Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 64 - 1. apríl 2004 Nr. 64 - 1. apríl 2004 11 Stórur partur av heiminum og her serstakliga okkara part- ur av heiminum er á varðhaldi eftir tær ræðuligu terror- atgerðirnar í Spania nú um dagarnar. Eftir øllum at døma er tað tann herviligi terroristafelagsskapurin Al Qeita, sum stendur aftanfyri hópmorðið í Madrid, sami felags- skapur, sum framdi atsóknirnar móti New York. Seinastu tíðindini siga frá, at ætlanir hava verið frammi um at fremja atsóknir í London eisini. Hesar ætlanir vórðu uppdagaðar í vikuni og eru fleiri mans tiknir. Teir vórðu í ferð við at bryggja saman spreingievni, sum uttan iva varð ætlað til at fremja hópmorð lík teimum í Madrid. Hetta vísir, at ræðuleikarnir nærkast okkara egnu granna- londum, og hevur tað eisini verið frammi, at Danmark við síni luttøku í Irakkrígnum, eisini fór at vera eitt av málun- um. Tað eigur tí eisini at fáa okkum her heima at spyrja: kunnu yvirgangsmenn finna uppá at fremja atsóknir her um leiðir ella móti áhugamálum vit hava í eitt nú Dan- mark? Heimurin er vorðin minni og lættari er at koma fram og aftur. Hetta ger eisini, at tær atsóknir, sum henda í granna- lagnum, eisini kennast svárar her hjá okkum. Kanska eru tað næstringar og vinfólk hjá okkum, sum verða rakt næstu ferð? Vit eiga øll somul at venda okkum ímóti øllum terror- felagsskapum. Vit mugu viðganga, at hetta er ein altjóða trupulleiki, sum ikki bert viðvíkur teimum, sum atsóknir- nar raka. Hann viðvíkur øllum, sum vilja verja demokrati og mannarættindi. Men vit eiga so heldur ikki at detta í hina grøvina og fara undir at generalisera tvs. at leggja hatur á eitt og alt. Tað er sum við russunum undir Kalda Krígnum. Hóast teirra stýrið var totalitert og ódemokrat- iskt, so átti tað ikki at forkoma virðingina fyri tí einstaka russaranum. Sama eigur at vera galdandi í dag, nú allir muslimar verða lagdir undir at vera terroristar. Vit mugu ansa eftir at ikki fremmandahaturið fær fastatøkur í okkum í kjalarvørrinum á terroratsóknum. Vit mugu halda høvdið kalt og finna fram til veruliga bakmenninar, og tað merkir, at vit mugu seta fleiri pengar av til trygd. Men vit mugu samtíðis eisini gera okkara til at bøta um brot á mannaættindini. Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, meðan ísraelar og palestinar út í tað óendaliga gera av við hvør annan. USA, sum hevur kent tað sum sína ábyrgd at vera heimspoliti í nógvum ódemo- kratiskum londum, hevur valt ikki at brúka sína makt í stríðnum millum Ísraelar og Palestinar. Tí má ST koma upp í her. Nato er við at mennast til ein fleirtjóðaðan verju- og trygdarfelagsskap. Vit mugu so síggja til, at Nato kann vera við til at berja niður terrorfelagsskapirnar, men tað er ikki nóg mikið. Vit mugu eisini hava ST til at gerast ein meira virkin partur av tí at íbirta frið og fremja mannarættindi. Hóast vit ikki mugu geva eftir fyri terrori, so eiga vit heldur ikki at venda blinda eygað til nógv av tí órættvísi, sum finst, og sum í ávísum førum, er ein av orsøkunum – drívmegini - til somu terroratsóknir. DAGSINS MEINING Sosialurin Atsóknir nærkast Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Napolion Magnussen Eg, eins og nógv onnur, varð ikki sørt illur eftir at hava sæð »kjakið« um fíggjarlógaruppskotini, har tveir journalistar sluppu at útfolda seg. Katrin, var eg stjóri í sjónvarpinum, ja so fekk tú fótin í gumpin eftir hasa subjektivu stýringina, hatta var undir alt lágmark! 