fríggjadagur 30. november 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rættarmál
Leo Poulsen
Proseduran – ella samanum
tøkan – hjá ákæruvaldinum
í rættarmálinum móti 33
ára gamla kroatanum, sum
stendur ákærdur fyri at hava
dripið Dánial Petur Hansen,
vanliga nevndur Piddi, var
mikudagin.
Nakað av tíð varð brúkt til
at taka samanum í málinum
um svik við einum visakorti,
sum ákærdi drápsmaðurin
eisini skal hava framt, og tað
tykist, sum hevur ákæru
valdið eina góða søk.
Tað má eisini sigast, at
ákæruvaldið hevur, tá tað
kemur til drápsmálið um
Pidda.
Tað fyrsta, sum ákærin,
Linda Hesselberg, setti sær
fyri at prógva var, at Piddi
veruliga er deyður. Hetta
kann vera ein trupul søk, tá
einki lík fyriliggur. Trupul,
men ikki ómøgulig søk.
Best kenda dømi um okk
ara leiðir, at til ber at døma
ein ákærdan uttan at nakað
lík fyriliggur, er tann eisini í
Føroyum so vælkendi Peter
Lundin. Hann varð sum
kunnugt ákærdur og eisini
dømdur fyri at gera av við
unnustu sína og hennara
tveir dreingir. Prógvini móti
Lundin vóru enntá munandi
verri enn tað, sum ákæru
valdið hevur móti 33 ára
gamla manninum.
DNA varð funnið í húsi-
num, har tey bæði livdu
saman við báðum synunum
hjá henni, men í munandi
smærri nøgdum, enn talan
her er um. Kortini bar til
heilt nágreiniliga hjá rættar-
medisinarunum at siga, í
hvørjum rúmi tey trý vórðu
myrd, og tað vísti seg at vera
nóg mikið til at sáa Lundin
dømdan í lívlangt fongsul.
Eisini her varð roynt at
vaska blóðið burtur, uttan at
tað eydnaðist, men tað var
ikki funnið nær námind so
nógv blóð á tí ástaðnum, sum
talan er um í Piddamálinum.
Hvør drap Pidda
Við nógva blóðinum, sum
funnið er í hesum málinum,
er ákæruvaldið ikki í iva um,
at Piddi er deyður – og meira
sigandi, at hann er myrdur.
Blóð mynstur á vegginum
og á gólvinum í sovikamar
inum hjá Pidda vísa greitt,
at ógvusligur harðskapur er
farin fram har. Ákæruvaldið
leggur tað út soleiðis, at
ákærdi hevur sett seg oman
á Pidda í seingini, og síðani
sligið hann minst tvær ferð
ir í høvdið við einari steiki
pannu, helst oftari.
Steikipannan var smurd
inn í blóði og tað merkir, at
sligið er minst tvær ferðir,
tí einki blóð kann koma á
pannuna við fyrsta slag.
Blóðslettið vísir eisini, at nýtt
er eitt kubbut vápn sum til
dømis ein steikipanna.
Blóð er ikki soleiðis at
vaska burtur, og øll, sum
fylgja við krimirøðum í sjón
varpinum vita, at politiið
kann nýta evnið »luminol« at
sproyta á, so blóðið týðiliga
kemur til sjóndar, tó at tað
ikki sæst við berum eygum.
Rættarteknikarin greiddi
eisini frá, hvussu Piddi er
dragsaður úr sovikamarinum
út í gongina, og hvussu dráps
maðurin hevur mist Pidda í
gongini. Slóðir vísa, at Piddi
síðani er dragsaður niður
trappurnar og út í garasjuna
og har er hann so togaður
inn í Skodabilin.
Politiið hevur verið ført
fyri at tengja ákærda at dráp
inum, ikki minst umvegis
nógv
umrødda
Diadora
jakkan hjá ákærda. Rættar
teknikarin kann við vissu
siga, at drápsmaðurin hevur
verið í hesum jakkanum, tí
blóðsporini siga, at Piddi
er drigin av tí persóni, sum
hevur verið í hesum jakkan
um. Samstundis er eisini DNA
av ákærda funnið á rondini
innan vert á jakkanum, sum
stavar frá ákærda.
Eisini er funnin ein penn
ur í einum lumma á Diadora
jakkanum, har DNA á ákærda
finst á.
Hart kroystur
Linda
Hesselberg
gjørdi
nógv burtur úr motivinum
hjá ákærda kroatanum fyri
at gera av við Pidda.
Eftir at hava verið eitt
álítandi starvsfólk á Bakka
frost, broyttist ákærdi gjøg
num summarið, eftir at hann
hevði hitt fyrrverandi konu
Pidda og gjørdist skotin í
henni.
Hann gjørdist nú óálít
andi, rýmdi javnan úr arbeiði
og fór at lúgva verri enn hin
versti.
