mikudagur 28. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útbúgvingin var eitt
persónligt ynski
Soleiðis sigur 40 ára gamli Jørmann Petersen, sum er løggildur grannskoðari í
Føroyum. Í farnu viku fekk hann prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari
Rannvá G. Fossaberg
Tað vakti eina veruliga orrustu
fyri umleið einum ári síðani, tá tað
kom fram, at Skráseting Føroya
vildi taka aftur løggildingina hjá
níggju granskoðarunum í tí so
kallaða grannskoðaramálinum.
Orsøkin til at grannskoðararnir
skuldu missa løggildingina var,
at grannskoðararnir høvdu ikki
kravdu próvtøkuna fyri at fáa
løggilding. Endalig niðurstøða í
málinum er ikki gjørd enn.
Tann 40 ára gamli Jørmann
Petersen var ein av hesum grann
skoðarunum.
Næstseinasta
mánadag stóð hann endaligu
próvtøkuna sum ríkisgóðkendur
grannskoðari.
– Tað var ikki orsakað av løg
gildingunum, at eg fór undir út
búgvingina, soleiðis at eg kundi
blíva ríkisgóðkendur grannskoð
ari. Tað hevði eg ætlað mær longu
frá tí degi, eg avgjørdi at fara til
Danmarkar til víðari lestur, sigur
Jørmann Petersen, sum dagliga
starvast hjá Nota, ið er størsta
grannskoðaravirki í landinum.
Lá í kortunum
Hóast Jørmann Petersen hevði
ætlanir um at gerast ríkisgóð
kendur grannskoðari, so skjótt
hann var liðugur við kandidatút
búgvingina, bleiv tað ikki so.
– Orsøkin til at útbúgvingin
bleiv útsett var tann, at eg sam
stundis fekk aðrar møguleikar,
sum eg ikki hevði hug at takka
nei til, greiðir Jørmann Petersen
frá. Umframt at hava starvast hjá
Nota í nøkrum umførum, hevur
hann eisini verið stjóri í Havnar
Timburhandli og deildarleiðari í
Fiskimálaráðnum.
– Eg byrjaði aftur hjá Nota í
apríl mánaði 2007. Eg søkti tá um
at fáa løggilding, og í august mán
aði sama ár fekk eg løggildingina,
sigur Jørmann Petersen.
Fyri umleið einum ári síðani
kom tað so fram, at níggju grann
skoðarar í Føroyum kundu vænta
at missa løggildingina, tí teir ikki
høvdu verið til eina próvtøku,
sum annars er kravd fyri at fáa
løggildingina.
– Tað er ilt at siga, hvat eg hugs
aði, tá eg hoyrdi um afturtøkuna
av løggildingunum. Eg hevði søkt
um løggilding og fingið hana, og
so var mín søk ikki longur, sigur
Jørmann Petersen og leggur
afturat:
– Vit høvdu allir søkt um løg
gilding, tí vit mettu okkum lúka
galdandi treytir. Tað var óheppið,
at eingin kunngerð var, men vit
fingu einki gjørt, greiðir Jørmann
frá.
Grannskoðaramálið, sum málið
bleiv kallað, fylti nógv í føroyska
fjølmiðlalandslagnum.
– Fjølmiðlarnir gjørdu nógv
við hesa søguna, men eg haldi
ikki, at eg hugsaði stórvegis um
tað sjálvur.
Hevði fulltíðarstarv og las
Eftir loknað útbúgving sum
kandidatur í roknskapi og grann
skoðan, er vanligt at melda seg til
ein sokallaðan praktiskan part,
har kandidatarnir læra at prakti
sera teoriina. Eftir at praktiski
parturin er liðugur, innstillar
kandidaturin seg til próvtøku til
ríkisgóðkendan
grannskoðara.
Próvtøkan er fyrst ein skrivlig
próvtøka uppá 2 dagar á 8 tímar í
august mánaði. Eftir at kandidat
urin hevur staðið skrivligu próv
tøkuna, innstillar hann seg til eina
munnliga próvtøku, sum liggur í
november sama ár.
Fyri nøkrum árum síðani fór
Jørmann Petersen undir prak
tiska partin av útbúgvingini fyri
at blíva ríkisgóðkendur grann
skoðari.
– At fara á skúlabonk var eing
in trupulleiki. Útbúgvingin er
ógvuliga ítøkiliga orienterað, tað
vil siga, at tú lærir at praktisera
teori, sigur Jørmann Petersen.
At
hava
fulltíðarstarv
og
samstundis taka útbúgving fyri
at blíva ríkisgóðkendur grann
skoðari, er ikki nakað, ein kemur
sovandi til. Tann praktiski part
urin tekur ikki hædd fyri, hvussu
arbeiðið hjá grannskoðarum van
liga er.
– Umframt skeiðini í Danmark
skuldi eg loysa ymiskar uppgávur.
Fyrra hálvár hava grannskoðarar
úr at gera, og tá er ofta stórt trýst,
men skeiðini tóku ikki hædd fyri
tí, fortelur Jørmann Petersen.
