Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 Tað var stórt brúdleyp í Nólsoy leygarkvødið. Borð- reitt var fyri hálvt fjórða hundrað fólkum á flakavirk- inum. Lagið var í topp, tí stoltleikin hjá bygdini, tíggjumannafarið Nólsoy- ingurin, fyrr á degnum hevði vunnið hørðu kapp- ingina á Skálafjørðinum. Undir borðhaldinum trinu vinnararnir inn í veitsluskál- an. Teir vórðu móttiknir sum tær hetjurnar, sum tær vóru fyri bygdarfólkinum: – Hetta var eitt fantastiska stórt upplivilsi. Bæði at vinna og at koma aftur til Nólsoyar. Bygdin er ikki so stór. Øll kenna seg á onkran hátt knýtt at okkum, sum rógva, og tá vit komu út aftur leygarkvøldið, vóru øll fløgg í bygdini vundin á stong. Soleiðis hevur tað altíð verið í Nólsoy. Kapp- róðurin er so at siga einasta ítróttin, sum bygdin luttekur í. Tað verður heilt nógv tosað um kappróður, og tað er ikki frítt, at útvarpsupp- tøkurnar verða spældar um- aftur og umaftur. Nú hava vit fingið kopi at sjónvarps- upptøkuni av róðrinum á Skálafjørðinum leygardagin í síðstu viku, og tann upp- tøkan verður tað hugt at um- aftur og umaftur. Tað er formaðurin á vinn- andi tíggjumannafarinum á Skálafjarðarstevnuni, sum vit práta við. Brian Hansen er annar av lærmonnunum. Hann sigur, at í ár høvdu Nólsoyingar vóru ovfarnir av sær sjálvum 10–mannafør: Tað var ikki fyrrenn teir fóru um málstrikuna, at róðrarmenninir umborð á vinnandi bátinum sóu aftur á Havnarbáti teir ætlað rættuliga at verið við í kappingini um odda- sessin: – Vit hava fingið nýggjan bát, og spenningurin hevur verið stórur. Á norðoyar- stevnu høvdu vit ætlað okk- um at verið við í stríðnum um fremsta plássið, men ta ferðina gekk tað ikki. Vit hildu sjálvir, at vit vóru í so títtir við árini í Klaksvík. Á Skálafjørðinum løgdu vit okkum eina við at rógva meiri seigan, og tað eydn- aðist væl, men tað var ikki fyrrenn á sjálvum málinum, at tað gjørdist okkum greitt, at vit høvdu vunnið, sigur Brian Hansen. Framúr endaspurtur Í Runavík eru møguleikar- nir framúr góðir at fylgja við í kappróðrinum. Lík- indini vóru av teimum bestu, tá 10–mannaførini, sum avgjørt vístu mest spennandi kappingina, komu skúmandi framvið havnarlagnum. Havnarbát- urin var eina heila bátslongd fremstur, tá tað bara vóru stórt hundrað metrar eftir á mál. Vestmenningar tóktust ikki at hava meiri í sær, Eysturoyingurin var ongan- tíð við í kappingini um fremsta plássið, og tá tað var farið undir endaspurtin bendi einki á, at Nólsoying- urin skuldi vinna. Men so var tað, at tað í eygunum á teimum, ið stóðu og hugdu at, tóktist sum um Havnarbáturin stóð stillur, meðan Nólsoyingur- in so at siga fekk luft undir veingirnar. Á eitt hundrað metrum megnaðu nólsoy- ingar at taka Havnarbátin við tveimum bátslongdum. Hetta skal skiljast soleiðis, at Havnarbáturin var eina bátslongd frammfyri Nóls- oyingin stutt úr málinum, og á málinum var Nólsloy- ingurin eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin. – Tá vit fóru um málið, leyp stýrimaðurin hjá okk- um beinanvegin upp. Tá gjørdist eg greiður yvir, at vit ivaleyst høvdu vunnið. Undir róðrinum sá eg ong- antíð Havnarbátin. Eg siti á lærinum, og Havnarbáturin gekk tíðliga so mikið frá okkum, at eg ikki sá aftur á stýrimannin hjá teimum. Tað var ein veldug kensla at finna út av, at hesa ferð vóru tað vit, sum høvdu vunnið, sigur Brian Hansen. Báturin framúr Vestmenningurin vann kappróðurin á norðoyar- stevnu, og umborð á Nóls- oyinginum høvdu teir roknað við, at vestmenning- ar fóru at geva teimum størstu mótstøðuna. Vest- menningurin plagar ikki at koma so sannførandi