Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ur, hevur nú endaliga slept ætlanini um, at blokk­ stuð­ul­in úr Danmark til Før­ oya hækkar. Tað segði hann í gjár, tá vit spurdu hann um hetta í Tinganesi, tá formenninir í sam­gong­u­flokk­u­num løgdu fram síni av­rik, sum teir sjálv­ir hava list­að upp. Løgmaður segði annars hart og týðuliga, tá hann kom aftur av samráðingum við stjórn­ina tann 17. januar í ár, at nýggj­ar samráðingar fóru at verða í heyst. Hann segði, at hann hevði avtalað við Helle Thorning- Schmidt, at stjórnin og lands­ stýrið skuldu fara undir kon­ kret­ar samráðingar í heyst. Kaj Leo Johannesen segði seg hava avtalað hetta á fundi við stjórn­ina 16. januar í ár. – Tak ikki feil. Vit fáa hes­ar 200 milliónirnar. Ikki fyrsta árið, men næsta, triðja ella fjórða árið. Tað skulu sam­ ráð­ing­ar til, og vit av­tal­að­u á fundinum i gjár, at tað verða konkretar sam­ráð­ing­ar til heyst­ar. Ikki bara bræv­ a­skifti, ikki bara tel­e­ fon­sam­skifti, sum tá blokk­u­rin varð skor­ in 600 milliónir. So­leiðis segði løg­mað­ur við Deg & Viku 17. januar í ár. Men samráðingar hava ong­ar verið við donsku stjórn­ ina í heyst, og tað verður held­ur ongar samráðingar. – Sum eg havi sagt við Sos­ i­ali­n, so tapi eg ikki sama dyst fleiri ferðir, sigur løgmaður. Hann sigur, at eingin, abs­ o­lutt eingin vilji er hjá donsku stjórn­ini at samráðast um hetta. – Og tað er ikki tí, at tað er eina javnaðarstjórn ella at tað er Helle Thorning- Schimdt. Hon ger faktiskt eitt gott arbeiði. Men tað er held­ur eingin vilji frá Vinstra ella frá andstøðuni til at taka sam­ráð­ingar upp um hetta, sig­ur løgmaður. Soleiðis kunnu vit stað­ festa, at løgmaður nú hevur funn­ið út av tí – sum øll onn­ ur langt síðani hava funnið út av, at tað ber ikki til at hækka blokk­stuðulin aftur, sum før­oy­ingar sjálv­ir hava skor­ið. Tann av­gerð­ in er end­a­lig. – Størsta val­lyft­ ið hjá Sa­m­bands­ flokk­i­num var so­ leið­is eitt flopp. – Upp á ein máta havi eg hug at samanbera hetta við eitt kon­kurs­rytt­ arí. Tú prentar títt blað eitt á­víst stað. Tá skuldin blívur so stór, at kred­i­tor­ ur­in sigur, at nú kanst tú ikki prenta meira, uttan at tú be­tal­ir tína skuld. So sigur man farvæl og takk og fer onkra aðra­staðni at prenta. Soleiðis at man kann upp­trekkja eina skuld og skylda aðr­a­staðni aftur. Hetta burdi faktiskt ver­ið ólógligt! Orðini eigur Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini í Degi og Viku í gjár. Stjórin á Prentmiðstøðini noktaði í gjár at prenta Dimma­lætt­ing, tí at skuld­in var ov stór. Blaðið hevur ikki rindað sambært galdandi gjaldstreytum. Ein herferð móti Dimma­lætt­ing, sig­ur Árni Gre­g­er­sen, sum eisini førir fram, »at tað er alt ov dýrt at prenta á Prentmiðstøðini«. Prentmiðstøðina stovnaðu Sos­i­ al­ur­in og Dimmalætting í juni í 2000. Tað var eitt stórt framstig, at báð­ ar rot­a­tións­press­ur­nar í landi­num kundu leggja sam­an, eft­ir at eitt ætt­ ar­liðs­skifti á Dimma­lætt­ing gjørdi hetta møguligt. Dimma­lætt­ing átti 66 prosent og Sosialurin 34. Prentmiðstøðin varð útbygd, so sum ráð­ini vóru, og vórðu prent­prís­ir­ nir sett­ir so­leið­is, at hetta skuldi bera til. Ætl­anir vóru enntá um at byggja nýggj­an bygn­ing á Sand­vík­ar­hjalla, men hetta