Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. november 2012 · Nr. 140 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óetiska privatiseringin Fíggjarkreppa, sparingar, rationali­seringar, effektivi­ seringar, og mong onnur hugtøk vera blaka aftur og fram. Nú tá Kringvarpið er komið í kreppu, tykist ann­ að rák at vinna frama. Pri­ vatisering, ella einskjiljing, sum tað eitur á føroyskum. Hví privatisering? Hesin spurningurin hevur tíanverri aldrin fingið nakra serliga viðgerð. Og er hetta at undrast stórliga á. Eisini kann ein serliga undrast, hvørji eru stórstu forsprákarar fyri einskiljing. Oftani eru tað serliga vinnulívsrøddir á Løgtingi, sum eru heitastu for­sprákar fyri einskiljing. Og grundgevingin, er so gott sum altíð, at privata initiativi fer at skapa effektivisering og tískil betur rakstur. Ljóðar alt gott, men er tað rætt? Hvat skal privatiserast? Tað er so spurningurin. Tað er alt ein spuringur um, hvat ein hevur við at gera. Er tað vøruframleiðsla ella tænastur? Nú hevur landið ikki nakra serliga vøru­fram­ leiðslu, men landið veitir eitt ótal av tænastum. Og eru flest­ar, sosialar tænastur. Væl­ferðartænastur, sum eru til frama fyri fólkið. Vit kunnu nokk kanska skjótt semjast um at t.d. sjúkrahús skal ikki privatiserast. Men áðrenn spurningurin um, hvat skal privatiserast, má ein hava spurningin um privat kontra alment fram. Spurningurin um tað, at alment ikki hugsar um yvirskot, men tað ger tað privata. Sum er drívmegin fyri tað privata initiativið. Skattapeningurin privatiserast? Og tann etiska tvístøðan, sum uppstendur við privatisering, er at skattapeningur skal gjalda fyri tænastur frá tí privata. Er tað t.d. í ordan at brúka kr 400.000 uppá ein sakførara ella skal tað almenna bara heldur anseta ein jurist til at arbeiða í tí almenna? Sum dømi kann nevnast ógegni hjá Jákup Mikkelsen. Fyri at prógva sítt ógegni fekk landið eina rokning á kr 30.000 frá sak­ førara fyri hetta, opinbart óbrúkiliga prógv. Tað privata fekk vinning av tí almenna. At privatisera almennar tænastur, skapar so ein etiska tvístøðu. Hvussu kann ein verja, at skattgjaldarans peningurin skal brúkast til at fíggja eitt yvirskot hjá privatum? Tað er ikki effektivisering av skatta­ peninginum. Tað almenna hevur ikki tørv á yvirskot, tað vil tað privata hava. Tað almenna brúkar allan peningin uppá borgaran. Tað fer tað privata aldrin at gera. Tað privata hugsar bert um yvirskot í síðsta enda Kringvarpið og óheftni? Feskast dømi er, sum sagt Kring­varpið. Á flestu sosial­ um miðlum sær ein, at privati­sering er á skrá. “Avtak Kring­varpið og privatisera tað”. Uppskotini eru mong. Sosialurin og Norðlýsið er tveir partar, sum eisini finnast at almenna Kringvarpinum. Eirikur Lindenskov hevur fleiri ferðir róð uppundir at fáa blaðstuðulin aftur. Fyri at hjálpa miðlaheiminum. Skulu vit lurta eftir hesum røddum? Tá Norðlýsið sigur at “Kringvarpi – ein hóttan móti føroyska miðlaheiminum”, er tað eftirfarandi? Lætt er hjá teimum privatu at finnast at, tí at tey verja seg aftan fyri journalistikk, ella aðrar vinnur fyri tað sama. Men har eru ikki somu krøv til privat, sum til almenn. Kringvarpið hevur ein public service sátt­mála, sum skal fylgjast. Tað hava privatu miðlanir ikki. Kringvarpið skal veita eina almenna tænastu, sum í síðsta enda ikki er lønandi. Og