fríggjadagur 30. november 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Heimið á Grønanesi eitur
nýggja ellisheimið í Vest
manna. Heimið verður handað
almannaverkinum í kvøld.
Tað er eitt stórt framstig
fyri eldrarøktina í Vestmanna,
at nýggja ellisheimi nú er lið
ugt, tí við hesum heiminum
verður tørvurin á ellis- og
røktarheimsplássum í bygdini
helst nøktaður.
Á samkomu í kvøld fyri
innbodnum handar kommun
an Almannaverkinum heim
ið, sum fær navnið Heimið á
Grønanesi.
Í morgin millum klokkan 14
og 18 verður heimið sýnt fram
fyri almenninginum.
Heimið er bygt í trimum
lonum, og starvsfólkini fáa
heiðurin at seta nøvn á lonir
nar.
Hetta heimið er fyri øki
tvey, sum fevnir um Vágar,
Norðstreymoy og Norðureyst
ur, men tað verða væntandi
fyrst og fremst vestmenn
ingar, sum fara at búgva á
heiminum.
Týsdagin flyta tey fyrstu
sjey fólkini inn, og tað eru tey,
sum nú búgva í eldrasambýl
ininum í bygdini. Hini flyta
inn so við og við. Nøkur, sum
búgva á Mørkini í Streymnesi,
hava fingið í boði at flyta á
nýggja heimið í heimbygdini.
24 pláss eru, og fýra teirra
skulu verða til umlætting.
Lagt er upp til samstarv
millum Heimið á Grønanesi
og barnaansingarstovnarnar
í bygdini, soleiðis at børnini
onkuntíð fara at vitja tey
gomlu.
Børnini á einum stovni
hava longu gjørt tríggjar máln
ingar til Heimið á Grønanesi.
Annars vóna tey á heim
inum, at bygdarfólkið eisini
fær sær til vana at støkka inn
á gólvið.
Tá ið Heimið á Grønanesi
verður tikið í nýtslu, flytir
heimatænastan eisini inn, sol
eiðis heimarøktarar og heima
sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða
út frá heiminum. Endamálið
er at heimið skal hava betri
kunnleika til viðurskiftini hjá
teimum eldru fólkunum, sum
búgva heima og tørvi teirra.
Í summar bar til at biðja
um umsóknarblað til heimið,
og yvir 50 umsóknarbløð vóru
send út. Ein partur av hesum
vóru fólk, sum enn ikki hava
tørv á at koma á ellisheim,
men tey hava søkt fyri at vera
í góðari tíð.
Mia Pedersen er leiðari á
heiminum.
Tað er nú greitt, at meiriluti er ikki
á tingi fyri uppskotinum hjá Aksel
V. Johannesen, formanni Javnaðar
floksins, um at kringvarpsgjaldið
framyvir skal gjaldast umvegis
skattin. Uppskot hansara var, at
allir skattaborgarar skuldi rinda
eitt gjald, sum til dømis var 0,7 pro
sent, umvegis skattin, sum so skuldi
verða trygga grundarlagið undir
Kringvarpi Føroya.
Tjóðveldi hevur fyrr havt upp
skot frammi um tað sama, so Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi draga
somu líni í hesum máli. Men teir
fáa eftir øllum at døma onga hjálp
frá øðrum flokkum á tingi, og hevði
málið fallið, um tað var lagt fyri
tingið.
Úrslitið av vánaliga rakstrinum
av Kringvarpinum seinastu mongu
árini er nú, at allir pengarnir, sum
Kringvarpið arvaði frá gamla Út
varpi Føroya eru brúktir – og tað
førir við sær, at stovnurin í ár ikki
einans hevur hall á rakstrinum,
men at samlaða úrslitið fer at hava
hall, og tað má tað ikki hjá einum
almennum stovni.
Fyri at kunna klára at reka
Kringvarpið fyri 54 milliónir árliga
heldur enn 60 milliónir, so krevur
tað, at Kringvarpið sigur 20 fólkum
úr starvi. Men tað kostar so mikið
nógv í uppsagnarløn, at Kringvarpið
noyðast at siga 10 fólkum afturat úr
starvi.
