fríggjadagur 11. januar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Oyðslið við pengunum hjá teimum
arbeiðsleysu tykist ongan enda fáa.
Stýrið fyri ALS hevur keypt sær
ein nýggjan stjóra – sum tey helst
stóla uppá. Tað er Marjun Eyst
berg.
Hon kostar teimum arbeiðs
leysu 19.000 krónur um VIK
UNA. Tað loypur upp í 82.000
krónur um mánaðin.
Jú, tað er av sonnum gott at hava
garvað fakfelagsfólk til arbeiðsgevara!
Jarnkvinnan innan føroysku
fakfelagsrørsluna. Kvinnan,
sum var fólksins umboð, sum
vardi meinigu kvinnuna og
mannin. Kvinnan, sum tordi
at tala Róma ímót. Hvar er
hon í dag? Ingeborg Vinther!
Jú, hon situr í stýrinum
fyri ALS. Hon hevur júst
gjørt eina fráfaringaravtalu
við ein stjóra – sum er sendur
til hús við 1,2 milliónum krón
um í kuffertinum, sum áttu
at verið brúktar til linna hjá
arbeiðsleysum. Hetta svarar
til tað, sum 70 arbeiðsleys
kundu fingið í ein mánað, um
tey fingu fult útgjald!
Hon vardi eisini avgerð
ina um at lækka útgjaldið frá
ALS og tær skerdu treytirnar
hjá arbeiðsleysum.
Og nú vit biðja hana um
eina viðmerking, so ber hon
seg undan – vísir til ein advo
kat, ein sakførara – ein av tí
slagnum, sum fær 62.500 kr
fyri at skriva eina uppsøgn
til ein stjóra.
Álvaratos, Ingeborg. Vit
skilja einki. Púrt einki!
Hvat varð av góðu
gomlu Ingeborg?
ALS: Her eru tey gávumildu
– sum fyri skomm skyld áttu at lagt frá sær
Ímillum
mýtur og
sannleikar
Edmund Joensen
Tíðargrein á síðu 15-16
Eitt
verri
kettulív
Magnus Tausen
Eygamálið á síðu 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hví skal man hava fráfaringarløn
í 14 mánaðir, tá man sigur upp? Er
tað tí, at arbeiðsgevarin hevur mist
álitið á tær – ella er tað tí, at tú ert so
fantastiskur, at tú hevur uppborið at
fáa 1,2 milliónir krónur við tær, tá tú
ikki tímir at arbeiða meira.
Í øllum førum halda fakfelags
fólkini, sum sita í stýrinum fyri ALS,
at summi fólk – kanska bara stjórar
– eru so nógvar ferðir meira verd
enn fakfelagslimir og arbeiðsleys, at
tey skulu berast á lógvum og hjúkl
ast skal um tey. Sektin á, at hægsta
útgjaldið hjá ALS varð lækkað niður
í 17.500 krónur um mánaðir, og kar
ensdagar settir í verk.
Ger so væl! 1,2 milliónir krónur!
Tað fær stjórin í Arbeiðsloysis
skipanini, nú hann ikki tímdi at vera
stjóri meira, tí – sum hann segði á
Rás2 mikudagin – »hann ikki tímdi
at enda í ALS«.
Men tað kann ikki vera allur
sannleikin, sum Alfred Petersen,
stýrisformaður, vísti á í gjár.
Tað kann ikki passa, at stýrið fyri
ALS – í berum ovfarakæti – sam
tykkir at taka 1,2 milliónir krónur frá
arbeiðsleysum til ein stjóra, sum als
ongan rætt hevur til hesar pengar.
Alfred Petersen segði tað sjálvur, at
treytirnar hjá stjóranum í ALS vóru
eftir lógini um stravsmenn. Tað vil
siga, at stjórin hevur ein mánað upp
sagnartíð – og ikki seks mánaðir,
sum advokaturin vildi vera við.
Tað, sum advokaturin helst
blandar við, er tá starvsmaður verð
ur uppsagdur. Og tað er rættiliga
áhugavert, at formaðurin í stýrinum
fyri ALS hugsar um uppsøgn av
stjóra. Tað fær okkum at misteinkja
hann fyri at dylja veruleikan.
