Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo-deildin NSÍ hevði avgjørt eitt góðkent kappingarár í fjør, tá hugsað verður um stóru frágongdina fyri kappingarbyrjan. Felagið hevur tó ikki valt at halda fram við Kára Reynheim sum venjara. Felagið er í samráðingum við nýggjan før­oyskan venjara. – Eg kann vátta, at vit eru í sam­ráðingum við ein venjara. Vit vóna, at tað kemur upp á pláss um vikuskiftið, ella fyrst í komandi viku, sigur Kinna F. Olsen. NSÍ hevur verið í sam­ráð­ ingum við annan venjara, men tær sam­ráð­ingarnar komu ikki á mál. Hon metir ikki, at tíðin uttan venjara hevur ávirkað fyri­reik­ ingarnar til komandi kapp­ingar­ ár. – Nei tað haldi eg ikki. Fleiri av leikarunum eri ótolnir eftir at sleppa í gongd, men annars ikki, sigur forkvinnan víðari. Í Runavík arbeiða tey eisini við at styrkja um hópin til komandi ár. – Vit arbeiða við at styrkja um verjupartin, sigur Kinna F. Olsen at enda. trondur@sosialurin.fo Eru í samráðingum við venjara NSÍ: Tað sigur Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ. Hon vil ikki koma nærri inn á hvør tað er, men váttar at talan er um føroyskan venjara Tróndur Arge Aldursforsetin í føroyskum fótbólti verður aftur komandi ár at síggja í Effo-deildini. Teir tryggjaðu sær plássið í seinsta dystinum. Milan Kuljic var venjari í fjør, men hann heldur ikki fram í felag­num. Hann hevði ein eitt ára sátt­mála, men partarnir hava ikki longt samstarvið. Tí hevur TB leitað eftir nýggjum venjara, meðan Milan Kuljic hevur leitað eftir nýggjum venjarastarvi. Leiðslan í TB hevur funnið nýggja venjaran, men hann verður ikki settur fyrr enn miðskeiðis í jóla­mánaðanum. – Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu koma upp á pláss fyrst. Vit vóna, at venjarin verður settur um tvær vikur, sigur Andre Dalfoss við Sosialin. Hann vil ikki koma inn á hvør venjarin er, ella um hann er føroy­ ingur ella útlendingur. – Vit hava funnið ein venjara, sum vit meta kann samansjóða ein hóp, sum er mannaður av bæði ungum og eldri leikarum, sigur Andre Dalfoss. Andre Dalfoss metir ikki, at tað hevur havt nakra sum helst ávirkan á felagið, at tað ongan venjara hevur havt síðani kappingarenda. – Vit hava ein dugnaligan ítróttar­stjóra í Hans Fróða Hansen, sum hevur tikið sær av øllum, sigur for­mað­urin greiður á málinum. TB fer í ár at geva fleiri av ungu leikarunum møguleikan, men tað er óvist um Gilli Sørensen verð­ ur millum teirra. Hann var ein av stjørnuleikarunum í farna kapp­ ingarárið, men okkurt bendir á, at hann er ávegis til HB. Nenad Stankovic heldur ikki fram, meðan keldur hjá Sosialinum siga seg vita, Dmitrije Jankovic hev­ur spurt seg fyri hjá øðrum feløgum. Tí kann hugsast, at hann heldur ikki verður at síggja í felagnum. trondur@sosialurin.fo TB: Venjarin verður settur um tvær vikur Mikkjal Fótbóltur Tað sigur formaðurin í TB, Andre Dalfoss, við Sosialin í dag. Felagið hevur útpeikað ein venjara til starvið, men nøkur vikurskifti eru ikki komin upp á pláss – Eg segði við Lukasz, at eg skuldi ikki standa í vegin um hann fann sær eitt nýtt felag, men vit arbeiða við eini loysn, so vit kunnu halda upp á hann, sigur Sámal. Formaðurin er við gott mót, tá tosið fellur inn á framtíðina. Hann er ikki í iva um, at felagið sjálvt kann framleiða góðar leikarar. – Vit hava eitt unglingalið, sum vann silvur í landskappingini, og vunnu steypakappingina í ár. Fleiri av teimum hava fingið sínar fyrstu minuttir á besa liðnum, og vónandi kunnu teir mennast. Men tað kunnu teir bara, um teir fáa møguleikan, sigur Sámal. Sostatt er niðurstøðan, at B36 ikki er í fíggjarligum trongum skóm, men at teir ikki hava ráð at spæla við um tær tungu lønirnar, umframt at miðalaldurin á B36 minkar nakað til komandi kappingarár. trondur@sosialurin.fo Sáttmála – Mikkjal hevur jú framvegis sátt­mála, og hann hevur hjálpt okk­um nógv hesa tíðina, sigur for­mað­urin í B36