5-1 í minnuttum til Høgna ímóti Bárði. Og so tíðindaleiðari afturat, harragud! Forstandi ikki Johnsigurd, Boga og tey, at tey ikki reka teg á dyr. Og so Høgni: Eg vil siga tað soleiðis, at leyp Marjus Dam fram av hinaferðina, ja so er tín skomm væl størri, tú fekk spýggjuna upp í hálsin á hyggjarun- um. Hjá Mariusi var hóast alt okkurt at flenna eftir. Tit sótu í seks ár og klandraðust, ímeðan peng- arnir róku á land, Teir blivu oystir út í alment forbrúk, millum annað til at seta tjóðveldisakademikarar, ið høvdu lisið í Danmark, í starv. Tá so skuldi stramm- ast í, so komu tit út til Palleba við avgjøldum. Tit skaffaðu ikki eina einastu nýggja vinnu ella eitt einasta nýtt vinnuligt bein at standa á. Og vit kundu ramsa meiri upp. Tað minsta tit kundu gjørt varð at latið eitt nýtt landstýri fingið frið til at komið í gongd. Arbeiðs- frið, sum tit ongantíð høvdu, tí tað spøkti undir tykkum í seks ár. Og tað var helst sama spøkilsi, ið fekk sinnið í kók hóskvøldið og meg at skriva hesi orð. Skjót journalistarnar, bæði Katrin og Høgna! Viðmerking til Dagur og Viku hóskvøldið 25/3 Abraham Mikladal Bygdaráðsformaðurin Markus í Norðnastovu, greiðir føroya fólki frá, at tað er best at avgerðir verða tiknar so langt frá borgarnum sum gjørligt. Grundgevingin er at tað tænur demokratinum best. Hetta er heilt burturvið og tað veit bygdaráðsformað- urin eisini. Men hann ber hetta fram fyri at rættvís- gera ein ódemokratiskan atburð. Ætlanin er nú at leggja Mikladals Komm- unu saman við Klaksvíkar Kommunu, men eingin fólkaatkvøða skal vera um spurningin. Borgarnir í kommununi skulu ikki fáa høvi til at siga sína hugsan í hesum avgerðandi máli. Hví ynskir bygdaráði í Mikladals Kommunu eina samanlegging nú og uttan eina fólkaatkvøðu? Orsøkin skal finnast í, sum Pól Sundskarð, bygda- ráðsformaður í Svínoyar Kommunu so greitt segði tað í sendingini Heimabeiti, at sitandi bygdarráð, við síni ódemokratisku atferð, millum annað í skúlamál- inum á Trøllanesi, er komi sær so lort í býin at tey ikki tora eitt nýtt kommunuval og tí vilja leggja saman við Klaksvíkar Kommunu áðrenn valið í heyst. Men ikki bara tað, tey tora held- ur ikki at lata borgarnar í kommununi siga sína meining um samanlegg- ingina við eini fólka- atkvøðu. Hetta er sera ódemokrat- iskur atburður og hevur als einki við demokrati og nærdemokrati at gera. Mær vitandi hava allar kommun- urnar, sum higartil hava lagt saman, gjørt tað við fólkaatkvøðu. Alt annað er óhoyrt. Klaksvíkar Kommuna eigur ikki at góðtaka slíka framferð. Hæler og stjæler får samme løn. Klaksvíkar Kommuna má seta sum treyt fyri samanlegging at fólka- atkvøða verður hildin í Mikladals Kommunu. Tað er einki løgfrøðiligt krav at fólkaatkvøða skal verða tá kommunur leggja saman, men í sendingini "Heimabeiti" um júst hetta at leggja kommunurnar í Norðoyggjum saman, kom heilt greitt fram at ALLIR bygdaráðsformenninir uttan hann úr Mikladals Kommunu søgdu at teir vóru ikki valdir til at leggja saman. Teir mettu at borg- ararnir, fólkini í kommun- um, skuldu avgerða hetta, við fólkaatkvøðu ella við eitt kommunval har spurn- ingurin um samanlegging var høvðustemaið. So bygdarráði í Mikla- dals Kommunu stendur púra einsamalt í hesum málið. Enn einaferð vísa tey at tey ikki hava skilt hugtakið demokrati og als ikki nærdemokrati. Mikladals Kommuna er ódemokratisk Hergeir Nielsen framsøgumaður tjóðveldis- floksins í menningarmálum Tjóðveldisflokkurin hevur ikki hildið tað vera rætt, at eitt land sum fær menning- arhjálp, skal senda hesa hjálp víðari til onnur lond. Tá tað kortini tykist vera so, at tey, ið halda okkum hava menningarhjálp fyri neyðini, ikki síggja seg før fyri at seta orð á ein menn- ingarpolitikk, so gera vit tað í staðin. Skotið verður upp at játta 1 mió.kr. í ár og