mánadagur 10. desember 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
At summir samfelagsbólkar eru
betri fyri enn aðrir kemur javnan til
sjóndar. Vit hava so mangan speirik
ið politikarar, sum kunnu áseta sín
ar egnu lønir, sínar egnu frádráttir,
og sum kunnu fáa skattafrí ískoyti
sum teimum lystir – ískoyti, sum
eingin annar samfelagsbólkur fær.
Men aðrar stættir í samfelagnum
eru eisini, sum kunnu skriva rokn
ingar, sum teimum lystir.
Herfyri vístu vit her á síðuni á,
hvussu advokatur í skattamálinum
millum gøtumenn og Taks smurdi
sær knívin við milliónarokning til
skattavaldið.
Í dag skal løgtingið gera av, um
játtaðir verða eyka pengar til eyka
útreiðslur, sum Taks hevur fingið
av at føra eitt rættarmál móti gøtu
monnum – eitt rættarmál, sum Taks
tapti.
Vit kunnu halda um hetta rætt
armál, tað vit vilja. Rætturin hevur
talað, og Taks tapti málið, sum
snúði seg um, at Taks metti tað sum
kamuflerað vinningsbýti, tá parta
eigarar í P/F Vinnuni í Gøtu seldu
egin partabrøv við stórum vinningi.
Taks ásetti skattin til góðar 53 mill
iónir, sum partaeigararnir valdu at
gjalda, samstundis sum teir stevndu
Taks eftir pengunum.
Og at hetta var ein góð íløga fyri
partaeigararnar at gjalda skattin
og stevna og vinna skuldi vísa seg,
tí rentan, teir fáa er 15,5 milliónir
krónur.
Vit kunnu siga, at Taks átti at
kent sínar egnu reglur, so ein slík
stevning átti at verið óneyðug. Pol
itikararnir – og ráðgevarar teirra –
hava valt at gera skattareglurnar so
»fløktar«, at slíkur partabrævahand
il er púra lógligur. Tað vistu polit
ikarar, sum vórðu ávaraðir – men
kortini valdu at at samtykkja lóg
aruppskotið á sinni. Tað vistu eisini
ráðgevarnir
hjá
politikarunum,
sum soleiðis eisini hava ráðgivið
hundraðtals milliónir úr partafel
øgum í privatar lummar.
Men tað er ikki nóg mikið við tí,
at partaeigararnir hava gjørt eina
góða íløgu, tí slíkt rættarmál er
sanniliga gott fyri advokatstættina
eisini, sum altíð megnar at gera sær
dælt, um tað so gongur illa, ella um
tað gongur væl, so vinnur advokat
urin altíð.
Og báðir advokatarnir vinna í
hesum máli. Advokatar hjá parta
eigarunum fáa 3,5 milliónir krónur,
meðan advokaturin hjá Taks – altso
advokaturin, sum tapti málið – fær
2,5 milliónir.
Tað er okkurt, sum ikki ruggar
rætt í okkara rættarsamfelag, tá
eitt slíkt mál skal geva útvið sjey
milliónir krónur í advokatrokning
um, tí at Taks ger eina roynd at fáa
skattakrónur í kassan. Og hvussu
ber tað til, at man kann tjena so
nógvar milliónir fyri at tapa eitt
mál fyri Taks?
Ei undur í, at ein ein almenn
útreiðsla upp á 53 milliónir endar
uppi á 75 milliónum.
Advokatarnir vinna
eisini tá teir tapa...
– Tað sær út til, at tað al
menna hevur ynski um at
krevja hægri skatt til rakst
ur av Aktsovuni.
Tað heldur Føroya Ar
beiðsgevarafelag.
– Hetta hóast vit eru
millum tey, sum rinda mest
í avgjaldum í heiminum,
tá tað kemur til bilakeyp
og bilarakstur. Føroyingar
rinda í dag milliónir í brenn
ioljuavgjaldi,
vektskatti,
skrásetingargjaldi, tollav
gjaldi, co2 avgjaldi og meir
virðisavgjaldi í sambandi
við at hava bil. Gjøld sum
gera bilakeyp til eina púra
óneyðuga stóra útreiðslu.
