Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 6 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Vit fara nú at viðgera álitið pol­it­ iskt í landsstýrinum... Tað segði Kaj Leo Johannesen, løg­mað­ur, eftir at nevndin, sum sett var at gera álit um samsýning og eft­ir­løn landsstýrismanna, handaði á­lit­ið týs­morgunin. Álitið mælir til, at bæði løg­mað­ ur og lands­stýr­is­fólk fara mun­andi upp í løn, at borð­fæ og kostn­að­ ar­end­ur­gjald verð­ur tikið av, at lands­stýr­is­fólk fáa skatt­a­frí­ar ráð­ harra­bil­ar, og at gull­rand­aða pen­ sjóns­skip­an­in, sum pol­it­ik­ar­ar­nir hava fingið sær, verður tikin av. Størsta broytingin er uttan iva pen­sjónin. Lands­stýr­is­fólk kunnu í dag upp­tjena sær fulla pen­sjón eft­ ir átta ár­um. Hetta er tað, sum van­ lig fólk skulu brúka 37 ár um. Uttan iva hava politikararnir til­ tusk­að sær hesa skipan við íblástri úr donsk­um pamp­ar­a­leisti. Tí í Dan­ mark eru fráfaringarlønir og pen­ sjón­ir hjá politikarum enn meira gull­rand­að­ar. Í so máta er gott, at mælt verður til at rudda upp í hesum svansinum. Tað gev­ur onga – yv­ir­høv­ur als onga – mein­ing, at pol­itik­a­r­ar skulu við­farast sum greiv­ar á pen­sjóns­øk­ i­num. Hinvegin er tað sjálvandi rím­u­ ligt, at politikarar eru væl løntir. Tað er held­ur ikki rætt, at løgmansstjóri og aðalstjórar fáa meira í løn enn lands­stýr­is­fólk og løgmaður. Men at hækka lønina so ógv­us­ liga í ein­um, tað kunnu politikarar ikki tilláta sær, tí tú kanst ikki til­láta tær at taka frá Palli­ba við aðr­ari hond­ini og geva tær sjálv­ um við hin­ari. Pol­it­ikararnir eru fólksins tæn­arar, tað mugu tey ikki gloyma. Mælt verður eisini til, at lands­ stýr­is­fólk fáa »ókeypis og skatta­frí­ an ráð­harr­a­bil uttan førara at ráða yvir«. Nú ljóðar tað so fínt at fáa »ráð­ harra­bil«. Men hetta svarar væl sakt­ans ikki til ann­að, enn ein stjór­ abil – ein bil, sum eftir skatta­lóg­ini verð­ur rokn­að­ur sum á­góði, ið skal skatt­ast. Tá bankastjórin fær sín fína Mer­ ce­des »at ráða yvir uttan før­ara«, so á­tek­ur hann sær sam­stund­is eina skatt­skyld­uga inn­tøku upp á 93.000 krón­ur, sum skal skatt­ast. Hví skal hetta vera øðr­vísi fyri lands­stýr­is­ fólk? At skipanin verður gjøgn­um­ skygd er gott. At pen­sjóns­skip­an­ in hjá pol­iti­k­ar­um kem­ur nið­ur í skila­fólka­h­ædd aft­ur við pen­sjóns­ inn­gjaldi, sum vit øll kunnu verða be­kent, er eisini gott. Setið skipanina í gongd alt fyri eitt. Men hækkið lønirnar spakuliga upp á eitt 10 ára skeið. So hava vit pol­it­ik­ar­ar, sum vit vilja gjalda fyri. Missa gullrandaða pen­sjón og fáa stóra lønarhækkan Vísið nú tykkara virði Tá ALS-stjórin skeyt upp at øll starvs­fólk­ini skuldu feira 20 ára føð­ing­ar­ dag­in við ein­um ó­keyp­is ís­lands­ túri, fleyt bik­arið yvir hjá stýr­i­num. – Manglandi dømi­kraft, y­vir­ høv­ur at koma við slík­um upp­ skoti, helt stýr­ ið, sum tá misti á­lit­ið á sín stjóra Jón Brian Hvidtfeldt 20 ára haldið hjá ALS gjørdist tá av­tornaði eitt dýrt ball. Bæði fyri ALS, fyri stjóran, fyri stýrið og fyri álitið á før­oysku Arbeiðsloysisskipanina. Í samband við at ALS skuldi há­tíð­ar­halda seg sjálvt, 31. august í fjør, sendi stjórin fyri ALS stýrinum kunn­ing um, at hann ætlaði at øll starvs­fólkini skuldu sleppa ein ó­keypis túr til Íslands at feira seg