Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. januar 2013 · Nr. 4 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú skal gamli, kendi grinda­ knív­urin stingast í slíðran og krókurin leggjast á hill­ina. Skjótt verður nevniliga ó­lóg­ligt at brúka gamla, ken­da grinda­knívin og grinda­krók­in í grind, uttan í heilt ser­lig­um føri. Tað sigur Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður, sum eisini umsitur grinda­ lóg­ina. Hann sigur, at í løtuni ar­beiða tey við at broyta grinda­reglu­gerð­ina. Miðjað verður eftir, at arbeið­ið skal verða liðugt í næst­um. Tá verður reglugerðin broytt, so at broytingarnar koma í gildi einaferð í vár. Í hesum sambandi ætlar lands­stýrismaðurin, at broyta kunngerðina, so at her­eftir skal tað vera tann nýggi grindareiðskapurin, sum er komin fram seinastu ár­ini, sum skal brúkast í grinda­drápi. Hann hugsar um tann nýgg­ja blásturkrókin og tann nýggja mønustingarin. - Kravið verður, at tað skulu vera hesi bæði nýggju am­boðini, sum verða brúkt í grinda­drápi. - Tað merkir, at í grinda­ dráp­um framyvir, vera tað hesi bæði nýggju am­boð­ ini, sum vera høvuðs­am­ boð­ini og at tann vanligi grinda­knív­urin og krók­urin, verða bann­að sum van­ligur grinda­reið­skap­ur. Bara í serligum føri Men gamli grindaknívurin og grindakrókurin, verða kort­ini ikki fullkomiliga bann­að, tí loyvt fer fram­ veg­is at brúka tey í serligum føri. - Tað verður soleiðis, at tað verður bara í ser­lig­um føri, at loyvi kann gev­ast til at brúka gamla grinda­knív­ in og krókin, men høvuðs­ am­boðini til at fáa lívið av grindini skulu vera nýggi blástur­krókurin og mønu­ sting­arin. Jacob Vestergaard sigur, at kann laga seg soleiðis, at tað liggur illa fyri a brúka nýggju amboðini, eitt nú, um tað verður neyðugt at høgga í hval og skera á háls av báti, ella undir øðrum, ser­lig­um umstøðum. - Eitt undantak eigur at vera og so má metast um á stað­num, nær umstøðurnar eru so serligar, at ikki ber til at avlíva grindina for­svar­ liga við teimum nýggju am- boð­unum. - Hóast vit alla tíð­ina royna at bøta um dráps­ háttin, eiga vit ikki at læsa okk­um so fast, at vit ikki skulu kunna brúka gomlu am­boð­ini, tá ið tað er neyðugt í serligum førum. Landsstýrismaðurin vís­ ir á, at nú hava vit roynt hesi nýggju amboðini leingi og at tey hava riggað væl. Hann heldur somuleiðis, at tilvenjingartíðin hevur ver­ið nóg drúgv til at nýggj­u reglurnar kunnu koma í gildi í vár. - Tí haldi eg, at vit nú eiga at fara hetta stigið víðari í støðugu royndunum, at bøta um drápsháttin fyri at av­l­íva grindina so skjótt og pínu­leyst, sum gjørligt. Ólógligt at brúka grindakrók og knív GRINDADRÁP Grindareglugerðin verður nú broytt, so at tað bara verður loyvt at brúka vanligan grindakrók og knív í serligum føri Hereftir skal tað vera tann nýggi grinda­reið­skap­urin, sum er komin fram seinastu árini, sum skal brúkast í grinda­drápi Drápsháttur Nú í vár verður enn eitt stig tikið fyri at grindahvalur kann avlívast so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt, Her eru nýggju blásturlkrókurin og mønustingarin í brúki í grindadrápi - Vit eiga at fáa stundir at til­ laga okkum. Tað heldur Hans J. Her­ man­sen, grindamaður. Hann er nevndarlimur í Grinda­mannafelagnum, men hann leggur dent á, at felagið hev­ur ikki viðgjørt ætlanina hjá Jacob Vestergaard, lands­ stýris­manni, at broyta grinda­ reglu­gerð­ina, so at tað her­eftir verður tann nýggi blást­ur­ krókin og mønu­sting­ar­in, sum skal brúkast í grind. Avleiðingin av tí verður, at vanligi grindakrókurin og knívurin hereftir bara skulu brúkast í undantaksføri. Av tí, at málið ikki er viðgjørt í Grinda­manna­ felagnum, fær hann einki sagt um, hvørja áskoðan, felag­ið hevur til ætlanina hjá lands­stýrismanninum. Men fyri sína egnu rokn­ ing mælir hann til at vísa varsemi hóast hann ásannar, at hann hevur ikki hoyrt annað enn at hesin nýggi reið­ska­p­urin riggar ser­stak­ liga væl. - Eg haldi ikki at tað er rætt at áleggja grinda­monn­ um at skifta reiðskap fyrr­ enn vit hava havt eina til­ lað­ing­ar­tíð, sum er so mikið long, at trygd er fyri, at allir grindamenn eru førir fyri at brúka nýggja reið­ skapin á forsvarligan hátt. - Tað tekur sína tí at venja grinda­menn til nýggjan reið­ skap og eg haldi, at vit eiga at taka okkum ta neyðugu tíð­ ina, leggur hann afturat. 5-10 ár Sjálvur heldur Hans J. Her­ man­sen, at ein til­lag­ing­ar­tíð upp á eini 5-10 ár, hevði verið hósk­andi. - Vit eiga at hava í huga, at summastaðni kunnu vera nógv ár ímillum, at grind er og tískil er ikki vist, at grinda­menn allastaðni hava havt høvi til at royna hendan nýgg­ja reiðskapin so frægt, at teir duga so mikið væl at brúka hann, at teir eru púra trygg­ir við hann. Í eini broytingartíð mugu vit vera prúra tryggir við nýggj­an reiðskap, áðrenn vit ban­na reiðskap, sum vit hava brúkt í øldir. Hann heldur eisini, at fólk, sum eru kunnug við nýgg­ ja reiðskapin, eiga at ferðast kring landið at vísa grinda­ monnum, hvussu hes­in nýggi reiðskapurin skal brúk­ast. - Samstundis mugu vit tryggja okkum, at tað er nóg mikið til av hesum nýgg­ja reiðskapinum til grinda­ menn í øllum landi­num, legg­ ur hann afturat. Grindamenn mugu sleppa at tillaga seg DRÁPSHÁTTUR Vit eiga at vera varin, áðrenn vit áleggja grindamonnum at skifta reiðskap, heldur Hans J. Hermansen, grindamaður