mánadagur 14. januar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. januar 2013 · Nr. 5
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Havi ætlað leingi at fest nøk
ur orð í blað um Begguna og
Jógvan Clementsen heiman
av Sandi, ið andaðust fyri
knapt einum ári síðani, ja
eg haldi tað vóru ikki tríggir
mánaðir í millum andlátini
hjá teimum, í hvussu so er
var eingin jaraferð ímillum
tey bæði her í kirkjugarðin
um heima á Sandi.
Fyri at lýsa tey bæði kann
eg taka Jógvan fyrst. Jógvan
var álitismaður við lít, bæði
á sjógvi og landi. Hann var
sjómaður meginpartin av
lívið sínum. Hann var bæði
við trolara, slupp, línubáti,
snellubáti og eisini var hann
skilagóður útróðrarmaður,
og eg haldi ikki eg taki
munnin ov fullan um eg sigi,
at hann kendi hvørt mið og
hvønn streymkvarða rund
an um Sandoynna, sum sín
egna buksulumma.
Jógvan silgdi eisini ímill
um Sand og Skúgvi í mong
harrans ár. Fyrst við seksær
inginum Breiðaness saman
við bróður sínum Hanus
hjá Hanusaklæmunti. Og so
førdi hann Sildberan í mong
ár.
Hetta
mundi
neyvan
altíð vera so tespuligt, ser
liga tá sjúkraflutningur var
á skránni.
Innløgumaður var hann
sera nærlagdur, og tað er
ikki lítið hann dró til húsa
bæði av sjógvi og landi og úr
bakkanum eisini . Hann var
eisini seyðamaður í mong ár,
og ikki at forgloyma álitis
starvið sum grindaformaður
og merkjari.
Eg kann kanska taka eina
hending, ið situr sera fast í
minnunum tann dag í dag .
Grind var deyð á Sandi, og
eg norð á gólvið um kvøldið,
fyri at fregnast hvussu
gekk. Komi inn í kjallarin,
og síggi Jógvan situr mitt
upp í dunganum av spiki og
tvøsti, ið var ein stór rúgva,
kanska eini 8-10 skinn, eg
spyrji heldur spoyskliga,
hvat ætlar tú við øllum hes
um. Ætlar svara Jógvan, tú
veit væl at eg havi nógvar
munnar at metta bæði so
og so .
Jógvan dróst við herviliga
sjúku, tey síðstu árini hann
livdi, og hann var eisini
niðri á Ríkissjúkrahúsinum
í nakrar mánaðir, har døtur-
nar báðar Jonna og Elsa
skiftust um at vera um hann.
Hann kom aftur til Sands
tað síðstu tíðina at vera, og
eg haldi at hann kundi ikki
fingið tað betur, enn uppi
hjá Jonnu og Kristjani, ið
vóru sera góð við hann.
Stóra takk eiga tit fyri tað.
Jógvan gjørdist 79 ára tá
hann legði árarnar inn.
Bergfríð vanliga nevnd
Beggan, var eisini ættað
heiman av Sandi. Hon vaks
upp undir brekkuni hjá
abba og ommu síni, og har
búleikaðist hon alt sítt lív.
Jógvan og hon høvdu eitt
fyrimyndarligt lív saman,
hóast tey ikki altíð vóru so
einig bæði.
Beggan var sera lítllátin
av lindi, hon dámdi ongantíð
at vera róst av nøkrum. Hon
segði ongantíð nei um hon
var biðin at taka hond í við
onkrum. Hon stóð mangan
á odda fyri matgerð, bæði í
veitslum, og eisini í ervum og
hennara partur lá ongantíð
eftir, hvar hon var.
À flakavirkinum var hon
í mong ár, bæði á Sandi og
Skopun, har fekk hon, sum
vera mann mong vinfólk,
tað gav seg eisini til kennar
tá hon fór til gravar.
Kann lítið ætlað, at tit
døtur, svigarsynir við børn
um sakna tey bæði sera
nógv.
Hvørjaferð man kemur
koyrandi norð eftir vegnum
og hyggur niðan í køksvind
eygað leita tankarnir aftur
á farnar dagar. Har tey
plagdu at sita so fitt, hon
við stokkum, meðan Jógvan
sat og teldi burtur av einari
grindalykkju
ella
einum
kjógvi.
Eg sigi teimum takk og
hitt síðsta farvæl, undir
brekkuni var løtan sæl
At lata eftir eina
øll tey, mær vóru kær,
man ferðina mær meina,
tað loyni eg ei tær ;
tó vil eg fróur fara til tín .
Mín Guð, við treyst, tí tú
vilt tey varða og goyma tey
best.
H.S.V
Nøvn
Minningarorð
Eins og undan farin ár
verður vælumtókti kyndils
messudansurin í Haralds
sundi á skránni í 2013.
Hesaferð
verður
hann
fríggjakvøldið 25. januar og
byrjar dansurin klokkan
22.00 og endar klokkan 3.00.
Kostnaðurin fyri kvøldið er
100 krónur, og tá er matur
íroknaður prísin.
Fleiri dansifeløg hava
víst kvøldinum áhuga, so
væntandi verður dansurin
væl vitjaður. Haraldssund er
gomul kyndulsmessubygd,
og eru fyrireikararnir glaðir
fyri, at tað hevur eydnast
at endurreisa hesa gomlu
siðmentan í bygdini.
Kyndulsmessudansur í Haraldssundi