Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein – Dimmalætting eigur at fáa frið at geva út blaðið og eig­ ur ikki at verða hundsað av ein­um mono­pol­s­tovni, sum Prent­mið­støðini, sum er eitt úrslit av krøv­um frá bank­u­ num. Hetta var partur av við­ merk­ing, sum Kjart­an Hoy­ dal, fisk­i­frøð­ing­ur, og mill­um ann­að fyrr­ver­andi nevnd­ar­ for­mað­ur í At­lant­ic Pet­r­o­l­e­ um, hevði til grein á port­ali­ num, har orr­ust­an mill­um Prent­mi­ð­støð­ina og Dimma­ l­ætt­ing varð umrødd. Nú er Kjartan Hoydal ikki hvør sum helst. Um­framt at hann hev­ur røkt fleiri á­lit­ is­sess­ir her á landi og utt­an­ lands, so hev­ur hann eis­ini í nógv ár ver­ið ein fram­stand­ andi per­són­ur í før­oysku loys­ing­ar­rør­s­l­uni og í­mynd av víð­gongda vinstr­a­veing­i­ num í Før­oy­u­m und­ir kalda kríg­n­um. Mill­um ann­að var hann sera ak­tiv­ur í á­tak­i­num Hes­u­ferð, har hann mill­um ann­að sendi út teld­u­bræv, har heitt varð á tjóð­veld­is­ fólk um at venda tá­ver­a­ndi løg­manni bak­ið. Faktuelt er tað skeivt, tá Kjart­an før­ir fram, at Prent­ mið­støð­in var úrs­lit av krøv­ um frá bank­u­num. Prent­ mið­støð­in var stovn­að sum ein skil­a­góð sam­an­renn­ing av á­huga­mál­um hjá Dimm­ a­lætt­ing og Sos­i­al­i­num, sum und­an hes­um hvør í sín­um lagi prent­aðu síni bløð. Tað vildi verið skilaleyst at framt út­bygg­ing­ar hvør í sín­um lagi, og tí varð avgerð tik­in um at gera fel­ags Prent­mið­ støð. Ein loysn, sum hevur víst seg at rigga væl, og sum eis­ini stóð sína roynd, hóast Dimma­lætt­ing mátti geva skarv­in yv­ir, tá risa-sats­ing­ in við Vik­u­blað­num og Vinn­ u­vit­an mis­eydn­að­ist. Vanliga verður Kjartan rokn­að­ur sum skila­mað­ ur, men heldur hann, at »Dimma­lætt­ing eig­ur at fáa frið at geva út blaðið«, uttan at teir skulu gjalda fyri hetta, so er okk­urt rívandi galið við log­ikk­i­num. Ella er hug­sjón­ in hjá Kjart­an Hoy­dal, at tú slett ikki nýtist at gjalda fyri tað, tú keypir? Prentmiðstøðin hevur í fleiri um­før­um mist stórar upp­hædd­ir, tá bløð eru farin av knór­a­num. Tað hendi, tá Vinnu­vitan og Vik­u­blað­ ið góv­u­st, og tað hendi so sann­iliga eisini, tá barnið hjá Kjart­ani og onds­fel­øg­um hans­ara – Fregnir – fór av knór­a­num. Prent­miðstøðin og harvið eis­ini Sosialurin hava longu gold­ið okkara ríkiliga part av blað­útgávum, sum ikki vóru burð­ar­dyggar, og vit kunnu í øll­um førum sláa fast, at tað tíma vit ikki longur. – Og Kjartan, sjálvt um tú heldur, at summi bara skulu sleppa at renna undan rokn­ ing­ini, so gongur tað bara ikki. Ivaleyst var betur, um Kjar­t­an helt seg til fisk­i­ vinn­una, har hann er ein av okk­ara stóru kapacitetum. Bú­skapi hevur hann so eftir øll­um at døma ikki skil fyri. Halt teg til fiskin Kjartan Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sjúrður