mikudagur 12. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bremsaði
í panikki
18 ára gamli Sámal F. Bláhamar hevði bara havt koyrikort í ein góðan mánað, tá ið
hann sunnunáttina 2. desember saman við tveimum gentum koyrdi á sjógv í bili á
Strondum. Hálkukoyring átti at verið partur av ferðslufrálæruni, sigur hann
Randi Jacobsen
Nógvar ferðsluvanlukkur hava
verið í Føroyum, og í fleiri førum
hava tað verið blaðung fólk, sum
hava latið lív.
Trý ung fólk eru takksom fyri,
at tey øll komu livandi frá einum
ferðsluóhappi á Strondum sunnu
náttina 2. desember.
– Tað er heilt vist, at ein hægri
hond hevur hildið hondina yvir
okkum, sigur Sámal F. Bláhamar,
sum koyrdi bilin hesa ólukku
náttina.
Hann gongur á kokkaskúla
í Klaksvík, og av tí at foreldrini
vóru farin av landinum, var
hann tað vikuskiftið og feraðist
hjá ommuni og abbanum á
Strondum.
Og hann hevði bil teirra, ein
Nissan Qashqai.
Um kvøldið fóru hann og
ein genta ein biltúr og koyrdu
Skálafjørðin upp og niður.
Nakað seinni kom ein vinkona
teirra aftur frá jólaborðhaldi á
Viðareiði, og tey fóru eftir henni,
tá ið hon var komin aftur við
bussinum.
Tey koyrdu eina løtu runt á
Strondum, har væl var grivið og
gott at koyra.
Spældi við bilinum
Hann hevði spælt sær eina løtu
við bilinum í kavanum, og so fekk
hann hug at fara oman á bryggj
una at spæla, tí økið var so stórt.
Ferðin var ikki meira enn 50
km um tíman.
– Tað kom púra óvart a meg, at
har var gler. Eg royndi at venda og
bremsa, og tað skal man barasta
ikki gera. Men panikkur kom á
meg, sigur Sámal F. Bláhamar.
Bryggjukanturin var ikki nóg
høgur til at steðga bilinum, sum
fór á sjógv.
Sámal og Erlu sótu framman í
bilinum, og tað eydnaðist teimum
ikki at fáa hurðarnar framman
upp, tí trýstið av sjónum var so
stórt.
Men tað, sum bjargaði teimum
var, at Óluva, sum sat aftan, til
vitað ella ótilvitað hevur koyrt
hurðina upp, áðrenn aftari endi á
bilinum er farin undir.
Tað gingu nøkur frá sekund,
so vóru øll sloppin út úr bilinum.
Óluva var so rólig, at hon fór inn
aftur í bilin eftir eini tasku.
Heppin
– Var bilurin endaður á takinum
ella á síðuni, hevði verið verri
vorðið.
Bilurin lá einar fimm metrar
úr landi, og tey trý svumu inn
móti bryggjuni.
– Tá vóru góð ráð dýr, tí tað
vóru minst tveir metrar upp, og
har var eingin stigi ella nakað. Og
so var tað myrkt, bara ein lykta
peli á bryggjuni, sigur Sámal F.
Bláhamar.
Hann sá sum einasta møgu
leika at vera at klúgva upp á
eitt lastbiladekk, sum hekk við
bryggjuna. Tað eydnaðist, men
genturnar vóru ikki mentar at
gera tað sama, so vátar og tungar
í sjónum, sum tær vóru. Tað eydn
aðist honum at hála fyrst aðra og
so hina gentuna upp, og tær kluvu
so víðari upp á bryggjuna.
– Fleiri hava spurt okkum, um
vit ikki vóru køld. Nei, vit føldu
ongan kulda, helst tí vit vóru so
skelkað.
Telefonir teirra virkaði ikki, so
tey fingu ikki givið boð frá sær.
Tey fóru tí til gongu niðan móti
bygdini.
Av tilvild kom ein maður í bili
koyrandi, og tey steðgaðu hon
um.
Á Landssjúkrahúsið
Hann ringdi beinanvegin 112, segði,
hvat var hent, og at tey øll høvdu
tað gott og sótu í bili hansara.
Maðurin tók tey við heim til
sín, vakti konuna, og tey ungu
fólkini vórðu ballað inn í hand
klæði og teppi, og tey fingu ein
heitan temunn.
Hálvan
tíma
seinni
kom
sjúkrabilurin.
– Sjálvt um vit sóu út til at
hava tað gott, vildu portørarnir
hava okkum á Landssjúkrahúsið,
tí tað kundi koma okkurt aftaná,
søgdu teir og koyrdu okkum
suður við útrykningini.
Á Landssjúkrahúsinum vórðu
tey kannað væl og virðiliga og
vórðu útskrivað út á morgunin.
– Omma, abbi og fastir komu
til okkum á sjúkrahúsinum, og vit
fóru so øll trý heim til ommu og
abba at sova.
Øll vóru skelkað, men aftur við
morgunmatinum settu tey seg at
tosa alt, sum hent var, væl ígjøgn
um.
Tær báðar genturnar fóru
heim, og seinnapartin fór Sámal
inn á Skála til fastrina og mannin,
og tey trý fóru so øll trý út á
Strendur og oman á bryggjuna, tí
tey vildu hava hann at tora aftur
at koyra.
– Øll bryggjan var glerstoytt og
var hálari enn nøkur hálkubreyt.
Vit sóu eisini bilin liggja á botn
inum.
Sámal sigur, at foreldrini bein
anvegin søgdu, at hann ikki skuldi
hugsa um, at bilurin var farin fyri
einki. Ein bilur hevði einki at týða,
tí tað einasta, sum taldi, var, at tey
vóru komin frá óhappinum við
lívinum.
Sámal F. Bláhamar heldur, at
sjálvt um hann bara hevur havt
koyrikort í ein mánað, dugir hann
væl at koyra. Men royndirnar eru
ikki nógvar, tí hesar mánaðirnar
hann hevur búð í Klaksvík hevur
hann ikki havt nakran bil. Og
hann hevur als ongar royndir at
koyra á hálum vegum.
– Tað má koma ein hálkubreyt.
Tað skuldi verið krav, at eingin
fekk koyrikort, fyrr enn tey høvdu
lært hálkukoyring.
Takksamur
Sámal F. Bláhamar sigur, at enn
hevur hann ikki havt trupulleikar
av hendingini. Hann hevur ongan
tíð havt marruna ella nakað, men
tað kann koma enn. Men hann
hugsar nógv um tað.
– Eg eri so takksamur, hugsi
nógv meira um lívið nú og dugi
betur at virðismeta tað.
Tað hevur eisini gjørt væl, at
hann og 16 ára gomlu vinkonurnar
Erla og Óluva hava tosað nógv
saman um tað, sum hendi.
– Tað er heilt vist, at bandið
okkara millum er nógv styrkt.
Sámal er somuleiðis takksamur
fyri alla ta hjálp, sum tey hava
fingið, og hann takkar øllum, sum
hava hugsað um tey og nógva
stuðlinum frá skyldfólki og vin
fólki.
Hann hevur sitið við róðrið í
bili aftur, men hugurin at koyra
er ikki tann sami. Hann sigur,
at hann nú ikki torir at koyra
skjótt.
– Nú koyri eg næstan sunnu
dagskoyring.
randi@sosialurin.fo
í meldrinum