Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvsøki Sum partur av KT-tænastuni á Setrinum, verður arbeiðsøkið hjá tær í høvuðsheitum at stuðla virkseminum á Megin- deildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Tú fært ábyrgd- ina av, at teldur og KT-amboð á megindeildini virka nøkt- andi í dagliga arbeiðinum. Arbeiðið fevnir um samstarv við granskarar, undirvísarar, lesandi og fyrisitingar- og tøknistarvsfólk á megindeildini, umframt samstarv við aðrar partar av Fróðskaparsetrinum um felags KT viðurski8i hjá stovninum. Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um at: • seta upp og viðlíkahalda Windows, Mac og Linux brúkarateldur • seta upp og viðlíkahalda samband millum brúkarateldur og aðrar KT-eindir • innleggja nýtsluforrit og KT-skipanir á brúkarateldur • halda neyðuga dátutrygd KT-vørður til Setrið Eitt fulltíðarstarv sum KT-vørður á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. januar 2013 ella skjótast til ber. Førleikakrøv Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvs- evni og jaligan hugburð. Vit vænta, at tú hevur: • KT-útbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving • viðkomandi royndir í forritan • góðan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt Fróðskaparsetrið er í eini bygnaðarligari tillagingartíð, og tú má tí kunna tola møguligar broytingar, ið standast av, at Setrið er farið undir at miðsavna ávísar uppgávur. Setanarviðurski8i Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Freist Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. desember 2012. Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo ella Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla Simonsen, KT-leiðara, olis@setur.fo, tlf. 29 25 15 ella til Hans Paula Joensen, dekan, hanspj@setur.fo, tlf. 29 25 08. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo