Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað var ein søgulig løta í Tórs­havnar Býráði í gjár­ kvøld­ið, tá ið nývalda býráði hitt­i­st á Vaglinum at skipa seg. Býráðið hevði longu valt Heðin Mortensen til borgar­ stjóra, men síðani skuldi varaborgarstjóri og ein ørgrynna av nevndum skip­ ast. Somuleiðis skuldi ein sam­starvsavtala undir­skriv­ ast um førda politikkin í næsta valskeiði. Og tað var ein søgulig semja, tí fyri fyrstu ferð í yvir 100 ára longu søgu býráðsins, eru allir flokkarnir í bý­ ráð­num samdir um førda politikk­in. Sostatt er ikki longur nøk­ ur samgonga og andstøða í bý­ráð­num í Havn. - At hetta yvirhøvur ber til, eiga vit øll at fegnast um, tí tað kann ikki annað enn verða okkum øllum, býráðið og borgarum í kommununi at frama, segði Heðin Mortensen, borgar­stjóri, tá ið allir 13 býráðs­lim­ir­nir skrivaðu undir sam­starvs­ avtaluna. - Orsøkin til at tað ber til er fyrst og fremst góða sam­ starv­ið, sum hevur verið mill­um flokkarnar í Tór­s­ havn­ar býráði seinastu fýra ár­ini, legði hann afturat - Skulu vit megna at venda skeivu gongdini í sambandi við fólkafráflytingina, sum í dag hóttir land okkara, er neyðu­gt at taka stór tøk í felag, legði hann afturat. Hann helt eisini, at tað verður neyðugt at taka stór tøk í felag, skal kommunan taka ímóti eldra­øki­n­um og øðrum stórum væl­ferða­r­ økj­um, sum landið ætlar at legg­ja undir kommunurnar at verða umsitin. Men at allir flokkar nú sam­starva er eisini eitt ynski um at fáa góðar varandi semj­ur um stór mál, sum bý­ ráðið skal taka støðu til. Samstarvsavtalan, sum flokkarnir hava skrivað und­ ir, er ógvuliga yvirskipað. Men flokkarnir eru sam­d­ ir um at gera eitt undirskjal til hesa avtalu, sum lýsir høvuðsmálini, býráðið skal arbeiða við í valskeiðinum og tað undirskjalið skal verða liðugt í seinasta lagi 15. janu­ ar. Men eitt, flokkarnir eru samdir um, er at heimildin hjá umsitingini at taka av­ gerð­ir, skal styrkjast, so at umsitingin kann av­greiða fleiri mál innanfyri ramm­ur­ nar, býráðið hevur samtykt. Hetta er fyri at til gera tað skjótari at avgreiða mál Ein broyting, sum eisini fer at merkja arbeiðið í Tórs­havn­ar býráði er, at flestu nevndarfundir fram­ eft­ir fara at verða í van­ lig­ari arbeiðstíð, tá allar aðrar fyrisitingarligu funk­ tiónirnar í kommununi eisini eru til staðar. Flokkarnir eru samdir um at býta umboðandi størvini sína­millum soleiðis: Javnaðarflokkurin fær borg­ar­stjóra, sum er Heðin Morten­sen, Tjóðveldi fær 1. Varaborgarstjóra, sum er Jógvan Arge og Javn­að­ar­ flokkurin fær 2. vara­borga­ r­stjóra, sum er Elin Linden­ skov. Í fíggjarnevndini eru all­ ir flokkar umboðaðir. Tað merkir, at eingin einstakur flokk­ur fær avgerðandi meiri­lut­an, tí endamálið er at tryggja semju um fíggj­ ar- og íløguætlanir, lang­tíð­ ar­íløgu­ætlanir og onnur mál av týdn­ingi. Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu tey í býráðnum í Havn er samd um at býra nevnd­arsessirnar. Ikki óvæntað hev­ur Javn­að­ar­flokk­urin meiri­ lutan í flestu nevnd­unum. Í fíggj­ar­nevnd­ini fáa øll tó sítt at siga. Fíggjarnevndin
 Fastir limir:
 Heðin Mortensen
 Tróndur Sigurdsson
 Sjúrður Olsen
 Jógvan Arge
 Annfinn Brekkstein
 Tiltakslimir:
 Helena D. á Neystabø
 Sigrún Mohr
 Bogi Andreasen
 Marin Katrina Frýdal
 Halla Samuelsen

 Tekniska nevnd
 Fastir limir:
 Elin Lindenskov
 Sigrún Mohr
 Helena D. á Neystabø
 Bogi Andreasen
 Marin Katrina Frýdal
 Tiltakslimir:
 Bjørghild Djurhuus
 Halla Samuelsen
 Tróndur Sigurdsson
 Sjúrður Olsen
 Jógvan Arge

 Mentamálanevnd
 Fastir limir:
 Helena D. á Neystabø
 Tróndur Sigurdsson
 Sigrún Mohr
 Bogi Andreasen
 Jógvan Arge
 Tiltakslimir:
 Elin Lindenskov
 Bjørghild Djurhuus
 Halla Samuelsen
 Annfinn Brekkstein
 Jákup Dam

 Trivnaðarnevnd
 Fastir limir:
 Bjørghild Djurhuus
 Sigrún Mohr
 Halla Samuelsen
 Annfinn Brekkstein
 Marin Katrina Frýdal
 Tiltakslimir:
 Elin Lindenskov
 Helena D. á Neystabø
 Tróndur Sigurdsson
 Sjúrður Olsen
 Jákup Dam

 Vinnunevnd
 Fastir limir:
 Sjúrður Olsen
 Tróndur Sigurdsson
 Halla Samuelsen
 Bjørghild Djurhuus
 Jákup Dam
 Tiltakslimir:
 Bogi Andreasen
 Helena D. á Neystabø
 Sigrún Mohr
 Annfinn Brekkstein
 Jógvan Arge


 Fjarhitafelagið
 Fastir limir:
 Halla Samuelsen
 Sjúrður Olsen
 Jákup Dam
 Tiltakslimir:
 Sigrún Mohr

 SEV-nevndin
 Fastur limur í 2013 og 2014:
 Bogi Andreasen 
 Tiltakslimur: Marin Katrina Frýdal
 Fastur limur í 2015 og 2016:
 Marin Katrina Frýdal
 Tiltakslimur:
 Bogi Andreasen Soleiðis eru nevndirnar skipaðar Søgulig semja í býráðnum í Havn SAMSTARV Fyri fyrstu ferð í søguni eru allir flokkarnir í Tórshavnar Býráð samdir um førda politikkin og sostatt er ongin andstøða í Tórshavnar Býráði næstu fýra árini Søguligt Fyri fyristu eru allir býráðslimir í Havn samdir um at samstarva. Frá vinstru eru tey Annfinn Brekkstein, Bogi Andreasen, Sjúrður Olsen, Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. Varaborgarstjóri, Elin Lindenskov, 2. Varaborgarstjóri, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Sigrun Mohr, Tróndur Sigurðsson og Hallla Samuelsen