mikudagur 12. desember 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í oddagrein í Dimmalætting
um vikuskiftið, har blað
leiðslan
á
Dimmalætting
roynir at geva øllum møg
uligum øðrum orsøkina til,
at Dimmalætting aftur er
komin sær í fíggjarligt óføri,
brikslar blaðstjórin okkum á
Sosialinum fyri at verða end
urreist við nýggjum kapitali
og fyri at hava fingið skuld
strikaða.
Sum við so nógvum øðr
um, sum blaðstjórin førir
fram, so skilja vit ikki heilt,
hvat hann meinar við. Men
Sosialurin hevur mangan
verið í tungum sjógvi fyrr.
Sosialurin var eitt lítið blað –
sum í fleiri ár ikki megnaði at
kom út við teimum stóru up
pløgunum. Men fyri góðum
20 árum síðani bragdaði.
Hóast upplagið hjá Dimma
lætting mundi vera fimmfalt
upplagið hjá Sosialinum, so
góvust fólkini á Sosialinum
ikki í stríðnum, men hildu á –
til blaðið yvirhálaði Dimmu.
Og tað er rætt, at feløgini
handan
Sosialin
einaferð
vórðu endurreist. Hetta hendi
í 1993. Men tað var altso høv
uðseigarin, Føroya Javnaðar
flokkur, sjálvur, sum spýtti
pengar í. Tølini vóru ikki so
stór tá, men flokkurin brúkti
eina millión krónur at end
urreisa feløgini. 300.000 til
at gjalda út lán og 700.000 til
partapening í teimum báðum
feløgunum, sum tá stóðu aft
an fyri Sosialin.
– At hetta var ein góð íløga,
man Javnaðarflokkurin hava
sannað. Flokkurin hevur ikki
brúkt eina krónu upp á blað
ið síðani 1993 – og tá flokkur
in í 2006 seldi feløgini til P/F
Miðlafelagið fyri 10 milliónir
krónur, var vinningurin hjá
Javnaðarflokkinum
níggju
skattafríar milliónir krónur
fyri eina 13 ára gamla íløgu.
Man tað veruliga vera eitt sýmbol
upp á tað samfelagið, sum meiri
lutin av Føroya fólki vil hava, sum
í hesum døgum gongur sjón fyri
søgn á ymsum leikpallum kring
landið?
Tey góðu fólkini, sum sýna med
menniskjum ans í felagsskapinum
»Í menniskjum góður tokki« boða
frá, at fimmhundrað familjur í Før
oyum eru so neyðlíðandi, at teim
um tørvar fátækrahjálp til tess at
kunna halda eini líkinda jól.
Samstundis samtykkir okkara
høga ting – sum í áravís hevur
ignorerað sína skyldu at áseta eitt
fátækramark og virka hareftir –
eina eykajáttan soleiðis, at ellivu
familjur í Gøtu kunnu halda jól í
feitum luksus við ikki bara at fáa
53 milliónir aftur, sum landskass
in legði hald á »av órøttum«. Men
eisini við at fáa út við 16 milliónir í
rentum av hesum. Pengar, sum hes
ar familjur hava tjent upp á nøkur
rættindi – sum vit vanliga kalla
fólksins ogn – sum landið hevur
givið teimum gratis.
Er hetta tað samfelagið, sum
veljarin vil hava? Einki nýtt er í tí,
at Fólkaflokkurin er mótstandari
av at gjalda skatt. Meira fólk sleppa
undan at gjalda í skatti, stuttligari
er tað hjá Fólkaflokkinum. »Peng
arnir hava tað best í lummanum
hjá teimum privatu«, er eitt gamalt
slagorð hjá Fólkaflokkinum. Kortini
vænta vit, at meinig fólkafloksfólk
munnu ógvast við tann ójavna, sum
hesi bæði dømi omanfyri vísa.
Men tað ringasta av øllum er, at
eingin megnar at gera nakað við
at broyta hendan ójavna. Eitt er,
at løgtingsfólk ikki duga ella vilja
gjøgnumskoða rotinskapin í hesi
skipan. Men har situr eitt apparat
av ráðgevarum rundan um polit
ikarar, sum sigur, hvussu lógirnar
skulu smíðast. Hesir ráðgevarar
ráðgeva beinleiðis hol í lógirnar,
sum ráðgevararnir gera sær dælt av
fyri at ráðgeva til dømis reiðarum,
hvussu teir flyta pengar úr vinnuni
niður í privatar lummar skattafrítt.