Vit kunnu sjálvandi bara gita, tí
vit vita so yvirhøvur ikki, hvørjar
uppsagnartreytir stjórin í ALS hev
ur. Men ofta hava stjórar langar
uppsagnarfreistir. Tað gekk sjón fyri
søgn við stjórunum í Eik Banka.
Hinvegin kunnu vit bara stað
festa, at stýrið í ALS – við trimum
fakfelagsumboðum á odda, Ingeborg
Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Før
oya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiskimannafelag,
og Kartna Ravnsfjall, varalimur í
nevndini í Starvsmannafelagnum,
halda, at soleiðis eigur eitt slíkt mál
at loysast.
Men vit kundu hugsað okkum
at vitað, hví fakfelagið hjá føroysk
um arbeiðarum, fakfelagið hjá
fiskimonnum og fakfelagið hjá øll
um alment settum starvsfólkum í
Føroyum halda hetta vera í ordan.
Halda limirnir í hesum feløgum
virkuliga tað sama, sum teirra um
boð?
Men vita bara! Eingin ger nakað.
Einki hendir. Fakfelagspampararnir
skovla sínar nevndarlønir inn – og
so kunnu limirnir í kór rópa eitt
trífalt hurrá fyri síni egnu korruptu
skipan, sum tey sjálvi gjalda fyri!
Blíva fólk korrupt av at
umboða arbeiðaran í nevndum?
Summi eru meira líka...
Lisið á
Erhard Jacobsen Tit ganga
væl ikki og billa tykkum
inn, at tann moralur, tit
virka eftir, er tann sami sum
jettsettið, ALS-stjórar, (nakr
ir) fakfelagsbossar, banka
stjórar, stórreiðarar, stjórar
á
stórfyritøkum,
tingfólk,
landsstýrisfólk, ovurríkmenni,
tey kongiligu o. o. l. virka eftir.
Sjálvandi skurrar tað, tá ið
talan er um ALS.
Og forrestin, so er hatta
ikki
ein
fráfaringaravtala
(hon verður sum oftast givin
teimum, sum verða uppsøgd,
og kann vera rímilig tá, um
viðkomandi ikki hevur for
brotið (?) seg). Summi, sum
fara av eini søkkandi skútu
ella dangu, eru ofta so frek
at tryggja seg sjálvi væl og
virðiliga.
Nei, her er meira talan um
eina gávu, so stór, at teir mugu
vera ólukksáliga glaðir fyri
handa stjóran, sum helst man
hava Messias-kvalitetir. Hann
hevur í hvussu er dugað sjálv
promotion til ug, og tað er tað,
sum er so inn í dag. So Keine
H e x e r e i ,
b a r a
r e i n t
f o r
elskilsi.
Ingeborg
Vinther, fyrr
verandi fak
felagsstríðs
kvinna – sum
ikki plagdi
at halda seg
aftur, tá tað
galt viður
skifti arbeið
aranna.
Jan Høj
gaard, sum
júst nú
bjóðar seg
fram at verja
vána kor
fiskimansins.
Men sum her
hugsar meira
um at nøra
um stjórabúk
Kartni
Ravnsfjall,
royndur fak
felagsmaður
í Starvs
mannafelag
num og fyrr í
kommunala
starvsmann
afelagnum í
Havn.
Alfred Peter
sen, advokat
ur og soleiðis
vanur við at
verja tann
sannleikan,
sum til eina
og hvørja tíð
fyri hann er
tann rætti...
Bjørgfríð
Ludvík, sum
um boðaði
Havnar
kommunu.
Hon er nú
aðalstjóri í
Vinnumála
ráðnum sum
velur stýrið
í ALS
Marita
Rasmussen,
stjóri í Vinnu
húsinum hjá
arbeiðsgev
arunum.
Hon skal
halda skil á
og tryggja,
at sáttmálar
verða hildnir.
Viberg
Sørensen,
reiðari,
sum eisini
umboðar ar
beiðsgevarar.
Var formaður
í Reiðarafel
agnum, sum
sovnaði, tá
hann fór frá.
Marjun kostar
meira enn Ernst