varð av ong­um, tá kreppan nær­k­aðist. Men í 2008 fóru tey á Dimma­lætt­ ing í spand­er­i­busk­ur­nar og keyptu bæði Vinn­u­vitan og Viku­Blað­ið. Nú skuldi Prent­mið­støð­in út­byggj­ast, so hon kundi prentað gamla Viku­ Blað­ið upp á 64 síður í lit­um. Men áðr­enn út­bygg­ing­in var liðug, fóru bæði Viku­Blaðið og Vinnu­vit­an á heysin. Sum meirilutaeigari í Prent­mið­ støð­ini var tað Dimmalætting, sum ráddi. Dimma­lætt­ing ráddi eis­ini, tá prís­ir vórðu á­sett­ir – og Dimma­lætt­ ing ráddi eis­ini, tá prís­ir­nir ikki vórðu lækk­aðir. So tá Árni Gregersen sigur, at tað er ov dýrt at prenta bløð á Prent­mið­støð­ ini, so er tað tí, at hann sjálvur hev­ur av­gjxørt, at Prent­mi­ð­støð­in skuldi út­byggj­ast og mo­dern­ i ­s e r ­a s t . Hann hev­ur sjálv­ur gjørt av, at prís­ir­ nir á Prent­ mið­støð­ini ikki skuldu lækka. Í 2010 fór Dimmalætting á heys­in. Eig­ar­ar­nir mistu alt tey áttu, sum fá ár framm­an­und­an var vert om­an fyri 30 mil­l­i­ón­ir krón­ur. Eyð­finn­ur Reyð­berg keypti blað­ið, með­an kred­i­tor­ar fóru av­stað við øll­um ogn­unum. Har­í­mill­ um Prent­mið­støð­ini, sum Nema nú eig­ur 66 pro­sent av, með­an Sos­i­al­ur­in framv­eg­is eig­ur síni 34 prosent. Trup­ul­leik­in er, at Dimma­lætt­ing ikki rind­ar fyri sín­ar tæn­ast­ur. Øll bløð hava somu treytir á Prent­mið­ støð­ini. Tí er tað ein stór­ur trup­ul­leiki hjá okk­um øðr­um, sum royna at reka eina seriøsa for­rætn­ing, har vit gjalda fyri tær tænastur, vit fáa. Tað er ikki ein seriøsur miðil. sum letur onnur gjalda rokningina! Er tað órímuligt at krevja, at tú rindar fyri tað tú keypir? Tað var tann tíð, tá jólatræið hjá kommununi var træið í Vágstúni. Ídag er øðrvísi, átta trø verða sett upp ymsastaðni í kommununi. Maller Jacobsen, ið stendur fyri uppsetingini sigur, at tey átta trøini verða sett upp á Norðoyri, í Vágstúni, við Bókasavnið, Ánunum, í Árnafirði, á Trøllanesi í Mikladali og í Svínoy. Jólatræið í Vágs­túni verður tendr­að   fríggj­a­ kvøld­ið 7. desember kl. 19.30. Han­us á Gørðum, prest­ur heldur røðu Klaks­vík­ar Hor­n­or­kest­ur spælir. Jólatræið á Norðoyri tendr­ar fríggj­a­kvøld­ ið 7. des. kl. 18.00 Jógv­an Ravns­fjall held­ur røðu og Klaks­vík­ar Horn­ or­kest­ur spælir. Jólatræið í Árnafirði verð­ur tendrað hósdagin 6. des­ember kl. 16.30 Han­us Poulsen heldur røð­u og Klaksvíkar Horn­o­r­ke­stu­r spælir   Jólatræið á Trøllanesi verð­ur tendr­að   hós­ kvøld­ið 6. des. kl. 18.00 Magn­us Brahé Jørg­ en­sen, prest­ur tal­ar – Klaks­vík­ar Horn­or­kest­ur spælir. Jólatræið i Mikladali verð­ur tendrað hós­ kvøl­d­ið 6. des. kl. 19.00 Magn­us Brahé Jørg­ en­sen, prestur talar – Klaksvíkar Horn­or­kest­ur spælir. Sam siglir í hesum sam­ bandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bus­ sur er við í ferðini. Jólatræið í Svínoy verð­ur tendrað leyg­ ar­dag­in 8. des. kl. 16.00 Óli á Geilini heldur røðu Klaks­víkar Horn­or­kest­ur spælir. Ritan fer av Hvanna­ sundi kl. 14.45 og av leig­u­ ferð av Svínoy kl 17. Løgmaður droppar blokkin Høv­ uðs­stað­ur í fram­tíð­ar frásjón Andrea Heindriksdóttir kjak á síðu 19 Doll­ in­ skapti heimssøgu í Congo Miðvikan á síðu 20-21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 óseriøst at lata onnur gjalda Átta jólatrø í Klaks­ vík­ar Kommunu