Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-30, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 30. november 2012 11 VIKUSKIFTI Starv? Tænastuumsitari hjá LandsNet. Hví valdi tú júst hetta starvið? Tí tað eru nýggjar avbjóðingar næstan hvønn dag. Hvønn týdning hevur fjalla­ súkkling fyri lívsgóðsku tína? Eg fái pulsin upp, njóti náttúruna, og eitt adrenalin-kick fæst eisini við hvørt. Hvussu nógv fyllir súkklingin í tínum gerandisdegi? Er »ikki nokk« eitt gott svar! Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Næstan øllum, men opera, musicals og Grand Prix er bannlýst á ljóðanlegginum. Taki synd í teimum hátalarum, sum vera útsettir fyri tí. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Kann ikki nevna eitt, men Public Enemy, Rainbow, Eagles, Malk de Kojn og Jamiroqai hava fleiri góð løg, bert fyri at nevna nøkur... Hvussu eru tínir matvanar? Hampuliga sunt uttan at vera fanatiskt. Kemur ann uppá, um tað er upp til kapping ella vanligur dagur. Hvat gert tú í frítíðini? Saman við familju, ein túr á fjallasúkklu, hendingaferð í FIMI. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Tað er fínasta slag, men helst á hjólhesti. Men hevði tað verið eitt lítið sindur meira súkkluvinarligt, hvat veðrið viðvíkur, so hevði tað verið super. Hvør er tín lívrættur? Skerpikjøt, pannukøkur o.m.a. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Ítrótti, Natholdet, Stand-up (nær kemur TV2 Zulu á Televarpið?) Hvør bók liggur á náttborðinum? Um eg hevði eitt náttborð, so hevði »It’s not about the bike« og »Sumpen« nokk ligið har. Ellin er komin so sníkjandi. Havi ikki hugsað um hana higartil yvirhøvur. Bara tá eg síggi myndir av mær sjálvum. Tað er tíbetur ikki ofta. Og spegilin lýgur. Frægast er at fáa sær eitt bakspegil. Eri kanska heldur ikki longur so fimur sum eg var. Men tað kann saktans vera okkurt annað, arbeiðið kanska, at sita tað mesta av degnum og vera neiligur. Men nú ein dagin lá stórur brævbjálvi frá forstandara­skap­ inum í postkassanum. Postakassin, sum var so deiliga tómur nakrar fáar dagar millum tómu lyftini í rúgvum frá øllum, sum vildu í býráðið, og jóla­tómleikan frá handlunum. Tað buldrar í postkassanum, hóast hann er á tremur. Hvat nú, hugsaði eg. Læt upp. Í stóra brævbjálvanum vóru tveir smærri, annar minni enn hin. Og eitt bræv á fínum pappíri: Góði veljari til Eldraráðið. Hvør tramin? Er býráðið farið at reka fyri Ebenezer, bannaði eg. Eitur tað ikki Elstaráðið á fremsta beinki hjá teimum? Nei, eg eri biðin um at velja eldraráð í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal tryggja, at tit, millum annað eg, verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðvíkja tykkum, millum annað mær. Tað var vorðið sum. Verður hoyrdur í viðurskiftum, sum við­víkja mær. Tað hevur ongantíð staðið mær í boði fyrr. Verða hoyrdur í viðurskiftum, sum viðvíkja mær. Havi annars hoyrt, at eingin hoyrir Eldraráðið. Tað eru ikki bara tey, vit, eldru, sum hoyra illa. Eg eri framvegis í móti fólka­ ræði, eisini fólkapensjónistaræði, so eg velji ikki eldraráð. Einki valkort er til hetta valið hjá okkum ikki so fáu úrvaldu byrðatungu. Og atkvøðuseðlin hevur ikki røttu støddina til val­ kortsrammurnar, valevnini eru ov nógv. Aftur til brævið frá kommununi: Valstýrið ynskir tygum, so sanniliga stendur tygum. Vit gomlu eru ikki longur tú, men tygum. Markið millum tú og tygum er altso 60 ár. Hjá mær varar hendan tignin til eg í miðal gerist 79,1 ár sambært aka­demiskari norðurlendskari fram­rokning. Mittasta brævbjálvan kann eg altíð brúka seinni, skal eg senda kommununi eitt bræv, umsókn um rúm á Boðanesheiminum til dømis. Kommunan rindar frí­ merkið. Og frímerkini eru vorðin dýr, hóast tey kosta tað sama, sum tey gjørdu, og støddin er tann sama. Men minni og minni fæst fyri tey. Vit trýss plussarar hava einki val, segði ein. Tvætl, vit sleppa at velja oftari enn øll hini. Vel Jesus, hoyrdi eg onkran siga í Útvarpinum. Visti ikki, at hann stillaði upp. Havi heldur ikki sæð nakað vallyfti frá honum í post­kassanum, ikki frá honum sjálvum. Men okkurt skrambul kemur frá spunasmiðunum. Hann hevur jú nógvar slíkar. Og teir eru verri enn so altíð samdir um vallyftini. Og valskeiðið er langt, tað er ævigt. Valdømini bara tvey, Himmal og Helviti. Jesus hevur annars føðingar­ dag skjótt. Vit eru øll boðin aftur í ár. Eg fari ikki. Eg havi annars staðið í grøvini hjá Jesusi í Jerúsalem (kanska, sum alt annað, kanska var grøvin júst har). Á hurðini stóð á ensk­ um, at Jesus er ikki her, tí hann er risin. Og farin á valfund, kanska. Lívið er ikki bara høpisleyst, tað er eisini ein misskiljing. Aldurdómurin er ein treyta­ leysur dómur, deyða­revsing. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Høgni R. Øster lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Opera, sangleikir og grand prix er bannlýst á ljóðanlegginum Tá Høgni R. Øster ikki er úti í náttúruni á fjalla­ súkklu, lurtar hann eftir øllum sløgum av tónleiki uttan opera, sangleikum og gran prix hittum. Um hann hevði eitt náttborð, so høvdu bøkurnar »It’s not about the bike« og »Sumpen« ligið har Byrðatungur