Hetta merkti, at hann hevði úr
at gera á arbeiðsplássinum fram
til juni ella juli mánað, og so var
próvtøka fyri framman.
– Tað hevur verið ógvuliga
strævið. Tú ert noyddur til at gera
allar uppgávur gjøgnum árið, tí tú
hevur ongan møguleika at lesa alt
seinastu vikurnar, áðrenn próv
tøka er, sigur Jørmann Petersen.
Hann dylir ikki, at hesa tíðina,
hann hevur tikið útbúgvingina,
ikki hevur havt stundir til stór
vegis annað enn arbeiðið og
skúlating.
– Fyrst og fremst hevur tað
havt eina ávirkan á familjuna, tí
hetta er ein útbúgving sum krevur
rættiliga nógv, serliga tá tú hevur
eitt fulltíðarstarv afturat, sigur
Jørmann Petersen. Frítíðarítriv
hava eisini verið á standby.
– Mær dámar væl at spæla
innandurðafótbólt, men eisini
tað hevur verið rættiliga nógv
forsømt.
Próvtøkan var hátíðarlig
Jørmann Petersen heldur seg
hava staðið framman fyri fleiri
avbjóðingum í sambandi við út
búgvingina.
– Fakliga er tann størsta av
bjóðingin nokk tann, at reglarnar
í Danmark í ein ávísan mun eru
øðrvísi enn í Føroyum. Her kann
eg nevna skattareglarnar sum
dømi. Persónliga hevur tað verið
ógvuliga avbjóðandi at skula havt
fleiri bóltar í luftini í senn og at
fáa familju- og arbeiðslív at hanga
saman við útbúgvingini.
Jørmann
Petersen
fekk
í
oktober mánaði at vita, at hann
hevði staðið skrivligu próvtøk
una, sum hann var til í august í ár,
og herfyri var hann til munnligu
próvtøkuna. Ein heldur annarleið
is uppliving sambært honum.
– Próvtøkan fór fram á gamla
Børsen, og við próvtøkuborðið
eru umleið 7 fólk umboðandi
bæði grannskoðarar og vinnuna
annars. Próvtøkan er almenn, og
umframt próvtøkufólkini vóru
eini 50 fólk og lýddu á.
– Tað var nakað heilt serligt at
uppliva eina slíka próvtøku, sigur
Jørmann Petersen, sum nú kann
kalla seg ríkisgóðkendur grann
skoðari.
í meldrinum
Í øllum lógum, sum hava verið gald
andi í Føroyum um løggilding av
grannskoðarum, umframt teimum
lógum ,sum hava verið fyrimyndir fyri
føroyskari lóggávu á økinum, hevur
verið sett sum treyt fyri at verða til
nevndur løggildur grannskoðari, at
viðkomandi m.a. hevur staðið eina
serliga próvtøku.
Lógarteksturin letur tó eisini upp
fyri, at umsøkjari kann tilnevnast
løggildur grannskoðari, um hesin hevur
eina útbúgving, ið kann javnmetast við
kravið um serliga próvtøku.
Siðvernja hevur verið, at tað vóru
bert umsøkjarar, sum frammanundan
vóru tilnevndir statsautoriseret revisor
í Danmark, sum fingu góðkenning í
Føroyum. Men í mars 2005 tilnevndi
Skráseting Føroya ein løggildan til
umsøkjara, sum var tilnevndur stats
autorisert revisor í Noreg. Hetta hóast
norska góðkenningin í mun til ta
donsku ikki inniheldur krav um serliga
próvtøku.
Áðrenn farast kann til próvtøku í
Danmark, skulu umsøkjarar hava lokið
cand.merc.aud. Eftir at umsøkjarin við
norsku útbúgvingini fekk løggilding
sína, fekk Skráseting Føroya sjey
umsóknir um løggilding. Umsøkjararnir
høvdu allir cand.merc.aud. útbúgving
og starvsroyndir hjá løggildum
grannskoðara. Umsøkjararnir vóru av
teirri fatan, at tað ikki longur kravdist
serlig próvtøka fyri at fáa løggilding.
Í fyrsta umfari sýtti Skrásetingin
fyri
hesum,
men
eftir
fleiri
kæruviðgerðir tók Innlendismálaráðið
tann 12. mars 2007 avgerð um, at
Skrásetingin hevði gjørt ósakligan
mun á umsøkjarum, og at teir sjey
umsøkjararnir tí skuldu tilnevnast
løggilding.
Málið um løggilding hevur síðani
verið viðgjørt í fleiri umførum. Støðan
er nú, at teir grannskoðarar, ið ikki
hava eina løggilding, ið er grundað á
donsku royndina til statsautoriseret
revisor, missa heitið, um teir ikki innan
ávísa tíðarfreist hava staðið royndina.
Fleiri av løggildu grannskoðarunum
hava valt at kæra hesa avgerð, sum tí
ikki enn kann metast sum endalig.
Løggildingin