Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 7. desember 2012 14 VIKUSKIFTI AFTURLIT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sum so nógv onnur góð hugskot, so byrjaði Ghetto Føroyar, tá nøkur vinfólk sótu og býttu eina bjór. Hugskotið í sær sjálvum var ikki kollveltandi nýtt, tí tað er sætt áður, at føroyingar gera útvarp fyri føroyingar úr Keypmannahavn. Men hesi vinfólkini vóru sannførd um, at føroyskt útvarp úr Danmark hevði riggað. At føroyskt útvarp úr Danmark var umráðandi at fáa á skrá júst nú, tí støðan í heimlandinum kravdi tað – meiri ella minni. Kjakið um fólkafráf lyting var í hæddini. Heilaflýggjanin var veruleiki. Serliga árgangurin millum 20 og 30 vantaði, tí hetta var aldursbólkurin, sum leitaði sær burtur í onnur lond at nema sær útbúgving. Og tað endurspeglaðist í føroyska samfelagnum. Servitanin vantaði. Arbeiðsmarknaðinum tørvaði hesi fólkini. Tey vóru saknað í orðaskiftinum. Vóru ikki til staðar á politiska pallinum, og á mentarnarøkinum spældu tey ein ógvuliga avmarkaðan leiklut. Og tó. Tí tá hesi fólk, annaðhvørt tey eru tónleikarar, løgfrøðilesandi ella limir í Meginfelag Føroyskra Studenta, eru í Føroyum, so eru tey sanniliga við at mynda gerandisdagin. Men tað er í høvuðsheitum um summarið og um jóltíðir, tað vil siga í avmarkaða tíð. Ghetto Føroyar skuldi broyta hetta. Sendingin, sum nøkur lesandi – øll við drúgvum royndum úr føroyska fjølmiðlaheiminum – tóku stig til, skuldi taka útgangsstøði í teimum lesandi og teimum útisetum, sum vóru í Keypmannahavn – ella í øllum førum ikki vóru í Føroyum. Sendingin skuldi vera fyri henda málbólkin, men so sanniliga eisini fyri føroyingar í Føroyum. Og soleiðis gjørdist Ghetto Føroyar veruleiki. Ein útvarpssending við teimum fólkunum, sum ikki vóru í Føroyum, soleiðis at mentanarliga, fólkaræðisliga, politiska og fólksliga vakuumið, sum er úrslitið av drúgvu og ógvusligu fólkafráflytingini, ikki kennist eins stórt og tað í veruleikanum var. Í løtuni stendur tað við og versnar við fólkafráflytingini. Tað broytti Ghetto Føroyar ikki, men tað var heldur ikki endamálið við sendingini. Sendingin var gjørd av nøkrum fólkum, sum ikki eru serliga væl umboðað í Føroyum. Gestir í sendingini vóru í stóran mun fólk, sum somuleiðis ikki vóru serliga væl umboðað í Føroyum. Ung fólk undir útbúgving. 20 sendingar vórðu framleiddar. Fyrstu fýra sendingarnar úr einari kollegieíbúð á Sofiegarðinum. Seinni flutti sendingin í aðra kollegieíbúð, hesaferð á Øresunds kollegienum, áðrenn Bank Nordik legði høli til seinastu 12 sendingarnar. 20 tónleikarar og umleið 100 gestir hava vitjað Ghetto Føroyar. Tónleikararnir hava syrgt fyri tónlist á hægsta stigi, meðan hinir gestirnir hava skift orð um alt frá fólkafráflyting, føroyskari kjaksiðvenju til barnsburð og nær tað er hóskandi at fáa sær børn. Harumframt hevur sendingin talt eina ørgrynnu av portrettum av útisetum, reportasjum frá tiltøkum, klummun, miðlasøgum og øðrum fastum tættum. Hesi fólkini og hesir tættirnir hava øll syrgt fyri, at 20 konstruktivar, til tíðir speiskar, men kortini væl meintar sendingar fóru í luftina, soleiðis at ein bólkur, sum ikki er so sjónligur í Føroyum, fekk sína rødd – í eina tíð um ikki annað. Punktum er sett, og Ghetto Føroyar er sent fyri seinastu ferð. Eitt talurør hjá teimum fólkunum, ið ikki eru at finna í føroyska samfelagnum, er tipt. Tilsamans gjørdist talan um 20 sendingar og 40 tímar av radio, sum útisetar hava gjørt við útisetum sum gestum Ghetto Føroyar Farvæl • Rannvá Jacobsen • Hans Edward • Rannvá Lützen og Jógvan Ósá • Margreta á Rógvu • Stanley Samuelsen  • Høgni Lisberg • Uni Debess  • Høgni Reistrup  • Knút Háberg Eysturstein • Eivør • Dánjal á Neystabø  • Finnur Koba  • Arnold Ludvíg • Fróði Hansen • Heini Corfitz  • Helena Heinesen Rebensdorff • Sakaris • Jensia Højgaard Dam • Heiðrik á Heygum • Rannvá Jacobsen og Sveinur Dam Hesi framførdu í Ghetto Føroyum: Teknikkarin Búgvi Øster hevur arbeitt undir nógvum ymsum umstøðum