fríggjadagur 11. januar 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 4 · 11. januar 2013
2
VIKUSKIFTI
List
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 1986 ynskti hann sær at sleppa til
Danmarkar sum skiftisnæmingur,
men hann endaði á einum fjarskotnum
staði, sum hann púra einki visti um - í
Føroyum.
Men ferðin til Føroya gjørdist ikki
eitt svipp ella eitt minni at hava við sær
heimaftur. Joel Cole varð fullkomiliga
hugtikin av Føroyum, og síðani hevur
hann havt tilknýti til Føroyar og býr
nú her.
Síðani 2000 hevur Joel Cole fingist
við at gera lutir og listarverk úr træi –
serliga trøum, sum tað eru ov mikið av
heima í statinum Minnesota.
– Pápi mín plagdi at gera ymsar lutir
burtur úr træi, og eg havi eisini fingist
við tað, síðani eg var ungur, men síðani
2000 havi eg álvara fingist við at gera
listarverk burtur úr træi og øðrum lív
runnum tilfari, sigur Joel Cole.
Innflutt úr USA
Fríggjakvøldið verður fernisering í
Norðurlandahúsinum, har Joel Cole
næstu vikuna skal hava framsýning.
Hetta er fyrsta framsýning, sum hann
hevur einsamallur í Føroyum. Verkini
eru tey flestu gjørd í USA, men ein
partur er gjørdur í Føroyum. Joel hevur
brúkt eini 40 ymisk sløg av træi í sínum
verkum.
Joel Cole hevur eisini innflutt fleiri
tons av viði úr USA til Føroya, og her
kann hann so arbeiða við nýggjum
verkum. Hann hevur eisini brúkt nakað
av føroyskum viði, men meginparturin
verður framvegis gjørdur burtur úr
trøum, sum hann hevur fingið heiman
úr Minnesota.
Framsýningin hjá Joel Cole í
Norðurlandahúsinum stendur frammi
til 17. februar.
Edrú til
Føroya
– á fyrsta
sinni
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Eyð Strøm / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Inna
Törnroos
Joel Cole hevur nú flutt fleiri tons av trøum
heiman úr Minnesota til Føroya. Nú hevur hann
framsýning við trælist í Norðurlandahúsinum
Tað er heimligt at flúgva til Føroyar. Rokni
við, at flest allir útisetar eru samdir við mær
í, at flogtúrurin til Vágarnar er øðrvísi, enn
hann er aðrastaðni í heiminum. At koma út
til gate’ina hjá Atlantic í Kastrup er næstan
sum at vera komin til Føroya.
Tá eg og familjan skuldu flúgva heim til
jóla, var »bussurin« tikin úr ferðslu, og eitt
sindur órógvað fór eg út til gatina at hyggja,
hvat flogfar var komið ístaðin. Ongastaðni
nøkur súla at síggja. Men ferðafólkini vóru
hóast alt á veg inn í flogfarið. Eg gjørdist ikki
minni bilsin, tá ein DANI tók ímóti, og tað
stóð Jet Time á síðuni á flogfarinum. Fyri at
kenna meg heilt trygga, spurdi eg »Er dette
flyet til Færøerne?« á mínum samanvavda
svensk-danska! Tað var tað!
Heilt erligt dámdi mær onki serligt. Eg
fór beint í seturslumman eftir faldaranum
og las skjótt, at Jet Time vanliga flýgur fyri
tey stóru charterfeløgini. Hvussu skulu teir
vita, hvussu man lendir í Føroyum? Mjørki,
síðuvindur, turbulensur, fjøll … ja, tit skilja,
at mítt álit á teimum sólbrendu dønunum var
ikki serliga stórt.
Brádliga sá eg Bergtóru Nielsen – før
oysku flogternuna við stórum F! Um hon fer
umborð fer nokk at bera til, uggaði eg meg
sjálva – rokni faktiskt við, at Bergtóra hevði
klárað at lent sjálv, um tað so skuldi vera.
Nå, men vit komu væl uppfrá og fingu
eina tríkantaða breyðflís. »Vand – kaffe –
vand – kaffe« hoyrdist, tá ið vognurin kom
aftur gjøgnum flogfarið, og tá gekk upp fyri
mær, at valið hesaferð stóð millum vatn og
kaffi. Eg skuldi fyri fyrstu ferð nakrantíð
uppliva eina edrúa flogferð til Føroyar. Ikki
so galið hóast alt.
Tann edrúiligi túrurin merktiskt allarmest
í bíðirøðini til vesið – har var ongin røð –
vesið var tómt stórsta partin av túrinum, og
so var tað so friðarligt umborð. Ongin sum
stóð í gongini og fortaldi um roktúrin (eitt
sindur ov hart), ella hvussu tað gekst við
seinastu próvtøkuni.
Jet Time lendi í øllum góðum í Vágum,
og tá eg kom í land, greiddi systir mín frá, at
óttin fyri óroyndum dønum hevði verið púra
ógrundaður, tí Jet Time er eitt gamalt Maersk
flogfør, og at flogskipararnir helsthava flogið
ein ella annan túrin til Føroya fyrr.
So segði
hon...
Trø úr Minnesota
sum list í Føroyum
– Eg fari at vera aktiv. Vænti næstan at tey vera
noydd til at biðja meg halda munn. Tað er ikki nóg
gott at sita í Løgtinginum og tiga fyri lønina, vit
tingfólk fáa. Nú eigi eg alla talutíðina, og hana
ætli eg at gagnnýta best gjørligt.
Kristinna Winther Poulsen, nýggj tingkvinna fyri Sjálvstýrisflokkin
Joel Cole brúkar trø úr Minnesota til at gera síni verk
mynd: Álvur Haraldsen