Skaale harmast í grein á síðu 20 í blaðnum dag, at ein lýs­ing­ ar­vinna verður hótt, um Kring­varp­ ið ikki sleppur at senda lýsingar. Til tað kunnu vit siga, at tað hev­ur longu rakt eina aðra priv­ata vinnu hart, at Kringvarpið slepp­ur at avlaga kappingina á fjøl­miðl­ a­markn­að­i­num við tað, at Kring­ varp­ið, sum er ein skatta­inn­krevji, kapp­ast við privatar miðlar um hand­ils­lýs­ing­ar. Hetta hoyrir stutt sagt onga­ staðni heima! Fjølmiðlasemjan á sinni, sum varð gjørd um, at lýsingarnar í Kring­varp­i­num skuldu nið­ur­lag­ast eft­ir fimm ár­um, gav okkum fagrar vón­ir. Hetta var ein góð semja, sum gav priv­atu miðlunum eina vón. Eina so stóra vón gav hon okkum í Miðl­a­húsinum, at vit gjørdu av at keypa eina út­varpss­tøð, tí við hesi fjøl­miðl­a­semju, sum politikararnir stungu út í kortið, skapti tað grund­ ar­lag­ið, sum skal til fyri at dríva eina priv­ata útvarpsstøð. Lær­dómurin av hesum er – sum vit kanska áttu at vit­að framm­an­ und­an – at tú skalt ikki trúgva upp á pol­it­iskar semjur. Tú skalt í øllum før­um ikki leggja tær vinn­u­ligt virk­semi til rætt­is eft­ir pol­itisk­um út­meld­ing­um, tí tær eru sum oftast, sum vind­ur blæsur. Ført hevur verið fram, at starvs­ fólk­a­talið í Kringvarpinum er farið úr 118 fólk­um niður 85 og nú niður á eini 75. Slíkt á­virk­ar sjálv­andi ein stovn, sum Kring­varp Før­oya. Men tann pri­v­ati part­ur­in av fjøl­miðl­ u­num hev­ur mist nógv fleiri fólk, enn Kring­varp­ið. Fara vit eini fimm ár aft­ur í tíðina, so vóru eisini um 118 fólk í starvi hjá Dimma­lætt­ing og Sos­i­al­i­num til­sam­ans. Hes­in starvs­fólka­hóp­ur fyll­ir til sam­ans ikki 50 í dag. So Sjúrður Skaale og øll onnur, sum gera seg til talsfólk fyri, at vit fram­yvir skulu blanda pub­lic ser­vice og komm­er­si­ell á­huga­ mál: Gloym­ið tað! Tað bara oyð­i­ legg­ur Kring­varp­ið, og tað gagn­ar ikki priv­atu miðl­u­num! Sjálv­andi kann ser­skip­an ger­ast fyri sjón­ varp, tá vit bara hava eitt sjón­varp í Føroyum. Men tað er ikki gald­andi fyri út­varps­lýs­ing­ar. Skulu vit hin­ vegin varðveita lýs­ing­ar­nar í Kring­ varp­i­num, so má kring­varps­gjald­ið broyt­ast. Tað ber ikki til at fíggja Kring­varp­ið við skatti og lýs­ing­ um. Tek­ur løg­ting­ið lýs­ing­ar­nar frá priv­atu miðl­u­num, so kann løg­ting­ ið eins væl geva priv­atu miðl­u­num part av kring­varps­skatt­i­num. Men tað er ikki eitt upp­skot, sum vit mæla til. Vit biðja bara um frið fyri pol­ it­isk­ari upp­í­bland­ing. Latið tað al­ menna vera al­ment og tað priv­ata priv­at, so skal tað nokk ganga! Privatir miðlar vilja hava frið at kappast um lýsingar Tað er ikki lukkuligt, sum tey á Dimmu leika í, nú Pren­t­mið­støð­in hev­ur lang­að kass­an í og sagt, at um Dimma ikki rind­ ar fyri prent­ið, so verður blaðið ikki prent­að. – Prent­mið­støð­in