sjálvi og almenna arbeiðsplássið. Stjór­in roknaði við at hetta fór at kosta 5000 krónur fyri hvørt starvs­fólkið. Men kreativa uppskotið fall ikki í góða jørð hjá stýrinum. Í frágreiðing til lands­stýr­is­mannin í Vinnumálum skriva tey, sum enn sita í ALS-stýr­ inum, soleiðis: ”Stýrið metti tað verða mangul upp á dømikraft, at stjór­in yvirhøvur kom við einum slík­um uppskoti. Undir øllum umstøðum átti hetta ikki at verið skot­ið upp, uttan fyrst at hava verið vent við stýrisformannin, soleiðis sum vanligt er.” Men kreativiteturin steðgar ikki her. Sam­b­ ært frá­greið­ing­ini skeyt Ernst Jacobsen eisini upp, at ALS skuldi geva út bók í samband við føð­ing­ar­dagin. Men hetta vildi stýr­ið heldur ikki. Hinvegin boðaði stýr­ið frá, sambært frágreiðingini til landsstýrismannin, at 20 ára há­tíð­ar­haldið skuldi fyriskipast so­leið­is, at kostnaðurin skuldi vera ”be­ skeð­in.” Nú eru nógvir mátar at tulka orð­ið ”beskeðin”, men stutt undan há­tíð­ar­ hald­inum ­upplýsti stjórin, at kostn­aðurin fór at vera umleið 400.000 krónur. Og tað metti stýrið ikki at vera ”beskeðið.” Heitur stýrisfundur Tað var ein stýrisfundur, 14. nov­em­ber í fjør, sum at enda feldi Ernst Jac­obsen. Stjórin var sum vanligt við á stýr­isfundi, og hann bað um loyvi at við­gera hansara egnu samsýning á 15.000 krónur um mánaðir fyri ar­beiðs­upp­ gáv­ur í samband við Trygd­ ar­grunnin. Stýr­is­for­mað­ urin nokt­aði, tí málið var ikki á dagsskrá. Stjór­in tvíhelt og byrjaði at greiða frá mál­inum. S t ý r ­i s ­f o r ­ maðurin ba­ð hann steðga, men stjórin n o k t a ð i og helt fram. Beint e f t i r regluliga stýr­is­fundin setti stýrið seg sam­an aftur, hesaferð á eyka­ stýr­is­fund. Í frágreiðingini til land­s­stýr­is­mannin stendur: ”á eyka­stýr­is­fundi sama dag staðfesti eitt samt stýri, at fult álit ikki longur var á stjór­a­num, og at h e t t a á t t i a t fáa starv­s­r­ætt­ar­ligar fylgjur fyri stjór­an.” Í somu frágreiðing sæst, at stjórin fyri ALS, Ernst Jacobsen, var ikki samdur við stýrinum í, at nak­að var at finnast at viðvíkjandi starvs­útinnan hansara. Tordu ikki uppsøgn Í frágreiðingini royna tey, ið fram­veg­is sita í ALS- stýrinum, at grund­geva fyri gylta lógvatakinum á 1,2 mill­ión krónur til Ernst Jacobsen. Stýr­is­ limir siga seg óttast, at um stjór­in fór at fáa við­ hald í einum rætt­armáli­,­ so kundi tað ger­ast dýrt fyri ALS. F o r m ­l i g a hevði stjór­ in rætt til løn í fimm mán­að­ ir, varð h a n n u p p ­ sagd­ u r . Men stýr­ islimirnir siga seg vænta, at ein upp­sagn­ar­til­gongd hevði vart í sjey til níggju mán­aðir, har stjórin hevði havt rætt til løn. Og víðari skriva tey, at ”ein upp­sagn­ar­ til­gongd vildi helst havt við sær nógv arbeiði, bæði yri stýr­ið og innanhýsis í ALS, negativ ár­in á stovnin vegna ótryggleika inn­an leiðsluøkið, og at handanin frá einum stjóra til ein annan helst ikki hevði verið nøktandi.” Og so vísa stýrislimirnir eisini á, at ALS eina­ferð áður (í 1997, red.), gjørdi frá­ faringaravtalu við stjóra, sum fekk 12 mánaðarlønir við sær eftir bert ein­um ári í stjórastarvinum. Frágreiðingin til Johan Dahl, lands­stýrismann í vinnumálum, er und­ir­skriv­ að av Ingeborg Vinther, Kartni Ravnsfjall, Maritu Rasmussen og Vi­berg Sørensen. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ernst uttan dømikraft