Ákærin segði, at í øllum tí,
sum ákærdi hevði ført fram,
trúði hon bert einum: At
ákærdi var veruliga góður
við fyrrverandi konu Pidda,
og at hann vildi gera alt fyri
hana og børnini, eisini um
tað so skuldi kosta honum
arbeiðið.
Tá ið ákærdi fekk at vita,
at hann og unnustan skuldu
hava barn saman, gjørdist
tað sera umráðandi, at finna
eina loysn, so tey kundu flyta
saman. Sambært ákæranum
fór kroatin nú meira og meira
út at koyra, og vavdi seg inn
í eitt trongari og trongari net
av lygnum.
Tey bæði skuldu keypa
eini hús á Mýravegi, og har
bilti ákærdi unnustuni inn,
at alt var komið í rættlag, og
gav henni enntá einlykil til
húsini, sum sjálvandi vísti
seg ikki at passa til nakra
hurð.
Seinni yvirtók hann málið
um húsini á Gerðisvegi, har
Piddi og konan høvdu búð,
og sum Piddi nú búði einsa
mallur.
Tað eydnaðist ákærda
at billa fyrrverandi konu
Pidda inn, at hann, saman
við sínum sakførara – sum
sjálvandi var fullkomiliga
fiktivur – hevði fingið borið
tað soleiðis í bandi, at Piddi
skuldi vera úti úr húsunum
á Gerðisvegi 34 tann fyrsta
november klokkan 13.
Hetta fortaldi fyrrverandi
kona Pidda fyri fleiri fólkum,
og grannarnir undraðust á,
at Piddi eftir øllum at døma
einki visti um hetta.
Ákæruvaldið er sannført
um, at ákærdi maðurin nú
var so hart kroystur av øllum
sínum lygnum, at hann sá
sær ongan annan útveg enn
at beina fyri Pidda. Tað var tí
við beráddum huga, at ákærdi
trongdi seg inn á Pidda um
náttina 4. november einaferð
eftir klokkan 03.12, og gjørdi
av við hann sum oman fyri
greitt frá.
Vitnir taka feil
Linda Hesselberg kom eisini
inn á tey vitnir, sum søgdu
seg hava sæð Pidda bæði
fríggjadagin og leygardagin.
Ákærin legði dent á, at
hon onga løtu ivaðist í, at
hesi vitnir veruliga hildu seg
hava sæð Pidda hesar dagar
og til hesar tíðir. Trupulleikin
er bara, at Piddi er dripin
fríggjamorgunin tíðliga, og
tí hava hesi vitnir mistikið
seg. Antin hava tey tikið feil
av tíðini ella er tað ikki Piddi,
tey hava sæð.
Linda Hesselberg segði,
at tað eisini er fullkomiliga
ósannlíkt, at Piddi skal hava
hildið seg burtur frá heim
inum á Gerðisvegi allan
fríggjadagin og allan leygar
dagin. Tað er eisini áfallandi,
at Piddi – um hann var á lívi
fríggjadagin og leygardagin
– ongastaðni skal hava verið
inni, hvørki í handli, mat
stovu ella nakra aðra staðni.
Eitt vitni sigur seg hava
sæð Pidda við Teymavirkið
fríggjadagin klokkan 11.15.
Tað er próvfast, at klokkan
10.59, tá telefonin hjá Pidda
varð sløkt, var hon á einari
mastur, sum dekkaði Nes,
so hvussu kláraði Piddi at
koma av Nesi inn í Runavík
upp á 16 minuttir, serliga tá
hugsað verður um, hvussu
illa gongdur Piddi var.
Sum ákærin vísti á, at var
Piddi tikin upp í ein bil, hevði
onkur vita um tað.
Eitt annað vitni var sann
ført um, at hon hevði tosa
við Pidda leygardagin 5. no
vember beint áðrenn 11.39
inni í Bónus. Hon var eisini
einasta vitni, sum segði seg
hava tosa við Pidda. Bongin
hjá hesum vitninum vísti
sum nevnt 11.39, tá hon hevði
goldið í Bónus, men hóast
gjølla var leitað, fanst eingin
hava keypt piparsós í nakrari
kombinatión, so sum vitnið
segði.
Í morgun førdi verjin,
Annfinn Vitalis Hansen, sína
proseduru, men hetta var
eftir avstamark hjá Sosial
inum.
Soleiðis gjørdi
ákærdi av við Pidda
Mikudagin legði ákæruvaldið so sína frágreiðing fram í rættinum um, hvussu
mett verður, at gjørt er av við Pidda, og hvør er hin seki
Ákæruvaldið leggur tað út soleiðis,
at ákærdi hevur sett seg oman á
Pidda í seingini, og síðani sligið hann
minst tvær ferðir í høvdið við einari
steikipannu, helst oftari