Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í seinastu útgávuni av »Press­ uni« – sendingin í útvarpinum hjá Kringvarpinum um miðl­ ar – snúði kjakið seg um nýggj­ár­s­send­ing­ina, sum stjór­in hevði latið einum priv­at­um ­felag at gjørt við út­gerð og starvsfólki hjá Kring­varp­i­num. Stórin fekk harðan kritikk fyri hesa hand­faring, men um tað er or­søkin, ella um tað eru spar­ing­ar­nar á stovn­i­num ann­ars, skal verða ósagt, men í øll­um før­um hevur leiðslan gjørt av, at sendingin er tikin av skránni. Hesum hava vertirnir báð­i­r, Anna V. Ellingsgaard og Kári Sólstein boðað føstu lut­tak­ar­unum í sendingini frá. Men í morgun frættist tó, at tað er ikki heilt vist, at send­ing­in steðgar heilt, men at hon hong­ur í sera klønum tráð. Søgan um stóru fráfaringarlønina, sum ALS-stýrið gav frákoyrda stjóra­num, er enn eitt dømi um, hvussu summi fólk halda seg kunna skalta og valta við al­mennum peng­ um. Hetta er eitt dømi grammleika, hvussu summi fólk kunnu mjólka al­menna systemið. Hetta er eitt dømi um, hvussu summi fólk kunna traðka á onnur, skerja útgjald, seta í verk kar­ens­dag­ar og annað, sum ger við­ur­skif­t­ini hjá teimum á niðastu rók­u­num verri – meðan tey sjálvi skúma róman. Hetta er óhoyrt og púra á­byrgd­ ar­leyst. ALS stýrið hevur fyrr koyrt ein ann­an stjór­a til hús við meira enn árs­løn, og tí átti hetta ikki at end­ur­tik­ið seg. Tað kunnu fak­fel­ ags­um­boð­ini í ALS stýrinum ikki standa model til –  hetta er stór skomm fyri fakfelagsrørsluna. Ofta verður funnist at pol­it­ik­ar­ um, hvussu teir fara við skatt­gjald­ ar­ans pen­ingi. So um júst hetta mál­ið um ALS ber prísin, skal vera ó­sagt. Men hetta málið vísir bara, hvussu nevnd­ar­pamparar kunnu mal­trak­tera eina dygdargóða sos­i­ ala skipan, sum er stovað við tí góða end­a­máli at hjálpa fólki, so tey hava eina nøk­u­lunda úr­tøku í eitt tí­ð­ar­ skeið, har tey eru arbeiðsleys. Men nógvir pengar eru í kass­a­ num hjá ALS. Og tá so er, so eru al­ tíð okurkallar, sum síggja sær møg­ u­leik­ar. At fáa eitt nevnd­ar­bein at gnaga er gott. Men at sita í stýr­i­num hjá ALS, tað krev­ur so sanniliga, at tú ert tína upp­gávu vaksin. Men skjótt er at fella í freistingina. Er tað veruliga so, at góðar nevnd­ar­ sam­sýn­ing føra til góð­ar stjór­a­løn­ ir. Og at góð­ar stjór­a­løn­ir geva enn bet­ur frá­far­ing­ar­løn­ir? Og hvussu ber tað til, at fakfeløgum dáma so væl at lívga á­vís­um persónum? Tak­ið bara sam­sýn­ing­ar­nar til semingsmenn, sum fak­feløg gjalda. Tey himprast ikki við at gjalda semingsmonnum eina heila arbeiðararársløn fyri eitt viku­arbeiði við seming. Pol­itikarar duga eisini væl at til­tuska sær góðar lønir. Okkara pol­it­ikarar brilliera serliga við pen­ sjón­un­um. Um ein starvs­mað­ur skal hava somu pen­sjóns­treyt­ir, sum ein lands­stýr­is­mað­ur – við at vinna fulla pen­sjón eft­ir átta ár­um – so skal hann gjalda upp til 120.000 krón­ur inn um mánaðin. Tað er okkurt, sum er rívandi gal­ið við, hvussu okkara land og peng­ar verða umsitin. Tað er ikki rætt, at fólk skulu sleppa at oyðsla soleiðis við okk­ara fel­ags skatt­a­ krón­um. ALS stýr­ið hev­u­r spælt fall­it og eig­ur at fara frá. Fyri at tryggja okkum, at nýggi stjór­in freistast at