Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið Akstovan ikki megn­ ar at sýna bilar við reglu­ lig­um millumbili, er tað bein­leiðis brot á lógina. Akstovan hevur nevni­liga eina kunngerð at ganga eftir og har verð­ur tað neyvt ásett, hvussu ofta ymisk sløg av akførum skulu boð­send­ ast til sýn. Eftir kunngerðini sæst, at tað er ógvuliga ymisk, hvussu ofta bilar verða boð­send­ir at koma til sýn. Eftir skrá­set­ing­ar­ kunngerðini skulu van­ lig­ir persónbilar og smáir vøru­bilar upp til 3500 kilo, umframt smáir við­festis­ vognar ímillum 750 og 3500 kilo, kallast til sýn fyrs­tu ferð, tá ið tey eru fýra ára gomum og síðani annað­hvørt ár. Viðfestisvognar er alt slag av vognum, sum er fest í bilum, bæði vognar at flyta ross og onnur dýr í, hús­vognar og vognar at koyra burturkast í o.s.fr. Hinvegin eiga lastbilar og stórir viðfestisvgnar, ella leguvognar, yvir 3500 kilo, umframt buss­ar, hýru­vognar, per­són­bil­ar við fleiri enn níggju siti­ pláss­um, sjúkrabilar og onn­ur neyðsendarakfør, at verða boðsend til sýn, longu tá ið teir eru árs­ gaml­ir og síðani á hvørj­ um ári. Stórir viðfestisvognar ella leguvognar, er tað, vit eisini nevna trailarar. Men játtanin til er so tepur, at hetta er ein ómøgu­lig uppgáva hjá Ak­stovuni, sigur stjórin, Jákup Jacobsen. Eivin Jacobsen, ting­ mað­ur, spyr um bilarnir nú á døgum ikki eru so mik­ið góðir, at tað er óneyðugt at sýna teir so ofta, sum teir nú skulu sýnast eftir for­skrift­ unum. Kári P. Højgaard, lands­ stýris­maður í inn­lendis­ málum, stað­fest­ir, at í Føroyum verða bilar boð­ sendir til sýn við somu millumbilum sum í Dan­ mark. - Men her hava vit eitt veð­ur­lag og eitt veganet, sum í hvussu so er ikki talar fyri, at tað skal vera long­ri ímillum sýnini Í sambandi við støðuna hjá Akstovuni hava eisini rødd­ir verið frammi um at tað einasta rætta er at ein­ skilja bilasýnið. Tað merkir, at bila­verk­ s­tøð kring landið skulu góð­kennast og so kun­nu tey sýna bilarnar. Hetta heldur stjórin á Ak­stovuni er ein vánalig loysn. - At hava eftirlit eigur prin­sipi­elt at vera ein al­ menn uppgáva, heldur hann. Annars vísir hann á, at marknaðurin í Før­oy­um er ov lítil til at hava full­ gott bilsýn ymsa­stað­ni í landi­num. - At sýna bilar, krevur nógva servitan á nógvum yms­um økjum, men sum støðan er nú, er øll hend­ an servitanin savnað á ein­um staði, nevniliga Ak­stovu­ni. Á Akstovuni veita vit allar tænastur í sambandi við bilar á einum staði, legg­ur hann afturat. Annars hevur Ak­stov­ an góðkent eini 20 verk­ støð kring landið, har bil­ ar kunnu fara til umsýn og tað er ein skipan, sum virk­ar væl, sigur Jákup Jacob­sen. Áki Bertholdsen - Sjálvandi kann hetta fáa av­ leiðingar fyri ferðslu­trygd­ina. Jákup Jacobsen, stjóri á Ak­stovuni, ásannar, at tað er óheppið, at Akstovan ikki klár­ar at halda tørn at sína bilar. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, koyra yvir 11.000 bilar á føroysku vegu­ num, sum átti at havt verið til sýn, men sum Akstovan ikki klárar at sýna, tí játtanin til stovnin er so tepur. - Í 2010 høvru vit eina eftir­ støðu upp á 5000 bilar, sum áttu at verðið sýnaðir, men sum Akstovan ikki klár­aði at sýna, tí stovnurin mátti undir sparingar og mát­ti siga einum sýnsmanni upp. Í dag er eftirstøðan yvir 11.000 bilar, so eftirstøðan veks­ur alsamt, so leingi, Ak­ stov­an ikki fær fleiri fólk at sýna bilar. - Í løtuni eru vit bara 3,5 sýns­menn á Akstovuni, men skulu vit gera okkum vónir um at fáa eftirstøðuna at min­ka, mugu vit hava minst fimm ella helst seks fólk at sýna bilar. - Støðan er ógvuliga har­ mil­ig, men sum støðan er nú, hava vit ongan livandi møgu­ leika at arbeiða okkum und­ an, sigur hann. Áki Bertholdsen Sparingar á Akstovuni hava ført við sær, at ferðslutrygdin versnar. Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hendrik Old, ting­mað­ ur, hevur spurt lands­stýris­ mannin, hvørjar avleiðingar tað hevur, at játtanin til Ak­ stovuna ikki verður hækkað. Kári P. Højgaard stað­festir, at sparingar á Ak­stovu­ni hava havt álvarsligar av­leiðingar fyri virksemið á Ak­stovuni. Trygdin versnar Ein avleiðing er, at í dag koyra yvir 11.000 bilar runt um­kring á føroyskum veg­unum, sum skuldu havt verið til sýn, men sum Akstovan ikki hevur havt møguleikan at kalla til sýn, tí arbeiðsorka er ikki til tað. Av øllum hesum bilunum, sum ikki eru innkallaðir til sýn til tíðina, er talan um 8.178 per­són­bilar, 294 við­festis­vogn­ ar, 41 bussar og 338 last­bilar. - At bilarnir ikki verða sýnaðir eftir for­skrift­un­um førir við sær, at ferðslu­trygd­ in versnar og sum støðan er nú, eru ongi útlit fyri, at støðan fer at batna hesi næs­ tu árini, tvørtur ímóti, legði hann afturat. Hann sigur, at ein sýns­ mað­ur klárar at sýna 2000- 3000 bilar um árið. - Støðan er als ikki nøkt­ andi og sum støðan er nú, veks­ur eftirstøðan í hvørjum, sig­ur landsstýrismaðurin. Spinnandi galið Hendrik Old heldur, at hetta er ein heilt álvarslig støða. - Hetta eigur at fáa ávaringarklokkurnar at ring­ ja, tí her er okkurt spinnandi galið, heldur tingmaðurin. Hann hugsar serliga um, at 41 bussar eru í eftirstøðu. - Hetta eru bussar, sum koyra við ferðafólki og sum verða brúktir at flyta skúla­ børn aftur og fram. - Samstundis er talan um 338 lastbilar. - Hetta eigur at, tí hesum kunnu tær ræðuligastu van­ lukk­ur­nar standast av og tí má samgongan taka sær um reiggj í hesum máli. Landss­ týris­mað­urin er samdur í, at tað verður neyð­ugt at gera nak­að við hetta málið, tí tal­an er um eina álvars­liga støðu. - Vit hava eina null hug­ sjón í ferðsluni. Tað merkir, at vit hava sett okkum fyri at bera so í bandi, at ongin skal doygg­ja ella fáa álvarsligar løst­ir í ferðsluni. - Tí skurrar tað í oyrunum, at vit hava ein flota á bilum, sum als ikki er sleppur til sýn so ofta, forskriftirnar siga. Serliga stúrin er hann um, at teir tungu lastbilarnar, trail­ar­ar og bussar, ikki slep­ pa til tey kravdu sýnini. - Serliga eiga vit at hava í huga, at allur farma­flut­n­ing­ ur verður miðsavnaður í Havn og ferðslan í og úr Havnini við stórum lastbilum og trailarum, økist samsvarandi. Akstovan er trý ár afturúr at sýna bilar FERÐSLUTRYGD Vit klára ikki at sýna teir bilar, sum vit eiga og støðan versnar fyri hvørt ár, sigur stjórin í Havsbrún 11.000 bilar bíða eftir sýni FERÐSLUTRYGD Sparingar á Akstovuni hava ført til, at ferðslutrygd At bilar­ nir ikki verða sýn­ að­ir eftir for­skrift­ unum førir við sær, at ferðslu­ trygdin versnar Hetta er ein ómøgulig uppgáva Bróta lógina Eftirlit skal vera alment trygdin í vanda