fríggjadagur 30. november 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 30. november 2012
8
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Pól F. Joensen er óivað ein av mest
virdu føroysku yrkjarunum yvirhøvur.
Hóast hann eisini var nógv umhildin
av síni samtíð, so er eingin ivi um, at
hann tíðum provokeraði somu samtíð
meira, enn gott var. Ikki minst var
hann sera speiskur mótvegis kristnu
rørslunum her á landi, og sum før
oyska samfelagið var skipað tá, so
skapti hetta mangan mikla øsing mót
vegis skaldinum.
Saman við restini av heiminum,
so eru Føroyar broyttar. Men broytta
tíðin og ein nútímans hugburður hava
á ongan hátt skakað aktualitetin hjá
sumbiarskaldinum. Meira enn nakar
hevur Hanus G. Johansen verið við til
at hildið lív í yrkingunum hjá Pól F.,
og 18. november – á 114 ára degnum
hjá skaldinum – kom nýggj útgáva á
marknaðin. Hesa ferð við heitinum,
Á fold eru túsund gudar.
Eingin sannleiki
Hanus sjálvur er ivaleysur, tá vit
spyrja hann, um aktualiteturin og
nervin í yrkingunum hjá Pól F. er
hin sami nú, sum hann var í tíðini, tá
orðini vórðu sett saman.
– Sjálvandi eru nakrar av yrkingum
hansara merktar av samtíðini. Eitt nú,
tá hann umrøður sluppirnar, sum tá
vóru. Men spurningarnir, sum hann
nertir við, eru ikki bundnir at tíðini.
Ikki minst tí hann setir spurningar
um lívið og um tankarnar hjá fólki,
sigur Hanus.
Ein partur av tí, sum Pól F. yrkti
um, og sum ofta skapti øsing, var
hansara speirekan av kristindóminum
her í landinum. Er samfelagið einki
broytt í so máta, ella er kristna ment
anin eins fundamental í dag, sum hon
var tá?
– Hon er nógv verri í dag! Men Pól F.
yrkti ongan tíð ímóti kristindóminum.
Men hann yrkti móti teimum, sum
siga seg vera kristin. Eitt nú prestar
og missionerar, sum taka sær patent
upp á átrúnaðin. Nakað sum eg ikki
haldi vera serliga heppið.
– Tí hetta er við til at skapa eina
fanatismu, har átrúnaðarligi spurn
ingurin bert hevur eina loysn. Eg
meini so við. Tað eru milliardir av
fólkum í heiminum, og tey hava all
ar møguligar gudar. Tú kanst ikki
siga, at øll hini eru býtt, bara tí teirra
gudsfatan er øðrvísi enn tín egna.
Tá haldi eg í øllum førum ikki, at tú
hevur hugsað serliga langt.
– Her í Føroyum tykjast vit halda,
at protestantiska fatanin av kristin
dóminum er tann einasta rætta trúgv
in. Og vit í okkara lítla landi eru aftur
býtt í eina rúgvu av bólkum, sum hvør
sær sigur seg hava rætt. Og tosa vit
um kristindómin – sum aftur bara
er ein av fleiri religiónum – so eru
meginparturin av teimum kristnu í
heiminum altso katolikkar, so eg veit
ikki, hví akkurát protestantar skulu
hava meira rætt enn onnur.
Túsund Gudar
Heitið á útgávuni – á fold eru túsund
gudar – sipar til, at tað er átrúnaður
heldur enn kristindómur, sum Pól F.
og Hanus vilja pilka eitt sindur við.
– Tað er tað avgjørt, og eg haldi
ikki, at Pól F. hevði nakað ímóti
kristindómi fram um aðrar átrúnaðir.
Sjálvt heitið er tó fyrsta reglan í tí
aðrari av tveimum yrkingum, sum
vóru útgangspunkt fyri útgávuni.
Upprunaliga eitur yrkingin Eros, men
við loyvi frá soninum hjá Pól F., so
slapp eg at broyta heitið. Eros er jú
sangurin hjá Frændum, so tað vildi
spilt spælið, um eg brádliga hevði eitt
lag við sama heiti.