økja játtanina upp til okkara part av BRT í menningarhjálp, so sum onnur lond gera. Vit skjóta upp, at før- oyski útjaðarin skal lønast fyri at framleiða føroyskar ullvørur, undirklæði, troyggjur, børuteppi oa. at lata Reyða Krossi at um- sita. Samband hevur verið við Reyða Kross, har hildið verður gott um hetta hug- skot okkara, og at stórur tørvur er á ullintum at fjálga um hjá fólki, ið eru rakt í vanlukkuøkjum. Aðrastaðni verður vinnu- lívið drigið inn í menning- arhjálpina og hildið verður, at føroyski útjaðarin á henda hátt fær nakað av vinnu burtur hesum átakið. Hildið verður somu- leiðis, at føroysk ullvøra kemur út í heimin, og kann gerast kend og umbiðin fyri dygd sína. Nógv tos hevur verið um menningarhjálp og útjað- aran. Vit seta við hesum ein politikk í verk, sum verður til felags gagn fyri bæði hesi øki. Menningarhjálp VIÐMERKINGAR Áki Andreasen Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður hevur eina grein í Sosialinum miku- dagin 31. mars undir heitin- um »Tá tjóðveldið rýmdi frá uppvaskinum« - tað er nú markháttligt, at Bjarni Djurholm skal ditta sær at tosa um politiskt ella búskaparligt uppvask; men lat tað vera sagt alt fyri eitt, at Tjóðveldsidflokkurin er ongantíð rýmdur undan nøkrum; men royndi til tað síðsta at vaska upp og ikki minst turka upp eftir Fólka- flokkin. Tjóðskaparligir undanstøkkingar Fyrsta veruliga sjónliga upptakið var, tá Fólka- flokkurin - sær sjálvum so líkur, dróg í land - avlýsti fólkaatkvøðuna og harvið breyt allar gjørdar avtalur. Síðan minnist alt Føroya fólk tá løgmaður fyrstu ferð - tað vísti seg seinni at gerast vørumerkið hjá Anfinn Kalsberg - tá hann fyrstu ferð hótti samgong- una, um Høgni Hoydal legði uppskotið fram um »Sjálvsstýri Føroya fólks«. So var tað brævið, sum skuldi sendast til ST - men tað legði Annfin Kalsberg í eina skuffu, og har bleiv tað liggjandi. Soleiðis kundi eg hildið á - men Tjóðveldisflokkurin valdi at halda tørn og blíva við at søkja framá í fræl- sisstríðnum - men Fólka- flokkurin vildi ikki koma við Tjóðveldisflokkinum, men valdi at draga málini út, seta seg uppímóti og áhaldandi bróta gjørdar avtalur. So hvør er rýmdur undan hvørjum veit Bjarni best sjálvur. Vinnuligir kávalótir Fólkaflokkurin sat við vinnumálum - og ger tað framvegis. Munurin er bert tann, at nú kann Fólka- flokkurin - uttan mótstøðu í landsstýrinum válka sær sum hann vil; men kenna vit hann rætt, tekur hann ikki ábyrgd av nøkrum - »alt skal leggjast fyri á samgognufundi« - lands- stýrismaðurin í vinnumál- um er kendur í politiskum høpi at mala runtan um og annars blaka við runu eftir sínum samstarvsfeløgum. Ikki eitt vinnupolitiskt framstig kann Bjarni Djur- holm og Fólkaflokkurin vísa á, og tað í sær sjálvum skuldi verið eitt politiskt uppvask, sum hann skuldi tikið sær av áðrenn hann byrjar at tosa um, hvør er rýmdur undan hvørjum. Tað er óhugnaligt at hugsa sær til, at flokkurin sum við reinum lótum, fyrigyklar fólki, at hann er borganin fyri einum fræls- um vinnulívi framvegis skal sleppa at seta dags- skránna í føroyskum vinnu- politikki. Øll minnast somuleiðis, hvussu Fólkaflokkurin tíð- liga og seint, var tilreiðar at fáa almenna stuðulin inn aftur í føroyska vinnulívið - men var steðgaður av Tjóðveldisflokkinum. Nú tá eingin Tjóðveldis- flokkur er at halda í nakk- anum á t. d. Bjarna Djur- holm er ikki gott í væntu fyri føroyska vinnulívinum - gøtan er løgd fyri vina- og kenninga politikkinum á vinnuøkinum; men Bjarni Djurholm skal vera fullvís- ur í, at Tjóðveldisflokkurin fer at vera á varðhaldi. Búskaparligir vingluskøltar. Bjarni Djurholm vísur á, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil vera við nú búðskaparliga er við at ganga eitt sindur ímóti. Landsstýrismaður Fólkafloksins avdúkar eina atlan sum Tjóðveldisflokk- urin skal hava havt fyri at sleppa burtur úr samstarv- inum við Fólkaflokkin, og samtíðis kemur hann við einari lítlari fittari søgu um dreingir sum spæla við ein bát í einari sandrúgvu. Tað er ikki ókent at fólkafloksmenn hava hug- flog til eitt og annað - og Bjarni er ikki nakað undan- tak sær tað út til. Men tá landsstýrismaður- in sigur at tað er lætt at sita við ábrygd tá viðrák er í búskapinum og í samfelag- num annars - prógvar tað bara tað sum er helt, nevni- liga at Bjarni Djurholm og Fólkaflokkurin fullkomu- liga hava misskilt sunnan búskaparpolitik. Tað var als ikki lætt hjá Tjóðveldis- flokkinum at sita við fíggj- armálum - ágangurin var harður - tað minnast øll, ikki minst hugurin hjá Fólkaflokkinum at brúka pengar. Hevði Karsten Hansen ikki havt tær dygd- irnar, hann hevði og saman við Tjóðveldisflokkinum sett kósina, var heilt galið í dag. Tjóðveldisflokkurin var til reiðar at gera neyðugu átøkini - komið var við bit og slit fram til eina fíggjar- lóg, sum bleiv løgd fram av Karsten Hansen. Men eisni tá skuldi Fólkaflokkurin trýstast til at takað neyðug stig - tí veruleikin at rygg- urin manglar Bjarni tá tøkini skulu takast, og »vingluskøltapolitikkurin« tekur yvir. Nei Bjarni Djurholm, Tjóðveldisflokkurin er til reiðar - men tá tað er trupult hjá Fólkaflokkinum og tí sum hesin flokkur vildi hava í fremstu røð at skilja millum rætt og rangt, og ferð eftir ferð hótti sam- gonguna við persónmálum - tá er ilt at síggja viljan at halda fram, og annars so skrivaði Annfinn Kallsberg út nýval, og sendi lands- stýrisfólk Tjóðveldisflok- sins til hús. Hergeir Nielsen Undir fyrstu viðgerð av tingmáli nr. 29 boðaði landsstýrismaðurin í vinnu- málum frá, at hann var ímóti at flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar, og at øll almenn umsiting lá best og bíligast í Havn. Fyri at tryggja sær vilja landsstýrismansins í verki, hevur vinnunevndini fund- ast við landsstýrismannin og strandferðslustjóran, og ongan annan. Ein meiriluti í nevndini hevur síðani staðfest vilja landsstýrismansins sum tann einasta rætta. Eingin verulig roynd er gjørd fyri at fáa aðrar áskoðanir til vega, og er sostatt alt gjørt fyri at knæ- seta ein politikk, sum sigur, at ikki bara útjaðarin, men eisini allir firðir og øll sund í Føroyum einans kunnu umsitast úr einum skriv- stovubygningi yviri við Strond í Havn. Henda áskoðan er í skerpandi stríð við vilja løgtingsins í tingmáli nr. 89/2002, sum javnaðar- flokkurin legði fram, og sum eitt nærum samt løg- ting samtykti tann 29. apríl 2003 við 29 atkvøðum. Vilji javnaðarfloksins í hesum máli var at kanna, hvussu størv og møguligir partar av almennari umsit- ing og nýggjar umsitingar kundu flytast til útjaðaran, og løgtingið fagnaði upp- skotinum. Hesin vilji javnaðarflok- sins tykist vera sleptur av formanninum í vinnu- nevndini júst nú, ið flokk- urin fekk møguleika fyri at fremja hann í verki. Javnaðarflokkurin eigur í dag leiðsluna í vinnu- nevndini, og umboð flok- sins í hesi týdningarmiklu nevnd vildu ikki gera aðrar kanningar í hesum fyri út- jaðaran so týdningarmikla máli. Javnaðarflokkurin kíkaði í staðin fyrileytaleyst tí, ið tann etableraða miðsavn- andi almenna umsitingin borðreiddi fyri honum, og tók sostatt greiða frástøðu frá møguleikunum fyri at flyta nakað sum helst út úr miðstaðarøkinum. Strandferðslustjórin upp- lýsti, at øll arbeiddi við øll- um, og at vitjanir umborð á skipunum ikki vóru gjør- ligar, um ikki