Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. januar 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 4 · 11. januar 2013 14 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri tíggju árum síðani fann og vann hann náttina í Havn. Fekk sær ein plat­ form í Klubbagarðinum mitt í høvuðs­ staðnum og hevur síðani verið virkin í náttarlívinum. Seinastu fimm árini hevur hann eisini fóðrað føroy­ingar við fastfood og kaffi í sølumið­støðini í Havn. Men nú er leyst og liðugt – fyri hansara viðkomandi fyribils. Havgrímur Johannessen hevur selt dansistaðið Garðin, og hann hevur eis­ini selt sín part av matarstøðunum Burger King, Sunset, Baresso og Williams í SMS. Menninir, sum eiga og reka dansi­staðið Rex, hava yvirtikið Garðin, og Hotel Føroyar hevur keypt seg inn í matar­støðini í SMS. Tað, sum hevur fylt alt arbeiðslívið – og stóran part av frítíðini – hjá Havgrími Johannessen seinastu 10 árini, er nú farið á aðrar hendur. Havgrímur er leysur av øllum. – Eg eri sera glaður um, hvussu hetta endaði. Eg fekk innan stutta tíð tvey góð tilboð, sum eg ikki vildi siga nei til, og nú eg havi selt og havi latið alt víðari, eri eg væl nøgdur maður, sig­ ur Havgrímur Johannessen. Mamman hjálpti Hann var bert 22 ár, tá ið hann við góðari hjálp frá mammu síni fekk sett gongd á sítt virksemi á dansistaðnum Platform. Árið eftir vórðu Platform, grannin Eclipse og Café Natúr løgd saman í eitt felag, og tað gekk strúkandi. – Tað var ótrúliga stuttligt, tí frá byrjan gekk tað framúr væl. Øll støðini vóru á tremur við fólki allatíðina, og tað komu nógvir pengar í kassan, sigur Havgrímur. – Ein íløga í dansistøð kann verða við­brekin, tí tað ber illa til at siga, hvussu leingi eitt dansistað kann halda, og tí ræður um at forvinna pengar bein­ an­vegin, og tað gjørdu vit. Havgrímur fekk góða hjálp frá mammu síni, tá ið hann legði til brots í náttarlívinum. Hann átti ongar pengar og var ov ungur at fáa skeinkiloyvi. Tí veitti mamma hansara trygd fyri einum láni, og hon stóð fyri skeinkiloyvunum fyrstu árini. – Mamma mín hevur verið ein sera góður stuðul hjá mær. Eg fekk goldið fyrsta lánið, sum hon veitti trygd fyri, nið­ur eftir stuttari tíð og yvirtók seinni skeinki­loyvini. Men hon hevur øll árini arbeitt hjá mær og hevur havt skriv­ stovu­uppgávur um hendi. Gjørdu nakað nýtt At reka dansistøð og matstøð krevur, at tú ert nógv til staðar – eisini skeivar tíðir, um vikuskiftið og á náttartíð – og tað hevur eisini kravt sítt. – Tað hevur sjálvandi verið strævið, og serliga fyrstu tíðina var eg við í tí mesta sjálvur. Vit koyrdu tiltøk um viku­skiftini, og longu mánamorgun vóru vit í gongd aftur við at avrigga farna vikuskiftið og fyrireika komandi. Men tað var ótrúliga spennandi, tí tað gekk so væl, og tí var tað hugaligt, hóast tað var krevjandi, sigur Havgrímur. – Eg haldi eisini, at vit vóru við til at byggja nakað nýtt upp. Vit høvdu eitt gott konsept, góða tænastu, menu­ kort og búnar, og fólk tóku sera væl ímóti hesum. Tað, sum vit eru von við og krevja í náttarlívinum nú, var als ikki vanligt fyri 10 árum síðani, sigur Havgrímur. Sera læruríkt Tá ið virksemið var í hæddini í 2007, seldi Havgrímur Johannessen støðini  til nýggjar íleggjarar, sum sera fegnir vildu sleppa inn í lovaða landið. Handilin var góður, og úr náttarlívinum legði Havgrímur