Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ikki øll flyta úr Føroyum – summi flyta eisini heim aftur. Ein teirra er Páll Oddur Rubeksen, sum vit kenna úr bólkinum Páll Finnur Páll. Hann hevur búð seks ár í Danmark, og flutti fyrr í ár aftur til Føroyar, har hann fekk eitt spenn­andi starv. Tað var ikki trupult fyri Páll Odd at flyta aftur til Føroyar, tí hann hevur altíð kent seg sum før­oying. – Eg havi altíð ætlað mær heim aftur til Føroyar, og havi onkurs­vegna kent tað sum, at eg einans bíðaði eftir at blíva liðugur við útbúgvingina niðri, so tað var als ikki løgið at flyta heim, sigur Páll Oddur. Tað eru kortini nøkur viður­ skifti í Føroyum, sum Páll Oddur mátti venja seg við. – Eg hevði heilt gloymt at tað regnaði so illa í Føroyum. Og so mátti eg eisini venja meg við, at bussarnir í Føroyum ikki altíð koyra til tíðina, soleiðis sum teir gera niðri, sigur Páll Oddur skemt­andi. Tó so heldur hann, at Havnin hevur nógv spennandi at bjóða, og tískil saknar hann ikki Keyp­ mannahavn, og møguleikarnir har. – Tann stuðulin, sum eg fái frá føroyingum, er mín størsta drív­ megi, sigur Pál Joensen, sum í hes­um døgum ger seg til reiðar at lut­taka í HM, sum byrjar um smáar tríggjar vikur. Pál Joensen hevur ferðast víða um, og hevur upplivað mangt og hvat. Og júst hesir túrar til for­ kunnug lond hava víst honum hvussu stóran týdning tað hevur at vera føroyingur. – Tað er fantastiskt, at man kann fáa so nógvan stuðul frá ein­um so lítlum samfelag. Eg kenni meg sera hepnan fyri allan tann stuðul, sum føroyingar vísa mær, sigur Pál Joensen. Errin av at hjálpa Í heimbygdini hjá Pál Joensen ar­beiða tey í hesum døgum við at byggja ein langhyl. Í Vági hava tey leingið vilja havt ein lang­hyl, og í miðlunum og aðra­staðni er mangan blivið sagt, at lang­hyl­ur­ in er til Pál. Men soleiðis er støð­ an ikki. – Eg eri errin av, at eg kann hjálpa við at fáa ein langhyl til Føroyar. Um summi halda, at langhylurin er til mín, so hava tey misskilt støðuna. Men tað kann eg so ikki gera við, staðfestir Pál Joensen. Vil stuðla Svimji­ sambandinum Í summar var rok ímillum SuSvim, sum er svimjifelagið í Suður­oynni, og Svimjisamband Føroya. Orsøkin til hetta var, at Trygg­ingarfelagið Føroyar vísti myndir av Pál Joensen í samband við OL, men Pál hevði ikki fingið sam­sýning fyri hesar myndir. Tað hevði Svimjisambandið fingið. – Eg valdi at halda meg uttan­ fyri tað ósemjuna, tí eg vildi gjarna hjálpa Svimji­sam­band­ inum. Svimji­sambandið ger nógv fyri meg, og eg vildi fegin geva teim­um eina hjálpandi hond, tí onku­staðni skulu pengarnir koma frá, sigur Pál Joensen. Pál Joensen er enn vónsvikin av tí úrslitið, sum hann fekk til OL kappingarnar í summar. Men í næstum fer hann at fáa hjálp frá einum sokallaðum ítróttar­sálar­ frøðingi, sum skal hjálpa honum í framtíðini, um hann nakrantíð endar í somu støðu aftur. Tá ið Pál Joensen verður spurdur um hann kennir seg sum eina føroyska fólkahetju, fær hann ikki sagt annað enn »ja«. Føroyska ítróttarstjørnan fær javnan heilsanir og fyrispurningar frá fólki, sum siga tey eru errin av, at ein so dugnaligur ítróttarmaður er føddur og uppvaksin í Føroyum Man skal venja seg við veðrið Pál kennir seg sum eina fólkahetju Pál Joensen Savnsmynd Páll Oddur Rubeksen Savnsmynd