fríggjadagur 30. november 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
2
VIKUSKIFTI
tónleikur
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Talan er um yrkingar eftir skaldinum
Pól F, og fløgan kom eisini út tann
dagin, skaldið úr Sumba, hevði fylt
114 ár.
Hóast yrkingarnar hjá Pól F, sum
eru skrivaðar fyri nógvum árum síðani,
eru ein speirekan av kristindóminum í
Føroyum, heldur fólkakæri tónleikarin
sjálvur, at yrkingarnar hóska væl
til nútíðina. Tí sambært Hanusi G.
Johansen er kristna mentanin ikki
minni fundamentalistisk í dag.
– Hon er nógv verri í dag! Men Pól F.
yrkti ongan tíð ímóti kristindóminum.
Men hann yrkti móti teimum, sum
siga seg vera kristin. Eitt nú prestar og
missionerar, sum taka sær patent upp
á átrúnaðin. Nakað sum eg ikki haldi
vera serliga heppið, sigur Hanus G.
Johansen, ið heldur hetta vera við til
at skapa eina fanatismu, har bert ein
gudsfatan er møgulig.
– Tað eru milliardir av fólkum í
heiminum, og tey hava allar møguligar
gudar. Tú kanst ikki siga, at øll hini eru
býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi
enn tín egna. Tá haldi eg í øllum førum
ikki, at tú hevur hugsað serliga langt,
sigur Hanus G. Johansen.
Fríggjakvøldið 30. November og
leygarkvøldið 1. Desember er møgu
leiki at hoyra løg av nýggju fløguni, tá
Hanus G. Johansen hevur stórfingnar
útgávukonsertir í ávikavist Mentanar
húsinum í Fuglafirði og TB-húsinum
á Tvøroyri.
Kleiggjandi
dálkingin
Redaktørur: Rannvá Gaard Fossaberg
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Hanus G. Johansen / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Randi
Jacobsen
Tann 18. November kom út nýggj fløguútgáva
frá Hanusi G. Johansen. Á fløguni, ið ber heitið
»Á fold eru túsund gudar«, eru 11 sangir
Undir kalda krígnum tóku tey mest russara
forskrektu fólkini í vesturheiminum hjarta
liga synd í russum, sum ikki kundu keypa
tyggigummi.
Tyggigummi var í teirra hugaheimi
ímyndin av frælsi.
Men er tyggigummi nú so himmalskt, at
vit ikki kunnu vera tað fyriuttan?
Mítt annars stóra tollyndi røkkur ikki til
handilsfólk, sum sita og jagla, so alt andlitið
fer av lagi, og bløðran brestir. Ei heldur til
politikarar og onnur, sum sita við fullum
munni og illa fáa tosað.
Tyggigummi er eisini ein dálkingarkelda.
Tað er stórarbeiði at fáa tyggigummi
burtur, tá ið tað er komið á klæðini ella í
sofuna. Er tað komið niður á gólvið, ber til at
skava tað burtur við einum knívi.
Dømi eru fleiri um, at børn hava sett
tyggigummi í hálsin.
Á netinum finnast alskyns evni til keypa
at brúka móti tyggigummidálking.
Men tað fúlasta og ljótasta við tyggi
gummi er uttandura dálkingin.
Royn eina ferð at hyggja niður fyri
føturnar, tá ið tú gongur eftir eini gongu
breyt. Stutt er millum gráu ella ljósareyðu
blettirnar, sum eru so rimmarfastir í asfalt
inum. Klattarnir eru tættastir uttan fyri sam
komuhús, skúlar og onnur høli, har nógv fólk
koma, og roykiforboð er inni.
Eg havi einki frætt um, at nøkur komm
una brúkar pening til at reinsa goongubreytir
og gøtur fyri tyggigummi. Men tað gera
kommunur aðrastaðni, og tað reinhaldið er
ein ovurhonds stór útreiðsla, tí tyggigummi
er torført at fáa burtur. Tað kleiggjar og fæst
ikki burtur við kusti. Tað verður traðkað
niður í asfaltið og býtur seg fast millum
flísarnar. Og so er tað ljótt eisini.
Kommunan í Keypmannahavn hevur
roknað seg fram til, at tað kostar 10 krónur at
fáa bara eitt tyggigummi upp úr asfaltinum.
Hvørt ár brúkar kommunan 7,5 mió. krónur
bara til at fáa ráðhúsplássið reint fyri
tyggigummi.
Omaná alt er tyggigummi eisini skaðiligt
fyri djór. Til dømis kunnu fuglar halda tyggi
gummi vera mat. Hetta kann hava við sær, at
nevið verður klistrað saman, og teir doyggja
í hungri.
So næstu ferð tú skalt av við eina tuggu,
koyr hana í eitt pappír í lummanum ella spýt
hana í eina ruskspann. Ger sum tilvitandi
roykjarar við sigarettstubbarnar.
So segði
hann...
Á fold eru túsund gudar
– Spæli eg ein branddyst í eitt nú Eysturríki,
og onkur bjóðar upp á meg, so taki eg av
Landsliðsleikarin, Símun Samuelsen,
í samrøðu við mikudags Sosialinum
mynd: álvur haraldsen