frá startinum. Heldur plagar tað at vera soleiðis, at teir so at siga koma sníkjandi aftaní- frá. Soleiðis var tað eisini á norðoyarstevnu, tá tað var Vestmenningurin, sum í endaspurtinum tók Havnar- bátin. Á Skálafjørðinum bendi nógv ta fyrstu løtuna á, at Vestmenningurin fór at vinna. Teir fingu betri start, enn teir ofta plaga at fáa, og so skuldi tað verið lag á manni. Men Vestmenning- urin slapp ongantíð framum Havnarbátin og Nólsoy- ingin, og á tí mesta av tvey túsund metra teininum var stóra broytingin tann, at Havnarbáturin stútt og støð- ugt gekk eitt sindur frá hin- um bátunum. So var tað, at Nólsoy- ingurin gjørdi hol í sjógvin. Endaspurturin hjá teimum var so sannførandi, sum tað sjáldan sæst, og á málinum var eingin ivi um, hvør hevði vunnið. Hetta var fyrsta ferðin síðani á jóansøku í 1991, tá tað varð kappast á Tvøroyri, at Nólsoyingurin vann. Í áttati árunum var Nólsoy- ingurin stinnur. Tá vunnu teir FM seks ferðir: í 1981, 1982, 1985, 1986, 1988 og í 1989. – Vit hava gjørt ikki so lítið við venjingina tey seinnu árini, men tey bæði seinastu árini hevur ikki verið hugsningur um at taka Eysturoyingin. Vit ásann- aðu, at um vit skuldu hava nakran møguleika, so skuldu vit fáa ein nýggjan bát. Hann fingu vit. Á norð- oyarstevnu var tað eitt vón- brot, at tað ikki hilnaðist betur, men hesa ferð smakk- aði sigurin okkum sera væl, sigur Brian Hansen. Vita hvat tað snýr seg um Nólsoy er ein lítil bygd. Men kortini eru tað fyri tað mesta nólsoyingar, sum manna 10–mannafarið. All- ir róðrarmenninir uttan tveir eru nólsoyingar. Teir flestu búgva og arbeiða í høvuðs- staðnum. Nólsoyingurin stendur í neystinum hjá róðrarfelagnum á Argjum. Tá teir leygarkvøldið fóru út til Nólsoyar í brúdleyp, har teir vóru heiðraðir sum tær hetjurnar, sum teir kend- ust at vera millum bygda- fólkið, lótu teir bátin vera eftir í neystinum á Argjum. Sigurin kendist sum krúnan á verkinum eftir eina langa og strævna fyrireik- ingartíð. Nólsoyingar fingu nýggja bátin, sum Sámal Hansen, ið rør við Eystur- oyinginum hevur smíðað, fyrst í februar. Síðani fóru teir at mála, sproyta og gera alt tað, sum skal til, tá ein nýggjur bátur skal gerast klárur. Fyrst í apríl fóru teir undir venjingina við gamla Nólsoyinginum. 22. apríl flotaðu teir nýggja bátin. Teir vóru ikki við á bygdar- stevnuni á Skála. Í Klaksvík gekk tað ikki so, sum teir høvdu ætlað sær, men á Skálafjørðinum gekk und- an. Hjá teimum flestu var talan um fyrsta sigurin í kappingini millum 10– mannafør. Størri parturin av manningini hevur róð við Nólsoyinginum síðani 1998. Fýra eru fyrsta árið við Nólsoyinginum, men teir hava allir róð kapp árini frammanundan. OInkur hevur fyrr verið við gamla Nólsoyinginum, og onkrir hava róð við bátunum hjá Havnar Róðrarfelag. Tað hevur verið nevnt, at tit bíðaðu við at gera bart, inn- til tað bara var ein lítil teinur eftir á mál. Var talan um eitt taktistkt vælaverk á Skála- fjørðinum? – Vit drivu á alla tíðina, og vit spurtaðu, sum vit plaga at gera. At tað hesa ferð hilnaðist so óføra væl, man bæði hava havt nakað við róðurin hjá okkum at gera og við róðurin hjá hinum at gera. Líkindini vóru góð, og umstøðurnar hjá øllum vóru sera líkar, svarar Brian Han- sen, bátsformaður umborð á Nólsoyinginum, sum fyri fyrstu ferð í níggju ár var fyrstur á mál í einum FM kappróðri. jh Nólsoyingar vóru ovurfegnir, tá teir gjørdust greiðir um, at tað hevði eydnast teimum at vinna eystanstevnuróðurin. Á myndini síggjast teir takka hinum bátunum fyri róðurin Mynd: J. Jacobsen 2000 Nr. 22 Yngd ynskir øllum eitt gott summar He-hehe