halda fólk veruligani at privat, tíma at reka eina óløn­andi tænastu? Dupultmoralurin hjá møguligum privatum almennum snýltaraum Tað, sum teir privatu faktiskt eru í ferð við at gera, er at yvir­taka eina tænastu, sum fer at geva teimum eitt feitt yvir­skot. Og har kvaliteturin nokk verður taparin, fyri ikki at gloyma tey, sum fíggja tað, skatt­gjaldarin. Paradis Hotel, og onnur programmir, hjá tí pri­vata kunnu nokk nevnast, sum dømi um privatan kvali­ tet. Um tey privatu vóru trúgv móti kapitalistiskum prin­sippum, so kláraðu tey tað sjálvi, uttan hjálp frá tí almenna. Tí má t.d. Kringvarpið ikki einskiljast. Tað er ikki effektivisering, tað er at geva einum privat­um yvirskot, goldnum av skatt­ gjaldaraum. Og tá verð­ur ikki allur peningurin nýttur á bestan fullgóðan hátt. Tað almenna hugsar um borgaran, skattgjaldaran, ikki yvirskot. Hetta er munurin á tí al­ menna og tí privata, og tí skal ein ikki privatisera almennar tænastur. Teitur Vágadal sjúkrarøktar­ frøðislesandi kjak Hamas-stjórn­in í Gaza og Ísrael Vit kunnu gleðast um at vápnahvíld fekst millum Hamas og Ísrael, hóast nógvir ísraelsmenn halda, at herlið teirra skuldu hildið fram og gjørt innrás í Gaza og rudd­að upp har einaferð fyri allar. Men vit eiga at hugsa um allar tær menn­iskjaligu av­ leið­ingar, ið tað hevði borið við sær bæði fyri Gaza-búgvar og ísraelskar her­menn. Vit kunnu bert vóna, at henda avtalan heldur, so ísraelsfólk fáa frið at liva uttan at fáa rakettir dýkt­ar oman yvir seg dag og nátt, sum verið hevur sein­astu mánaðinar og árini, serstakliga teir býir og tær bygdir, ið í Ísrael, ið eru grannar Gaza, t.d. Sderot. Allar skotnar av handahógvi bert fyri at drepa so nógvar jødar sum gjørligt. Tá ið Ísrael fór úr Gaza fyri nøkrum árum síðani, so var tað ein loysn, sum summi mundu halda vera eina góða loysn. Vit eiga at minnast til, at ísraelsmenn, sum búðu har tá, høvdu bygt upp eitt nútímans land­bún­aðarsamfelag, men sum niðursetufólkini máttu fara frá, tí Ísrael hevði gjørt eitt sátt­mála við palestinsku mynd­ug­leikarnar um hetta, sam­svarandi hugsanini um »land fyri friðpoli­tikkin«, sum hevði til endamál at Ísrael skuldi geva landa­um­ráði frá sær fyri at fáa frið. Men hesin politikk­ur­in hevur ikki virkað eftir ætlan, sum vit hava sæð sjón fyri søgn seinastu árini við øllum teim­um túsundtals ra­kettum, sum Hamas-fe­ lags­skapurin, hevur sent inn í Ísrael, ra­kettir, ið eru smuglaðar inn í Gaza úr Iran. Ætlanin um innrásina, ið var um reppið at verða gjørd, kann skjótt ger­ast veruleiki, um bert EIN rakett verður send úr Gaza inn í Ísrael í komandi døgum, tí Ísrael fer ikki at góðtaka støðuna, ið førdi til hern­aðartilbúgving Ísraels seinastu vikurnar við markið til Gaza. Fólkið í Gaza hevur betri uppiborið enn hava yvir­ gangsfólk sum leiðarar, ið drópu minst 6 av sínum egnu íbúgvum - uttan veru­ liga rættargongd - í døg­un­ um kreppan vardi. At vera mistonktur var nóg mikið fyri at fáa deyða­dóm í Gaza. Svenning av Lofti Ferðaleiðari í Ísrael hent. Eitt serligt føroyskt syndrom, sum í lutum líkist tí Stockholmska. J ørgen hevur sjálvsagt, í eini lagaligari løtu, íblástur av spuna­kveikjarum sínum, lýttað løg­manni í oyra, at áneyðir eru á at flyta fokus eina løtu. Fólkið megnar ikki mentalt at absorbera so nógvan tramansskap í einum. Góð ráð vóru nú dýr, men