Fyri at fremja veruligar
nýskipanir av almenna geir
anum – heldur Føroya Ar
beiðsgevarafelag – er neyð
ugt yvir tíð at endurskoða
alt
almenna
virksemið.
Støða má takast til, hvørjar
tænastur almennu Føroyar
skulu veita. Hvat er neyðugt
og rímiligt? Og hvat kann
tann privata vinnan eins
væl veita?
– Hetta kundi verið at
útveitt
rakstraruppgáv
ur hjá almennum stovn
um sum t. d. Akstovuni og
Landsverki, har stórir part
ar av fíggjarætlanini hjá
stovninum fer til rakstur,
sum eins væl kundi verið
gjørdur av privatu vinnuni.
Í staðin skulu almennu
stovnarnir miðsavna seg
um at hava holla verkætlan
arleiðslu fyri at hava neyva
uppfylging av útveittum
tænastunum.
Endamálið við útbjóðing
av almennum uppgávum
er umvegis kapping at fáa
størri effektivitet í tann al
menna sektorin og tryggja,
at almennir pengar og til
feingi verða gagnnýttir á
best møguligan hátt.
Í Føroyum hava útbjóð
ingar ikki rættiliga vunnið
frama. Ávís økir eru boðin
út, eitt nú busskoyring og
innsavning av ruski í Tórs
havnar kommunu og hetta
hevur riggað væl.
Føroya
Arbeiðsgevara
felag heldur, at landsstýrið
framyvir eigur at raðfesta
útveiting hægri og miðvíst
arbeiða við, hvussu hetta
kann gerast.
Landsstýrið raðfestir
ikki útveiting
Advokatar duga við pengum
Føroya
Arbeiðsgevarafelag
hevur als ikki somu støðu
sum landsstýrið, tá tað snýr
seg um útveiting av almenn
um tænastu. Í skrivi í dag sig
ur felagið seg hava ta áskoð
an, at tað almenna skal hava
kapping fyri á tann hátt at
fáa sum mest møguligt fyri
skattgjaldarans pening.
Felagið vísir á, at kanning
ar uttanlands vísa, at í krepp
utíðum minkar privata virk
semið, meðan tað almenna
virksemið veksur.
– Fyri at bøta upp á hetta,
verður skotið upp, at ein mið
vís útveiting verður gjørd,
við tí endamáli at skapa
virksemi
á
vinnuligum
grundarlagi og at mikna
um almennu útreiðslurnar.
Hetta verður í okkara grann
alondum ofta gjørt við at
bjóða út uppgávur sum rein
gerð, rakstur av kantinum,
vaktartænastu, viðlíkahald
av bygningum, KT-tænastur
og rakstur, koyring og verk
staðararbeiði v.m., sigur Før
oya Arbeiðsgevarafelag.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður, segði herfyri,
at tað at »sýna bilar skal ikki
vera ein uppgáva hjá privat
um verkstøðum«.
– Hetta verður sagt, hóast
tað eru 11.000 bilar, sum bíða
eftir at sleppa til regluligt sýn,
sigur arbeiðsgevarafelagið.
Felagið vísir á, at nøkur
verkstøð eru góðkend at
vátta, at sýnsskaðar verða
umvældir. Tá kann kundin
fara til verkstað eftir at hava
fingið krossar frá Akstovuni
at gera skaðan uttan at møta
uppaftur til sýn hjá Akstov
uni. Í slíkum førum sendir
góðkenda verkstaðið eina
váttan til Akstovuna.
Í Danmark eru tað privat
ar fyritøkur, sum sýan bilar.
Umvælingar verða gjørdar á
øðrum verkstøðum. Arbeiðs
gevarafelagið heldur, at við
eini slíkari skipan fær man
ikki fleiri krossar, enn neyð
ugt.
– Hetta kann ivaleyst eisini
gerast í Føroyum. Tað kundi
verið eitt krav, at sýn verður
framt á einum verkstað 1,
meðan umvælingin verður
gjørd á einum verkstaðið
2. Uppgávan hjá Akstovuni
kundi so verið at havt eftir
lit við bilverkstøðum, heldur
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Privat eiga at sýna bilar
Alarm
erandi av
rikslisti
Kristina Háfoss
kjak á síðu 20
Kaj og
Jørgen
lúgva
Teitur Vágadal
kjak á síðu 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000