leiðina í SMS, har hann keypti seg inn í populeru matarstøðini í SMS. Og tað virksemið var ikki minni krevj­andi, tí har er opið hvønn dag, og yvir 60 fólk starvast á hesum støðum. – Hetta hevur verið mest avbjóðandi og læruríka tíðin í mínum lívi. Tá ið eg fór úr náttarlívinum í 2007, umhugsaði eg, um eg skuldi fara niður at lesa – eitt sindur seinni enn tey flestu gera – men eg má siga, at tað er eingin skúli, sum kundi givið mær tær royndirnar, eg havi fingið í SMS, og lært meg alt tað, sum eg havi lært har hesi seinastu árini, sigur Havgrímur. Í desember í 2009 yvirtók Havgrímur aftur Eclipse, sum hann síðani gjørdi til Deep, og sum seinasta árið hevur gingið undir navninum Garðurin. Tvey góð tilboð Nú nýggja árið er byrjað, er Havgrímur leysur av øllum virksemi í SMS og í Klubbagarðinum. Innan stutta tíð við ársenda í fjør, fekk hann tilboð upp á bæði virksemið í SMS og í Garðinum. – Tað er rættiliga tilvildarligt, at eg nú havi selt bæði Garðin og alt í SMS, tí eg fekk í grundini tvey tilboð, sum einki høvdu við hvørt annað at gera. Og tilboðini vóru so góð, at eg helt, at eg mátti siga ja takk, sigur Havgrímur. Hotel Føroyar yvirtók virksemið í SMS, og menninir handan Rex yvirtóku Garðin. – Mær hevur altíð dámt væl at byggja nakað nýtt upp og verða skap­ andi, og tí var tíðin nú kanska komin til, at eg skuldi sleppa mær av við dansi­ staðið og matarstøðini og royna nýggj­ ar leiðir. Men eg má siga, at eg havi triv­ist sera væl við hesum virksemi, og høvuðs­orsøkin til, at eg havi selt, er, at eg fekk tvey góð tilboð, og tað tí gjørd­ist ein góður endi fyri meg, sigur Havgrímur. Angrar onkra avgerð Havgrímur hevur havt nógv at hugsa um hesi árini. Hann hevur havt nógv fólk í starvi, og bæði dansistøð og fast­ foodstøð leggja upp til, at tænastan skal verða góð og ikki minst skjót. – Alt skal ganga skjótt fyri seg, og eg havi eisini tikið nógvar skjótar av­ gerðir. Eg havi ikki kunna tikið eitt kjak upp, og tí eru tað helst onkur fólk, sum kenna seg illa viðfarin av mær. Eg angri eisini onkrar av teimum skjótu av­gerð­ unum, sum eg havi tikið, og eg skuldi í onkrum førum havt hugsað meg betur um. – Men treytirnar hava verið, at eg havi verið noyddur at reagera skjótt, og tær treytirnar havi eg livað undir. At so onkrar av teimum mongu avgerðunum, eg havi verið noyddur at tikið, hava ver­ið skeivar, má eg bara liva við, men eg eri keddur um okkurt av tí, sigur Havgrímur. – Eg havi tó eisini havt fleiri álitis­ fólk, sum eg havi arbeitt saman við øll árini ella nógv av árunum, og tey hava verið avgerandi fyri mítt virksemið. Tað hevði als ikki havt borið til hjá mær at havt alt hetta koyrandi uttan góð fólk. Stóri spurningurin er so, hvat Havgrímur Johannessen nú ætlar sær at tak­ast við. Og hann avdúkar – uttan at verða heilt neyvur – at hann hevur okk­urt, sum hann fer í holt við. – Eg fari helst at takast við okkurt søluarbeiði á útlendskum marknaði, sigur hann. Men hann noktar ikki fyri, at hann einaferð seinni aftur fer í holt við okkurt virksemi í náttarlívi ella innan mat­stovuvinnu. – Tú skalt aldrin siga aldrin. Hann hevur verið náttarkongur í Havn. Hann hevur rikið sera væl umtóktu matarstøðini í SMS. Nú hevur hann selt alt sítt virksemi. Vit hittu Havgrím Johannessen og spurdu hann, hví hann er givin hví gevst Havgrímur?