hyggju­ráðini vóru at sleingja eitt tíðinda­skriv út um óskilið í almennu nevndarskógini. Konfronteraður í sjónvarpinum hevði Kaj Leo Holm Johannessen ikki minsta ánilsi fyri, hvat málið snúði seg um. Oddviti landsins sat púrasta masfoss, tá hann skuldi gera greiði fyri sínum egnu luftigu tank­um. Fyri tað mesta tosaði hann diametralt ímóti tí, sum hann fyrr um dagin hevði sagt í einum øðrum miðli. So var hasin fokus­missilurin skotin niður. Eftir tað liggur øll fokusflytingin tung á herðunum hjá einum yrkjara, hálvur úr Brekkunum á Toftum og hin parturin úr Arge-íleguni í Havn. Aftaná fascistoidu kollveltingina og aftaná at allir andvarparar eru ampu­ teraðir, ætlar løgmaður, sum ábyrgdar­maður, at halda fast um, at Tór­oddur Poulsen er vandamesti mað­urin, sum gongur leysur í Føroyum. Hetta skal káma fyri sjónini inn í veruliga suppudasin, hjá vanliga manninum, sum bløðir og betalir fyri alt gildið. O bram var ikki vísur í, hvørt hann hevði hoyrt ella droymt hesi orðini: “Tú kanst ogna tær tey fagrastu grønu gilini í landinum. Tú kanst gerast størsti maðurin í heiminum og fylla stjørnurnar við seyði og neytum og við vitum, sum varpa ljós yvir títt tignarliga navn. Men kongurin er geldingur.” Hetta kom fram fyri Obram eftir at Tóvó hevði slept takinum og steinar og pungur vóru leys frá kroppi hans­ara. Brot úr skaldsøguni Brahmadellarnir. Í bókini “Sannleikin handan Kennedy-mýtuna” skrivar Seymour M. Hersh, at John F. Kennedy eftir Cuba- kreppuna sólaði sær í ljósinum sum ein friðarelskandi oddviti og dúgva. Púra opinskárað tosaði hann um, at hann hevði skorið eistuni undan sovjetiska leiðaranum Khrus­tjov. Hesar báðar endur­gev­ingarnar, burturúr ómetaliga mongum, eru dømir um, at hetta ikki er ókendur politiskur sjargongur. Heldur tvørturímóti. S kilji á lagnum, at Tóroddur Poulsen ógvuliga opinskárað hevur róð fram undir tað sama viðvíkjandi landsstýrismaninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, - í eini samrøðu við sjónvarpið. Er tað so, so er tað størsta mis­tak­ið yrkjarin nakrantíð hevur komið sær nær í námind av, tí politisk eistur finnast ikki í Sam­ bandsflokkinum longur. Eista­rokið á bonaðu fjalunum er ein hvørvi­sjón, seinasta royndin at flyta fokus frá egnari ómegd. Har er onki at kastrera, og bara tí stendur eitt nú Bjørn Kalsø, sum ein av politisku eunukkunum, heiðursvakt við tjaldið, har fólka­floksmenn reiggja sleggjuni inni við essuna til nýggj átøk, fyri at taka niður vælferðarsamfelagið, og fyri at gera tað uppaftur meira liviligt hjá 20 familjum í Føroyum, sum í einum og øllum aksla síni skinn við teir. Andsøgnin er, sum Jóanes Nielsen orðar tað í nýggjasta yrkingarsavninum “Tapet millum øldir”: “Tað ringasta er ikki at fimti hvør føroyingur letur teimum atkvøðuna. Men at teirra lortabyttur finnast í øllum flokkum.” Sic transit gloria mundi ! S øgan sleppur ikki úr rammuni/sporini eru yvirkavað og fugl­urin heldur seg til tey heitastu vind­eyguni/ morðvápnið er ikki skapt enn/deyðin fylgir tí nýggjasta mótanum/lívið er avoldað/nakið. Soleiðis tekur malsjónski og obsternasigi fokusdepilin so málandi til í “Avbyrgingunum”. S amfelagið verður ein rúkandi øskudungi, - um hetta lagið heldur fram. Tímin er komin til at saðla um, og at foykja hesar jassarnar frá flógvu radiatorunum og heimastýrisvaldinum danska. Framhald av síðu 19