Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hetta er aðru ferð, at Viku­ blað­ið sum ogn hjá Miðla­ húsi­num skipar fyri til­taki­ num Ársins Handil. Á vári 2011 keyp­ti Miðla­felag­ið Viku­blað­ ið, og val­id at hal­da fram við á­taki­n­um, Árs­ins Han­dil. Undirtøkan var góð, tí heil­ir 47 handlar tóku lut í átaki­num. Tað eru kundarnir hjá ymsu handlunum ið gera av, hvør fær heitið sum Ársins Handil, og tað fer fram á tann hátt, at handlarnir fáa eitt nummar, og so kunnu kundar­nir senda sms inn til eitt telefon nummar við nummar­inum á handlinum. Nógv folk hava nýtt høvi at senda inn sms, ikki minst tí mill­um luttakararnar varð ein Kia Ceed burturlutaður. Á gallaveitsluni vórðu so handlarnir kunngjørdir, sum gjørdust nummar eitt, tvey og trý. Fyrst varð kunngjørt, hvør handil gjørdist nummar trý, og tann heiðurin fekk Jógvan Weihe. Nummar tvey gjørd­ist Berglon, og tey vóru væl nøgd við annað plássið, tí, sum tey nevndu, so eru Berglon handlarnir uttan fyri Havnina. Ársins Handil 2012 gjørd­ ist Ide Møblar, og stjórin, Birg­ir Andreasen, var sjálv­ andi stak væl nøgdur. Hann nýtti høvi at takka starvs­ fólk­u­m sínum og dulgi held­ ur ikki fyri, at tey høvdu gjørt sítt til at fáa kundar at at­kvøða fyri teimum. Hetta er sættu ferð, at Ide Møblar vinna heiðurin sum Árs­ins Handil, so okkurt gera tey rætt. Vunnu Kia Ceed Sum nevnt varð ein bilur burt­ur­lutaður millum øll tey, sum sendu sms inn og at­kvøddu fyri einum handli. Tað var sýslumaðurin í Strey­m­oy, ið dró vinnandi sms’ið, og tað vísti seg at vera Harri­et og Petur Mortensen úr Hósvík, ið vunnu Kia Ceed bil­in frá Berg Motors. Petur hevði annars aðrar æt­lan­ir leygarkvøldið, men tær vórðu lagdar á ís, fyri at taka lut á gallaveitsluni, har Aksel Ljósheim frá Berg Motors handaði teimum báð­ um lykilin til bilin. Tey høvdu framman und­an ein Kia bil, og Petur Morten­sen hevði tosað um at keypa ein bil aftrat. Annars er tað fyri tað mesta Harriet, sum brúkar bilin. Tað var eg, sum send isms inn til kappingina. Eg hevði lisið um kappingina í Viku­ blað­num, so eg gjørdi av at verða við, segði Harriet Mort­ en­sen, tá hon fekk handaðar lykl­ar­nar til bilin. Gallaveitslan var væl um­ tókt, og eini 150 fólk vóru við til ein góðan bita og góð­an dansi­tónleik á Hotel Før­oy­ um. Og stjórin á Vikublaðnum, Jon­hard Hammer, kundi lova luttakandi handlunum, at blaðið fer at skipa fyri Ársins Handli aftur í ár. Ide Møblar Ársins Handil fyri sættu ferð Vikublaðið skipaði leygarkvøldið fyri gallaveitslu í sambandi við at Ársins Handil 2012 varð kosin Tað var Ide Møblar, sum fyri sættu ferð gjørdist Ársins Handil