Hetta hevur als einki við vanliga
kapitalismu at gera. Hetta eru bara
framíhjárættindi til nøkur fá!
Men hví hava politikarar ikki
rygg til at tetta slíkar lekar? Er tað
nakar, sum heldur tað vera rætt, at
partaeigararnir í Vinnuni í Gøtu
skulu tjena 16 milliónir upp á at
rinda skatt av órøttum – skattur,
sum átti at verið goldin, um skatt
areglurnar vóru í ordan?
Hetta er totalt langt úti. Og so
kann løgmaður leita eftir monnu
num hjá støku mammunum sum
hann vil. Heldur kundi hann lisið
jólaevangeliið umaftur fyri at fáa
íblástur til, hvussu vit fáa í menn
iskju góðan tokka – heldur enn at
taka úr felagskassanum at geva
nøkrum fáum.
Einki problem at finna
milliónir til millióningar...
Fríggjakvøldið 14. desember
fara nøkur av fremstu popp
og rokknøvnunum á pall, tá
REX skipar fyri stuðulskon
sert fyri í menniskjum góð
ur tokki.
Rúni Djurhuus fyriskip
ari sigur, at konsertin í fjør
var væleydna, og tí spurdi
hann aftur í ár føroyskar
tónleikarar, um teir vildu
hjálpa við at geva illa stødd
um føroyskum børnum eini
betri jól, og beinanvegin
meldaðu fleiri bólkar og
einstaklingar seg til.
Tí eru vit errin at avdúka
eina skrá sum telur Eyðun
Nolsøe, Signar í Homrum,
MC-Hár, Jákup Eli, Jens
Marna Hansen, Petur Há
berg við bólki, Rebekku
Petersen, Bárð á Lakjuni
við bólki, Lìv Næs og Hans
Andrias Jacobsen.
Atgongumerki kosta 100
kr og penganir fara óskerdir
til gávukort frá Klávus til »Í
menniskjum góður tokki«.
Dyrnar lata upp kl. 21.00
og lata aftur kl . 4.00.
21.30
Hans Andrias
Jacobsen
22.00
Jens Marni
22.25
Signar í Homrum
22.50
Lív Næs
23.15
Rebekka Petersen
23.40
Bárður á Lakjuni
við bólki
00:05
Jákup Eli
00.30
Eyðun Nolsøe
01.00
MC-Hár
01.30
Petur
Háberg við bólki
02.00
DJ heldur lív í
náttini
Rokka fyri
góðum tokka
Politikarar og góður tokki
Eftir orðaskiftið í Degi og
Viku í gjárkvøldið fingu fólk
kanska ta fatan, at so illa
stendur til hjá fjølmiðlunum,
at teimum ikki verður veittur
almennur stuðul, so eru allir
fjølmiðlar í vanda.
So svørt er myndin kortini
ikki. Kringvarpið hevur sína
søgu. Men tað kann ikki
passa, at Kringvarpið ikki
kann rekast 10 prosent bí
ligari. Sjálvandi ber tað til.
Dimmalætting hevur eisini
sína søgu, har tey ikki hava
megnað at tillaga seg.
Støðan hjá okkum í Miðla
húsinum er tann, at vit ynskja
okkum at sleppa at kappast
frítt um lýsingarpengarnar.
Vit halda tað vera púra skeivt,
at ein skattainnkrevji sum
Kringvarpið skal kappast við
okkum um lýsingar.
– Droppið tí alt tos um
miðlagrunn,
har
almenn
nevnd skal gera av, hvar lýs
ingarinntøkurnar fara. Latið
teir privatu miðlarnar eiga
lýsingarnar í frið, so skulu vit
nokk klára okkum!
Fáa vit frið – so klára vit okkum
Ein dugnaligur kapitalistur
Verður
eitt øgiligt
upptak
Heðin mortensen
kjak á síðu 15
Rulla
ermar upp
fyri mið
staðin
Bogi andreasen
kjak á síðu 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Sunleif Rasmussen Sigi tað
einaferð enn. Hetta landið
er eitt eksperimentarium
hjá einum gemenum stud
entaskúlanæmingi úr Sør
vági!
Skilji ikki at tað skal bera
til í 2012! Í sekstiárunum
segði William Heinesen í
samrøðu við danskan miðil
at; »Færøerne er diletanter
nes holdeplads«.
Má sigast at tað stendur
við og vesnar.