umsitingin lá í Havn. Undranarvert er, at Smyril og Teistin, Ritan og Sildberin, Súlan og Másin ikki kunnu rekast av Tvør- oyri, tá ið reiðaríðið hjá Mærsk, sum siglir á teim- um 7 høvunum við úti við 200 skipum verður rikið av Esplanaden í Keypmanna- havn. Í privatum reiðaríum er stórur partur umsitingini umborð á skipunum, men henda skipan verður ikki brúkt á SL enn. Har situr almen umsiting í landi og ger arbeiði, sum almen um- siting eins væl kundi gjørt umborð saman við øðrum starvi. Strandferðslustjórin upp- lýsti, at miðal lønarútreiðsl- an á stovninum var 360.000 kr., og at talan var um 200 ársverk. Lønarlagið tykist ógvus- ligt, og undranarvert er, at hetta heldur ikki hesi tíð- indi elvdu til víðari meting- ar í sterkastu vinnupolit- isku nevndini í løgtingin- um. Upplýst er í málinum, at roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønar- vøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 - 2002. Lønarútreiðslurnar eru øktar úr 50 upp í 72 mió.kr ella við við 22 mió.kr. fyri tíðarskeiðið 1998-2002, og er lønarhækkingin á al- menna arbeiðsmarkn-aðin- um bert 7,5 mió.kr. av hesi upphædd. Fólkaflokkurin fór í 1998 undir at umsita henda stovn við tí greiða málsetningi at fáa kostnaðarstøðið niður. Nú tað er komið fyri dagin, at lønarlagið á stovninum er økt við 44% hesi seks fólkafloksárini, er tað sera undranarvert, at meirilutin í vinnunevndini letur standa til, og ikki vil royna aðrar gongdar leiðir fyri at fáa ein bíligari rakstur. SL upplýsti fyri vinnu- nevndini, at einki starvs- fólk burturav arbeiddi við Smyrli. Løgið at heldur ikki hesin pástandur vakti nakað forvitni, tá hugsað verður um, at seinasti ársrokn- skapurin varð sundurlið- aður á hvørja leið sær. Lønarmassin hjá SL er 72 mió.kr., og lønarkostn- aðurin á ymsu leiðunum var: • Suðurleiðin 16,1 mió.kr. • Vesturleiðin 6,3 mió.kr. • Nólsoyarleiðin 1,6 mió.kr. • Sandoyarleiðin 5,2 mió.kr. • Skúvoyarleiðin 0,9 mió.kr. • Fugloyarleiðin 1,6 mió.kr. • Kallsoyarleiðin 0,8 mió.kr. • Mykines -0,03 mió.kr. • Leirvíksleiðin 8,3 mió.kr. • Skálafjarðarleið. 1,9 mió.kr. • Felags fyristing 12,9 mió.kr. • Bygdaleiðir 1,8 mió.kr. • Farmaleiðir 14,5 mió.kr. Leirvíksleiðin verður og og Skálarfjarðarleiðin er nið- urløgd, og lønarkostnaðurin fer framvegis beint í veðrið. Løgið, at heldur ikki henda gongdin vakti nakað for- vitni í vinnunevndini. Niðurstøðan hjá meiri- lutanum í vinnunevndini er, at tað ikki ber til at liða stovnin sundur, men hetta ber sjálvandi væl til bæði verkliga og roknskaparliga, og er ikki annað enn ein vánalig undanførsla. Fylgja vit hesi niður- støðu, verður allur almenn- ur lønarkostnaður framyvir plomberaður inni í Havnini og ein sjeytummaseymur sligin inn í allar royndir at flyta nakað alment umsit- ingarligt virksemi nakran veg. Suðuroyggin hevur rætt til sín part av almenna lønarlagnum, og er her ein upplagdur møguleiki fyri at vísa í verki, at til ber at fjálga um útjaðaran uttan at hækka útreiðslurnar á fíggjarlógini. Tá meirilutin í vinnu- nevndini hóast hesar veru- leikar ikki vil taka undir við uppskotinum, verður sett fram hetta broytingarupp- skot: "Øll umsiting av strand- faraskipum landsins, verð- ur løgd í Suðuroynni, tá ið nýggi Smyril kemur í sigl- ing." Hvussu leikur fer, fáa vit so at síggja í hesum døgum. Málið hongur fyrst og fremst á suðringunum øll- um í samgonguin, men fyrst og fremst á Henrik Old, Sverra Midjord, Johan Dahl og ikki at forgloyma løgmanni sjálvum. Tjóðveldisflokkurin er altíð tilreiðar – men mark skal vera millum rangt og rætt, Bjarni Strandfaraskip Landsins flyta kanska til Suðuroyar VIÐMERKINGAR C M Y K 11 10