skal ikki be­stemma, um Dimm­a­lætt­ing kem­ur út ella ikki, sig­ur blað­stjór­ in, sum týðu­liga er firt­in um, at tað fær av­leið­ing­ ar, at hann ikki rind­ar fyri sínar tænastur. Og at hjálpa sær hevur hann fing­ið blaðmannin, Svein Trónd­ar­son, sum ikki himpr­ast við at seta trúvirði hjá sær sjál­v­um í vanda fyri sak­ina. Í drúgvari – og púra ó­kritisk­ari og keldu­leysari grein í blað­num í gjár leggur hann fram kon­spir­a­tións­te­ o­ri­irn­ar hjá Eyð­finni Reyð­ berg og Árna Gregersen um kom­plott­ið hjá Ba­nk­Nor­d­ ik og Nema um, at bankin vil hava Dimm­a­lætt­ing og Sos­ial­in løgd saman til eitt blað, soeliðis at úrslitið hjá Nema kann betrast. Hetta komplott kenna vit ikki á Sosialinum. Men utt­an iva er hetta ein roynd at leggja royk­slør yv­ir ver­ u­liga trup­ul­leik­an – og geva fólki ta fat­an, at skil­ið helst er líka ringt hjá Sos­i­ali­num, sum hjá Dimmu. Men so er ikki. Sos­i­al­ ur­in rindar fyri allar sín­ar tæn­ast­ur. Sos­i­al­urin hev­ur onga banka­skuld, og Miðla­ fel­ag­ið, sum eig­ur Sos­i­al­in, røk­ir all­ar sín­ar skyld­ur mót­veg­is bank­a­num. P/F Sosialurin hevur eina eg­in­ogn upp á 7,7 mill­ i­ón­ir krón­ur. Árs­úrs­lit­ið í fjør var ein vinn­ing­ur upp á 1,3 mill­i­ón­ir krón­ur, og úrs­lit­ið í ár verð­ur á sama støði. Eginognin hjá Dimmu var á nýggj­ár­i­num min­us 1,5 mil­l­i­ón. Árs­úrs­lit­ið í fjør var min­us 600.000 kr. Offra trúðvirði... Alment alment og privat privat Vitan, betong og fosturlands­ kærleiki? Edmund Joensen tíðargrein á síðu 19 Tá ið mast­r­ar og um­heim­ur hvørva Dorit Hansen Eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HÓSDAGUR 6.DESEMBER 2012 Nr. 238 t 135. árgangur t Vika 49 t www.dimma.fo t Tlf. 790200 t Kr. 20,00 Dimmalætting ger munin hvønn dag. Eitt blað, sum á ein spennandi hátt lýsir, greinar og kveikir og setir tíni áhugamál fremst. Lesarin er kjarnin í okkara journalistikki Advokatrokning til TAKS: 5 mió. fyri tapt sakarmál Trælaleikur undir jólatrænum INNANLANDS síða 3 INNANANDS síða 2 Fiskivinnan: Nýskipan uttan nýskipan INNANLANDS síða 2 - trygt og ómakaleyst til hús www.inni.fo WWWTAXIFO VITSVARAALTSAMD’GNIž VITSVARAALTSAMD’GNIž Range Rover Evoque THE PO OF PRESENCE WER O Range Rover Evoque THE POWER OF PRESENCE Staravegur 1-3 · 110 Tórshavn · Tel: 31 35 35 · Fax: 31 77 35 · info@bm.fo · www.bm.fo Bilin keypa vit sjálvandi frá Landsskatturin tódnaður 4% INNANANDS síða 6 DIMMALÆTTING OG SOSIALURIN: BANK NORDIK VIL HAVA SAMAN LEGGING Dimmalætting hevur flutt alt prentvirksemið til Danmarkar eftir drúgt stríð millum Prentmiðstøðina og Nema øðrumegin og Dimmalætting hinumegin. Orrustan hevur træðrir inn í ovastu leiðsluna í Bank Nordik, sum vegna síni kapitaláhugamál vil hava Dimmalætting og Sosialin at leggja saman Tilgjørd mynd: Heini Gaard INNANLANDS Síða 4-5