lýs­ing­ar á heim­a­síð­uni. Held­ur eig­ur løg­ ting­ið sum skjót­ast at taka loyvi frá Kring­varp­i­num at selja hand­ ils­lýs­ing­ar, tí tað er ikki rætt, at ein skatta­inn­krevji, sum Kring­varp­ið, skal kapp­ast við priv­at­ar miðl­ar um lýs­ing­ar­nar, so sum Kapp­ing­ar­ ráð­ið eis­ini hev­ur stað­fest. Men tá løg­ting­ið sig­ur, at hend­an ó­javna kapp­ing skal vera, so fær Kapp­ing­ ar­ráð­ið einki gjørt. Løgtingið eigur at tryggja Kring­ varp­i­num eina støð­uga inn­tøku. Hon kann sakt­ans vera lægri, enn hon er í dag, men tað er ikki rætt, at al­menna kring­varp­ið skal sleppa at kvala Rás2 og aðrar miðl­ar. Latið tey privatu eiga lýs­ ing­a­pengarnar í friði og náðum! Nevndin í P/F Føroya Lívs­ trygging hevur gjørt av at seta Jan Jakobsen sum stjóra í P/F Føroya Lívs­ trygg­ing. Jan er 48 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. við sergrein í fígg­ing og roknskapi frá Hand­ils­ háskúlanum í Keyp­mann­ a­havn. Jan hevur drúgv­ar roynd­ir frá fíggj­ar­heimi­ num, hann hevur m. a. starv­ ast sum risk manager og sum leiðari á íløgudeildini í Bank­Nordik. Nýggj lóggáva við tvungn­ari uppsparing til eft­ ir­løn verður eftir ætlan sett í gildi í næstum, umframt at felagið er farið undir at gera eftirlønarskipanirnar ein­fald­ari. Stjórin skal saman við nevnd­ini laga felagið til hes­ar broytingar. Jan Jakobsen nýggjur stjóri hjá LÍV Er ætlanin at kvala Rás2? Rávøru­ ríki og ment­an Heri Mohr kjak á síðu 16 Skjótari Posta Henrik Old kjak á síðu 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Krevur sína ábyrgd at sita í nevnd Vónandi hugsar løgmaður um ta á­byrgd, sum tað krev­ur at sita í eini nevnd, áðrenn hann rudd­ar upp í teimum 172 almennu nevndunum, sum hann held­ ur vera alt ov nógvar í tali