Á fold eru túsund gudar
Bert ein dyrka øll í verð
Til Eros hin elskhugsheita
Alt livandi offur ber
– Hetta er fyrsta ørindi í yrkingini, og
hon sigur sera væl, hvussu nógv ella
lítið átrúnaður er verdur. Tí gudarnir
eru so ymiskir.
– Saman við eini aðrari yrking var
hendan grundarlagið, tá eg byrjaði
arbeiðið við útgávuni. Tvær yrking
ar, sum eg gjørdi lag til eina ferð í
80'unum, og sum eg nú vildi sleppa
av við.
– Hin snýr seg um eitt par, sum
ferðast frá einari religión til aðra. Tey
fáa børn, sum hvørt eru býttari enn
annað, og fyri hvørt barnið skifta tey
átrúnað í vónini um, at hetta kann
hjálpa teimum. Tey fara alla mylnuna
her heima hjá okkum, og tey enda
sum katolikkar. Tá fáa tey tvíburar,
sum ikki eru petti frægari enn øll hini.
So hóast tey royndu alt í síni tráðan
móti Gudi, so var hetta alt til onga
nyttu.
Men er átrúnaðurin so púrasta
nyttuleysur í tínum hugaheimi?
– Eg haldi ikki, at eg havi stórvegis
nyttu av átrúnaði. Men tað eru fleiri,
sum hava nyttu av honum. Tað gevur
teimum nakað at styðja seg til og at
savnast um. Men eg vildi nú ynskt,
at tey kundu hildið uppat at banka
fólk í høvdið við bíbliuni ella øðrum
lærdum skriftum.
– Í nógvar mátar er hetta jú bert
eitt amboð, sum verður brúkt til at
uppdraga fólk við. Og tá vildi tað ver
ið betri, um vit bara lærdu, hvat er
gott, og hvat er ringt, sigur Hanus G.
Johansen.
– Skaldskapurin hjá Pól F. snýr seg um at seta spurningar um lívið og tankar
hjá fólki. Halda vit veruliga, at okkara fatan av religión er tann einasta
rætta, so hava vit ikki hugsað serliga nógv, heldur Hanus G. Johansen. Saman
við sumbiarskaldinum bjóðar hann aftur trúnni og vanahugsanini av
er bestur
Eingin Gudur
Hanus G. Johansen í nærum
hálva øld hevur virkin partur av
føroyska tónleikaumhvørvinum.
Men hóast hann havt sín
leiklut innan eitt breitt
tónleikaspektrum, so eru tað
fyrst og fremst hansara tulkingar
av yrkingum hjá Pól F., sum eru
vørumerki hansara.
– Tað er kanska ein longri
søga, at tað gjørdist júst so. Eg
byrjaði á mínum guitara longu
í 60’unum, og eins og hjá so
nógvum øðrum, so vóru tað løg
hjá Beatles og øðrum kendum
bólkum, sum fyltu mest hesa
tíðina, sigur Hanus.
– Seinni fór eg at gera bæði
løg og yrkingar, men hetta
seinni mundi ikki liggja serliga
væl fyri. Eg var í øllum førum
sannførdur um, at hetta dugdu
onnur nógv betur enn eg, og
einaferð í 70’unum fór eg so
undir at seta løg til yrkingar hjá
øðrum. Her kom eg sjálvandi
fram til hópin av tilfari, men tá
eg ta einu ferðina kom í holtur
við yrkingasavn hjá Pól F., var at
kalla leyst og liðugt.
– Eg havi ongan tíð kent hann,
men vit hugsa sera líka um nógv
viðurskifti. Hjá øðrum yrkjarum
er tað so, at eg velji einstakar
yrkingar út, sum hóska til mín.
Hjá Pól F. er hendan rúgvan mest
sum ótømandi. Tað fellur mær
sera lætt at gera løg til hansara
yrkingar, og fyri meg sum lista
mann hevur hetta verið funnin
fressur, sigur Hanus.
Pól var funnin fressur