Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Fleiri føroysk fakfeløg fara nú undir eina herferð fyri at steðga sosialari dump­ing á før­oyska arbeiðs­mark­naði­ num. Hetta verður ein her­ferð, sum verður samskipað ímill­ um øll tey trý mann­ing­ar­ feløg­ini, tey allarflestu fak­ feløg­ini hjá tímaløntum á landi og fakfeløg uttanlands. - Hetta verður ein miðvís og væl skipað herferð fyri at steðga sosialari dump­ing, siga bæði Páll Han­sen, for­ mað­ur í Maskin­meistara­ felag­num, og Jan Højgaard, for­mað­ur í Fiski­manna­felag­ num. Jan Højgaard sigur, at tey fakfeløgini, sum stan­ da aftanfyri hesa her­ferð­ ina, eru tey trý mann­ing­ar­ feløgini, sum eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskin­ meistarafelagið og Fiski­ mannafelagið. Men harafturat eru feløg­ini í Samtaki uppi í og tað merkir, at øll ar­beið­ara­ feløgini í landi­num, uttan Havn­ar Ar­beiðs­kvinnu­felag, eru eisini við í átaki­num. Formaðurin í Fiski­manna­ felagnum staðfestir somu­ leiðis, at trupulleikin við sosialari dumping, er sanni­ liga eisini við at otað seg inn í handverkaravinnuna. Tískil er eisini ætlanin, at hand­verkarafeløgini skulu vera við. - Sostatt er at kalla øll verkamannafjøldin á sjóg­vi og landi við í hesum átak­i­ num, staðfestir Jan Højgaard. Bíligir útlendingar Páll Hansen og jan Højgaard siga báðir, at henda átakið hjá fakfeløgunum er vent ímóti reiðarum og ar­beiðs­ gevarum, sum hava út­lend­ ingar í arbeiði, har lønar­við­ ur­skiftini eru ógreið. - Vit hava dømi, bæði á sjógvi og landi, har setan­ar­ viðurskiftini hjá útlendsk­ um fiskimonnum og verka­fólki, eru so ógreið og ógjøgnumskygd, at tað er ómøguligt at fáa skil á, hvussu lønarviðurskiftini eru, siga teir báðir. Í nógvum førum er illgru­ ni um, at útlendskir fisk­i­ menn við føroyskum skipum og útlendskir verkamenn á landi í Føroyum, ikki verða lønt­ir eftir føroyskum sátt­ mál­um. - Nógva staðni er illgruni um, at hesir arbeiða fyri eina løn, sum er nógv lægri enn føroyska sáttmálalønin áset­ir. Her verður serliga hugsað um føroysk skip, sum hava út­lendingar umborð fyri lægri løn enn føroyskir sátt­ mál­ar áseta. Men hugsað verður eisini um fyritøkur á landi, sum hava úrlendsk arbeiðsfólk og útlendskar handverkarar í Føroyum, uttan at geva teim­um løn eftir føroyskum sátt­málum. Boykotta skip og virki Teir báðir fak­felags­leið­ar­ar­ nir, Páll Hansen og Jan Høj­ gaard sigur, at verður tað neyðugt, verða tiltøk sett í verk ímóti reiðarum og øðr­ um arbeiðsgevarum, sum ikki vilja løna arbeiðsmegini, eisi­ni útlendsku arbeiðsmegi, eftir føroyskum sáttmálum. Jan Højgaaard sigur, at í hesum sambandi fara fak­ feløgini at boykotta reiðarar og arbeiðsgevarar, sum ikki halda føroyskar sáttmálar, ella sum ikki vilja prógva, at teir gera tað. Sostatt fara tey trý mann­ ingarfeløgini at nokta limum sín­um mynstra við skipum, sum hava útlendingar um­ borð og har trygd ikki fæst fyri, at teir eru avroknaðir eftir føroyskum sáttmálum. Tað verður fyrsta stigið í átakinum ímóti sosialari dump­ing. - Annað stigið verður, at fakfeløgini á landi fara eisini at nokta sínum limum at arbeiða fyri nakran arbeiðs­ gevara, sum hevur út­lend­i­ ngar í starvi og har lønar­við­ ur­skiftini ikki eru púra greið. Ein avleiðing av hesum kann verða, at arbeiðsfólk sleppa ikki at landa skip, har mann­ing­a­rviðurskiftini ikki eru púra greið og tey sleppa held­ur ikki at arbeiða fiskin annars frá hesum skipum. - Samstundis fara vit at boy­kotta allar fyri tøkur, sum eru við til at máa støð­ ið undan føroyska ar­beiðs­ marknaðinum, sigur for­mað­ urin í Fiski­man­na­felag­num. - Í hesum sambandi fara vit at seta sjóneykuna á tær fyri­tøkur, sum veita vørur og tænastur til skip ella arbeiðs­ gev­arar, sum ikki halda før­ oyskar sáttmálar. - Sostatt verða hesir veit­ ar­ar eisini boykottaðar, stað­ festir formaðurin í Fiski­ manna­felagnum. Stuðul uttanlands Jan Højgaard staðfestir, at fak­feløgini eru eisini í holt við at skipa samstarv við fak­ feløg uttanlands. Tað merkir, at hesir reið­ ar­ar og arbeiðsgevarar, sum verða boykottaðir í Føroyum, verða eisini boykottaðir uttan­lands. Hann sigur, at tað verður í næstu framtíð, at átakið verð­ur sett í verk. - Vit vilja hava ein vælskipaðan arbeiðs­mark­ nað, har viðursskiftini eru góð og støðug við greiðum sátt­málum. Formaðurin í Maskin­ meistara­felagnum staðfestir í hesum sambandi, at summ­ ir reiðarar taka sær rætt at gera avtalur við einastakar av manningini, men tað er ómøgu­ligt at fáa at vita, hvussu viðurskiftini eru skipað. - Tað sama ger seg gald­ andi á landi, har vit hava ill­ gruna um, at avtalur verða gjørd­ar við einstaklingar, held­ur enn við fakfeløg, sigur Jan Højgaard. - Lata vit slíkt um okkum ganga, er hetta tað sama sum at máa støðið undan okkara egnu sáttmálum. Sostatt er hetta eisini tað sama, sum at máa støðið undan okk­ara sjálvum og tískil hava feløg­ ini nú sett sær fyri at fáa skil á hesi viðurskifti. Samstundis er endamálið at taka hendan trupulleikan áðr­enn hann rættiliga fer at gera um seg fyri at forða fyri, at hetta vindur upp á seg, sig­ ur Páll Hansen. - Vit eru noydd at steðga hesi gongdini, sigur Jan Høj­ gaard. Í hernað ímóti bíligum útlendingum í Føroyum SOSIAL DUMPING Føroysk fakfeløg eru nú í ferð við at leggja eina miðvísa herferð til rættis, sum skal forða fyri, at útlendingar koma til Føroya at arbeiða fyri undirløn Boykott Reiðarar og aðrar arbeiðsgevarar, sum ikki løna útlendskari arbeiðsmegi eftir føroyskum sáttmálum, skulu nú vænta at verða boykottaðir bæði í Føroyum og uttanlands Hetta verður ein miðvís og væl skipað herferð fyri at steðga sosialari dumping Vit eru noydd at steðga hesi gongdini