mikudagur 28. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2012 · Nr. 139
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Máldur eftir einum føroyskum
mátistokki
hevur
Símun
Samuelsen roynt nógv í sínum
fótbóltslívi. Hann flutti sum blað
ungur úr heimbygdini í Vági til
Gøtu at spæla fótbólt. Hann setir
met, tá hann sum 17 ára gamal
spælir sín fyrsta landsdyst. Eitt
met, sum Ingi Højsted tekur bara
fáar dagar seinni.
Sum 19 ára gamal fer hann til
Íslands at spæla við Keflavík. Tað
eru familjubondini til Íslands,
sum gera skiftið møguligt. Símun
vinnur steypakappingina, og í
2008 eru teir bara ein sigur frá at
vinna meistaraheitið.
Í 2007 verður vábingurin út
leigaður til Songdal – ella tað
heldur hann. Tað er ikki fyrr enn
hann stendur við sáttmálanum
í hondini, at hann gerst greiður
yvir, at talan allarhelst ikki er um
fyrrnevnda felagið. Hann hevur
tá bara minuttir at umráða seg í,
tí flytingarvindeygað letur aftur.
Tað hava verið boð eftir honum
úr Noregi síðani, men Keflavík
vildi hava tríggjar milliónir krón
ur fyri kvika vongin.
Í 2010 kemur hann aftur til
Føroyar at spæla fyri HB. Hóast
forteyturnar
við
umstøðum,
familju og arbeiði eru øðrvísi,
enn tá hann sum 19 ára gamla
fór til Íslands, so hevur hann ikki
uppgivið dreymin um enn eitt
útlandsævintýr, skuldi rætta til
boðið komið á borðið.
Øll spæla fótbólt
Símun er næst elstur av fimm
systkjum. Petur Óli er elst og
hevur eins og Sára, Jón og Edith
Maria spælt fótbólt. Eisini for
eldrini íðkaðu ítrótt. Pápin, Sámal,
spældi sjálvur fótbólt, meðan
mamman, Anna Maria, spældi
hondbólt.
Í nærumhvørvinum búgva
fleiri dreingir, sum eru javngamlir.
Er tað ikki venjing á skránni, so
spæla teir saman. Mangan er tað
bólturin, sum er høvðusleikurin í
spælinum.
Símun er millum teir góðu
í heimbygdini. Sum fimm ára
gamal
tekur
nábúgvin,
Páll
Augustinussen, hann við til eina
venjing. Millum teir, sum venja
við, eru Palli Augustinussen, son
ur Páll. Teir eru nøkur ár eldri,
men Símun er treiskur og roynir
at vera við.
Fótbólturin fyllir nógv í ungu
døgunum, men hóast Símun er
millm teir góðu í heimbygdini, so
er hann ikki bjartasta stjørnan í
85 árganginum.
Sum 16 ára gamal verður hann
úttikin til føroyska U16 landsliðið,
sum er í kapping í Føroyum. Mill
um leikararnar á liðnum eru Ingi
Højsted, Gunnar Nielsen og Rókur
av Fløtum Jespersen. Símun situr
sum tann einasti á bonkinum allar
dystirnar og allar minuttirnar.
– Eg minnist hvussu pínligt tað
var, tí eg var millum teir eldru á
liðnum, men slapp ongantíð inn,
greiður Símun frá.
Hann er júst komin frá venjing,
tá Sosialurin hittir hann á Hvonn.
Símun hevur stóran áhuga fyri
fótbólti, og tað fyllir eisini væl í
prátinum. Bankakundaráðgevin
er avslappaður at tosa við, og
hann geiður íðin frá teimum
nógvu hendinginum, hann hevur
verið út fyri í fótbólti.
Vónbrotið á U16 verður skjótt
skúgvað til viks, tí VB hevur
eitt framúr dreingjalið. Í 2001
vinnur Símun Samuelsen gull í
dreingjadeildini. Við á liðnum eru
grannarnir Jónar Borg Dahl, Poul
N. Poulsen og Birni Kærbech.
Árið eftir vinnur VB FM í ung
lingum. Saman við Símuni er
eisini tann í dag so navnframi,
Lukasz Cieslewicz við á liðnum.
Símun er sjálvur liðskipari.
Krzysztof Popczynski er venj
ari, men annars eru umstøðurnar
í Vági ikki tær bestu í ungu døg
unum. Mangan hava bóltarnir
ligið úti allan veturin, og tað eru
ikki meiri enn 3-4 bóltar tilsam
ans. Hóast tað hevur VB nøkur
gylt ár, har fyrsta liðið vinnur
FM, meðan unglingar vinna eitt
FM, og dreingjaliðið vinnur trý
FM á rað.
Birni stendur eftir
Í 13. umfari í 2001 spælir Símun
Samuelsen fyrstu minuttirnar í
bestu deildini. Hann kemur inn
móti bæði HB og NSÍ. Í næst
seinasta umfari sita barndóms
vinirnir og grannarnir, Símun
Samuelsen og Birni Kærbech sum
teir einastu á bonkinum hjá VB.
Liðið er á vitjan á Eiði, har
EB/Streymur tekur ímóti. Jákup
símun samuelsen vangamynd
Hann flutti sum ungur til Íslands at royna fótbóltseydnuna, men náddi ikki so langt, sum hann
kundi ynkst sær. Hann skuldi eina ferð til norska Sogndal, men tá ið hann skrivaði undir, stóð annað
felag á sáttmálanum. Keflavík metti hann hava eitt virði upp á tríggjar milliónir krónur. Hann er
27 ár og hevur ikki uppgivið dreymin um enn eitt fótbóltsævintýr. Hann er Símun Samuelsen
Símun
droymir enn
...framhald á síðu 30
Um eg skal siga nakað sum eg haldi eg
mangli at royna, so er tað at spæla í bestu
deildini í eitt nú Noreg ella Svøríki