Men sambært tí, sum landsstýr
ismaðurin segði við Portalin í gjár,
so arbeiðir hann við eini loysn, so
Kringvarpið fær eina »bleytari
lending«. Tað skal helst tulkast so,
at hann fer at royna at finna stovn
inum pengar, so tey sleppa undan
hesum eyka uppsagnarpengum.
Trupulleikin við Kringvarpinum
er ikki tann, at tey hava 10 prosent
minni at húsast við. Tí tann trup
ulleikan kenna allir stovnar og all
ir miðlar. Trupulleikn er, at húsast
hevur verið eftir inntøkum, sum tey
hava droymt at fingið frá lýsingum
og spæli. Slíkar inntøkur eru svik
aligar, og tí kann ein public service
stovnur sum Kringvarpið ikki dúva
sítt virksemi á slíkar inntøkur.
Tá politiski myndugleikin ikki
vil tryggja stovnins inntøkur við
kringvarpsgjaldið um skattin, so
skyldar myndugleikin bæði stovn
inum og brúkarunum, at stovnurin
fær eitt trygt grundarlag at virka
á. Tað kann saktans verða á einum
lægri, men tryggum støði. Vit skulu
sjálvandi hava eitt gott og eitt trygt
og eitt óheft kringvarp. Tað kundi
verið rætt, at latið útvarpið verið
útvarp, sum var fíggjað við kring
varpsgjaldinum, meðan sjónvarpið
aftur var koyrt í ein stovn fyri seg,
sum kundi verið fíggjaður á annan
hátt.
Men tað hevur týdning, at inntøk
ugrundarlagið hjá Kringvarpinum
ikki órógvar aðrar miðlar og ikki
órógvar trúvirði stovnins.
Latið privatu miðlarnar
hava lýsingarpengar í friði
Tað er kanska gott tað sama,
at uppskotið hjá Høgna
Hoydal og Aksel V. Johann
esen
um
broytta
kring
varpsgjaldið, ongan kjans
hevur at koma í gjøgnum í
løgtinginum.
Seinastu vikuna hava vit
hoyrt um uppskotið, sum
Aksel V. Johannesen var við
at fyrireika – nú er tað kon
kretiserað í einum lógarupp
skotið, sum Høgni Hoydal og
Aksel V. Johannesn ætla at
leggja fyri tingið.
Men uppskotið er ein
stórur meinbogi fyri priv
atu miðlarnar í Føroyum, tí
Høgni og Aksel ætla fram
vegis, at Kringvarpið skal
leggjast á allan lýsingar
marknaðin – og at ein grunn
ur – ein miðlagrunnur, skal
stovnsetast, sum skal fáa
lýsingarpengarnar, sum so
aftur skulu býtast út til allar
miðlar á onkran hátt.
Trupulleikin hjá okkum
í privatu miðlunum við
hesum uppskoti er, at
vit
framvegis
mugu
kappast við ein skatta
innkrevjara um lýsing
armarknaðin. Ikki
nóg mikið við
tí.
Við
einum
»miðlagrunni«, sum so aftur
skal býta pengarnar út til
onkran hanus og janus – og
allar helst til onkrar miðlar,
sum avlaga kappingina enn
meira – so verður púra einki
skil í.
– Vit skilja ikki, hví summi
fólk elska grunnar og nevnd
ir og alment lønt fólk, sum
skulu sita og bestemma,
hvussu pengar hjá øðrum
skulu býtast út.
– Haldið tykkum til polit
isku semjuna, sum gjørd varð
fyri nøkrum árum síðani
– har niðursøtan hjá Kapp
ingarráðnum um, at lýsingar
í almennum kringvarpið er
kappingaravlagandi,
varð
respekterað.
– Gevið privatu miðlunum
frið at virka! Latið vera við at
gera teimum ónáðir við slík
um skipaðum yvirgangi móti
privatum fyritakssemi!
Hatta er nakað lort
Aksel og Høgni!
Ikki kringvarp um skattin
Opið hús í morgin
Eistarok
á bonaðu
fjalunum
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein á síðu 19
Dygd,
demokrati
og dannilsi
Theodor E. D. Olsen
Eygamálið á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mynd: Birgir Waag Høgnesen