verða kraddari, so eig­ur sátt­mál­in við løn og øll­um at vera al­manna­kunn­gjørd­ur. ALS hev­ur eina serliga ábyrgd at vísa, at leið­andi fólk­ini á stovn­i­num hava jørð­for­bind­ilsi – og at tey eru til fyri tey ar­beiðs­leysu og ikki øvugt. Leiðslan í ALS eru til fyri tey arbeiðsleysu – ikki øvugt Er lønin hjá politikarunum nóg høg? Skal løgmaður hava hægri løn enn løg­ mans­stjór­in, og er ferða­ end­ur­gjald­ið hjá lands­stýr­ is­fólk­u­num ov høgt? Millum annað hesir spurn­ing­arnir verða svar­ aðir, tá ið nevndin, sum løg­ mað­ur setti at skriva álit um sam­sýn­ing og eft­ir­løn lands­s­týr­i­smanna í morg­in klokkan 9 fer at al­mann­a­ kunn­gera álitið á framløgu á løg­mans­skriv­stov­uni. Sosialurin hevur fleiri ferðir reist spurningin, um tað er rímuligt, at politikarar fáa upp í 13- 14.000 krónur um mánaðin skattafrítt at ferðast fyri, tá onnur fólk hava heilt aðrar treytir. Hvørja ferð kjakið kemur upp, so lova politikarar at kanna málið. Súsanna Danielsen, stjóri á løg­tings­skriv­stov­ uni, gjørdi í morg­in hesa við­merk­ing und­ir gr­ein­ini um málið á Portalinum: »Hetta man vera 4. á­lit­ ið, sum verður hand­að løg­ manni hesum við­víkj­andi. Guð viti, um hetta fer at føra nakra broyting við sær.« Okkurt bendir so­leið­is á, at tey á Løg­tings­skriv­stov­ uni ikki trúgva serliga nógv upp á slík álit. Men løgmaður hevur lov­að at gera nakað við mál­ið. Hann hevur sagt við Miðla­húsið, at hann heldur, at ferð­a­endurgjaldið skal lækka, at lønin ikki er ov høg, og at landsstýrisfólk áttu at fingið ráðharrabilar. Í morgin síggja vit, hvussu leikur fer. Landsstýrislønir á breddan í morgin als má hava jørðforbindilsi Sannleikin hjá Alfred Pet­ er­sen, frá­koyrda for­manni í ALS-stýrinum var hon­um dýr­ur. Hann miss­ir 12.000 krón­ur um mán­að­in, og hann fær onga frá­far­ing­ar­sam­sýn­ ing. Soleiðis kann staðfestast, at formaðurin í ALS-stýr­ inum ikki verður eins væl við­farin, sum frákoyrdi stjór­ in. Rokið um frá­far­ing­ar­ av­tal­una kom í kjal­ar­ vørr­i­num av, at Al­fred Pet­er­sen mik­u­dag­in í síðstu viku í fleiri mið­l­um pell­aði fyri Før­oya fólki. Ja, hann segði b e i n ­l e i ð i s ó­satt, ella enn harð­ari, hann leyg, tá hann royndi at billa fólki inn, at Ernst Jacobsen hevði sagt upp. Spurdur um hann varð frákoyrdur, segði hann »nei«. Spurd­ur um um Ernst varð biðin um at siga upp, segði hann eis­ ini »nei«. Sannleikin var í veru­leik­ a­num hann, at stýrið í fleiri mán­að­i­r hevur tingast við hann um at fara frá. Stýrið hevði mist álitið á honum, m. a. tí at hann hevur brúkt ov nógvar pengar. Og helst kom tað illa við hjá Alfred, at hann mátti viðganga, at stýr­ ið hevði samtykt at brúka væl yvir eina millión krónur hjá teimum arbeiðsleysu fyri at fáa hann frá. Fyri Alfred Petersen kost­ ar strik­an í rokn­ing­ini 12.000 krón­ur um mán­að­ in í mist­ari nevnd­ar­sam­ sýn­ing. Læran er so kanska hon, at tað loysir seg best at siga sann­leikan – um hann alt­so tolir dags­ins ljós... Sannleiki fyri 12.000 krónur Pressan í klønum tráð Jógv­an skilir fram­ vegis einki Hans Andrias sølvará kjak á síðu 24 Eitt­ hvørt sam­ fel­ag er altíð á ferð Eivin Jacobsen kjak á síðu 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000