mikudagur 21. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jákup Mørk
Ta› er ikki meira enn ta› sæst á kortinum.
Oure, ein lítil bygd á landsy›ningshorni-
num á Fjóni. Koyrir tú eftir høvu›svegn-
um, tekur ta› kanska einar tveir tríggjar
minuttir, so er b‡urin aftur um at hvørva í
bakspeglinum.
Hóast ikki serliga stórt í vavi, so er tó
okkurt áhugavert í b‡num. Í sunnara
endanum av b‡num eru nevnliga fleiri stór-
ir bygningar, og eitt skelti bo›ar frá, at her
liggur Ítróttaskúlin í Oure.
Nógv venjing
Ein av næmingum í skúlaskei›num, sum
nú er um at vera runni›, er havnardrong-
urin, Finn Mørk, sum seinasta hálva ári›
hevur búleikast á skúlanum millum hópin
av ø›rum næmingum.
Her heima kenna vit hann einamest frá
fót- og hondbóltinum, har hann um summ-
ari› hevur spælt vi› fremstu li›unum hjá
B36 og í fjør B68, me›an hann um
veturin hevur roynt seg á fyrstudeildarli›-
num hjá Neistanum.
Í Oure er ta› tó fótbólturin, sum hevur
fingi› hægstu ra›festing, og hægsta
ra›festing her ni›ri er ikki so líti›. Finn
grei›ir frá, at einir 20 venjingar-tímar eru
hvørja viku, og tá hann harumframt eisini
hevur melda› sum lim í einum fót-
bóltsfelagi, sum liggur skamt harfrá, fara
venjingartímarnir at liggja upp ímóti
teimum 25 um vikuna.
Hendan fyrrapartin, sum vit n‡ttu til
vitjanina, hev›i Finn tó frí, men kortini var
ikki torført at finna fram til hansara. Ta›
var bara at halda beina lei› oman til
fótbóltsvøllin á skúlanum, har hann saman
vi› ø›rum næmingum var í fer vi› at
avgrei›a eina innanhysis kapping í fótbólti.
Hevur leingi
veri› ætlanin
Finn grei›ir frá, at hann leingi hevur havt
ætlanir um at fara á ítróttaháskúla. Hetta
hevur jú veri› vanligt millum føroyskar
ungdómar í fleiri ár, og ta›, sum hann
hev›i hoyrt um hesar, var so at siga bara
positivt.
Ta› er tó ikki bara at siga ta›, solei›is at
fara á skúlan. Fyrst skal naka› væl av
peningi skavast saman. Einar 30.000
kostar uppihaldi› á skúlanum, men hóast
hetta kann tykjast nógv, so er Finn sann-
førdur um, at man veruliga fær naka› fyri
hesar pengar.
Læturíkt
Sjálvandi hevur ítottaligi parturin nógv at
siga. Vælútbúnir venjarar/lærarar syrgja
fyri, at ástø›iligi parturin av frálæruni er í
lagi. Ta› er nevnliga solei›is,a at umframt
ta› venjing, sum ein sjálvur fær, so gevur
skúlaskei›i› eisini møguleika fyri at taka
venjaraprógv í teirri grein, sum man hevur
valt.
Umframt at fáa undirvísing frá teimum
lærarum, sum eru kn‡ttir at skúlanum,
veråa fyrilestrar av ymsum slag eisini
hildnir, og tá eru ta› aloftast fólk, sum
spæla ein aktivan leiklut í toppinum av
donskum ítrótti. Eitt nú grei›ir Finn frá, at
venjarin hjá donsku jarnkvinnunum, Jan
Pytlick hevur hildi› ein fyrilestur, me›an
nakrir av bestu rógvarunum eisini hava
greitt frá, hvussu teir fyrireika seg á besta
hátt.
- Hesir fyrilestrar haldi eg havi veri›
rættuliga áhugaverdir, tí her veitst tú, at
talan er um fólk, sum veruliga hava
royndir innan ítrótt á hægsta stø›i, og tí
ver›a evnini, sum teir umrø›a, eisini meira
ítøkjulig, heldur Finn
T.d. var ta› sera áhugavert at hoyra
rógvararnir grei›a frá, hvat skuldi til, fyri
at halda seg millum teir bestu í heiminum.
Sálarligi parturin hevur í hesum sambandi
sjálvsagt ótrúliga nógv at siga, tí hvørji mál
eru eftir at røkka, tá tú longu ert blivin
heimsins besti? Harumframt hava hesir
sjálvandi eisini eitt lív vi› sí›una av ítrótt-
ini, og hóast nógvu venjingartímarnar, skal
sjálvandi eisini vera rúmd fyri lívinum
saman vi› familjuni.
Ikki bara ítróttur
Ta› er tó ikki bara ítrótturin, sum stórur
dentur ver›ur lagdur á, tá tú ert á skúla-
num.
Tá so nógv fremmandafólk eru savna›,
ver›ur sjálvandi eisini lagdur stórur dentur
á sosialu samverúna, og hetta lærir ein
sjálvandi eisini ótrúliga nógv av.
Tú skalt jú kunna liva saman vi› hesum
fólkum í fleiri mána›ir, so onkursvegna
skal alt rigga saman hesa tí›ina.
Fyri at samansjóa allar næmingarnar,
hava veitslur av ymsum slag veri› hildnar,
men kanska mest spennandi parturin
hevur veri› fer›irnar, sum eisini ver›a
fyriskipa›ar á skúlanum. Sjálvur hevur
Finn veri› vi› skúlanum í Onglandi, har
tey millum anna› hugdu eftir Premier
League fótbólti, og einki er at siga til, at
hetta er ein uppliving av teimum heilt stóru.
Hann heldur, at ta› alt í alt ver›ur gjørt
rættuliga nógv fyri, at næmingarnir skulu
kenna seg so væl á skúlanum, sum
yvirhøvur tilber, og hetta tykist eisini at
hava eydnast rættuliga væl.
Finn er heldur ikki í iva, tá vit at enda
spyrja hann, um hetta er naka›, sum hann
vil vi›mæla ø›rum ungdómum at royna.
- Ja, so heilt avgjørt. Uppihaldi› á
skúlanum er ein ótrúliga stór uppliving,
sum eg ikki vildi veri› fyri uttan, grei›ir
hann frá.
– Tú lærir eina rúgvu í allar mátar, og
einki er at ivast í, at hetta eisini fer at koma
til gó›ar seinni í tilveruni. At ta› so sam-
stundis er ótrúliga stuttligt og spennandi,
ger ta› so avgjørt ikki verri.
Hetta vil eg vi›mæla øllum at royna
Seinasta hálva ári› hevur Finn Mørk úr Havn veri› á ítróttaháskúla í Oure. Hann er ikki í iva um, at talan
hevur veri› um eitt sera læruríkt uppihald, har tú umframt at læra eisini hevur ta› ótrúliga stuttligt
Sum um nakrir og tjúgu
venjingartímar um vikuna
ikki vóru nóg miki›, so var
hann eisini at finna á
fótbóltsvøllinum hendan
fyrrapartin, tá hann
annars hev›i frí
Nakrir hundra› næmingar ganga á skúlanum, og øll búgva hesi saman í størri og smærri húsum, ella smáttum
Finn hevur valt seg inn á linjuna fyri bóltspøl, har hann hevur fótbólt sum høvu›sgrein. Hetta merkir,
at einir 20 tímar um vikuna fara til venjingar á skúlanum