Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 5 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áhugamál Lítið er at ivast í, at serliga tey stóru feløgini, sum eiga uppsjóvarskipini, hava áhuga í at byggja og fíggja havrannsóknarskip, sum landsstýrið - í eini rímiligari avtalu - síðan skal leiga til havfrøðiligar royndir hjá Havstovuni. Bjóðast út Um privat feløg sleppa at byggja nýggja havrannsóknarskipið, er væntandi, at ein slíkur sáttmáli verður útboðin. Tað ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum ikki er komin á mál í landsstýrinum við leistinum fyri skipið. Vilmund Jacobsen Í Sosialinum seinasta miku­ dag segði Kristian Mart­in Rasmussen, reiðari í Klaks­ vík, at felagið, sum eigur uppsjóvarskipini, Norð­ borg og Christian í Gróti­ num, er sinnað at fara í ein ”dialog” við landsstýrið um møguliga luttøku í bygg­ing og fígging av einum hav­ rann­sóknarskipi. - Kunnu vit fáa ein nøkt­ andi sáttmála um leigu, hava vit áhuga fyri at tosa nærri um tingini, segði Kristian Martin Rasmussen. Spurdur, um felagið í Klaks­vík er ført fyri sjálvt at byggja og fíggja skipið, segði reið­arin, at tað ivast hann onga løtu í. Jacob fegnast Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnu­málum, Jacob Vester­ gaard, er ógvuliga fegin um út­meld­ingina hjá Kristian Martini Rasmussen. - Jú, eg eri ógvuliga glað­ur fyri, at feløg, sum hava fíggj­ ar­ligt rásarúm og roynd­ir í vinn­uni, vilja hjálpa lands­ stýri­num - um tað er hetta, sum landsstýrið vil. Hann sigur, at enn eru ikki fleiri útmeldingar komnar, og landsstýrið hevur heldur ikki verið úti hjá feløgum og lodd­að dýpið. Jacob leggur aftrat, at enn hevur hann ikki fingið greiðu á, hvørt landsstýrið og samgongan fara at velja leistin, at tað verða privat­ir, sum byggja nýggja hav­rann­ sókn­ar­skipið, nú verk­æt­lan­ in sambært íløgukarminum annars er skotin út til ár 2017 og 2018. - Málið er framvegis til politiska viðgerð, men eg vóni, at vit skjótt kunnu koma til eina niðurstøðu um, hvørt hetta er ein vegur at fara. Góð loysn Sjálvur heldur lands­stýris­ mað­urin, at hetta er ein góð­ur máti at loysa málið, har privatir byggja og fíggja ski­p­ið, sum Havstovan síð­an leigar til sínar royndir, eins og landsstýrið hevur for­ keyps­rætt. - Tá skipið er leyst av hav­ frøði­ligu royndunum hjá Hav­stovuni, sum stovnurin sjálv­andi skal umsita, disp­ onera eigararnir yvir skipi­ num og soleiðis kunnu teir vinna sær nakrar eyka­inn­ tøk­ur, leggur Jacob Vester­ gaard aftrat. Sambært nevnd­ar­for­mann­i­ num í P/F Varðanum í Gøtu, sum eigur fleiri upp­sjóv­ar­ skip og sum gjøgnum ár­ini hevur gjørt fleiri fiski­roynd­ ir við Finni Fríða fyri Hav­ stovuna, er málið um møgu­ liga luttøku í bygging av ein­um havrannsóknarskipi ikki viðgjørt í felagnum. - Nei, eg veit einki um, at eitt slíkt mál hevur verið uppi og vent. Tað sigur Dávid Jacobsen, nevnd­ar­formaður. Hann vísir á, at tá hetta mál ikki hevur verið á borði­ num, hevur hann persónliga held­ur ikki gjørt sær nakrar ser­ligar metingar ella mei­n­ ing­ar um møguliga luttøku. - Tað kann væl vera, at Jákup Jacobsen hevur sínar mein­ing­ar um hetta, sigur Dávid Jacobsen. Sosialurin royndi í allan gjár at fáa orð á Dunga Jákup, men hann sat á fundi ein stóran part av degnum. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tað var ein stór løta á Hav­stovuni, tá Fiski­rann­ sókn­arstovan nøkur ár her­fyri skifti navn til Hav­ stovan á sínum fimmti ára degi. Tað var júst hend­an dagin, at táverandi nevnd í Forskotsgrunni Fiski­ manna við Jákup Sólstein á odda handaði táverandi stjóra­num á Havstovuni, Hjal­ta í Jákupsstovu, stór­ fing­na gávu til bygg­ing av nýggj­u­m ha­v­rann­sókn­ar­ skipi. Tilsøgnin, sum Hjalti fekk í hondina, ljóðaði upp á heilar 10 miljónir krón­ur. Í tilsøgnini stóð, at gávan var treytað av, at løgtingið vil samtykkja broyt­ingar í reglunum fyri For­skots­ grunn Fiski­man­na. Hjalti í Jákupsstovu, sum var stjóri á Havstovuni í samfull 22 ár, heldur tað vera ógvuliga stórt spell, at ógreiða enn er um lagnuna hjá ætlaða hav­rann­sókn­ar­ skipi­num. - Eftir mínum tykki er tað púrasta burtur við, at mál­ið um nýtt skip fær so vána­liga raðfesting. Tað má vera okkurt politiskt svans, sum liggur til grunds fyri hes­um, sum hann tekur til. Fyrrverandi stjórin á Havstovuni er eisini full­ komi­liga samdur við nú­ ver­andi stjóran, Eilif Gaard um, at Havstovan eigur at reka og umsita nýggja skip­ ið – líka mikið, hvør byggir og fíggjar. - Jú, tað er ein sjálv­ fylg­ja. Alt annað tykist í mín­ari verð absurd. Tað er Havstovan, ið eigur at gera hesar royndir, og tað er stovnurin, ið umsitir og grein­ar kanningarúrslitini. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at nakað heilt ann­ að er, hvussu skipið verð­ur brúkt millum tær kann­ing­ ar, sum á hvørjum ári skulu gerast eftir føstum leisti. Politiskt svans komið í rann­ sóknarskip - Tað er ein sjálvfylgja, at Hav­ stovan umsitir nýggja hav­ rann­sóknarskipið. Alt annað tyk­ist í mínari verð absurd. Tað er Havstovan, ið eigur at gera hesar royndir, og tað er stovnurin, ið umsitir og grein­ ar kanningarúrslitini, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum var stjóri á Havstovuni í 22 ár Tað var ein stórur dagur, tá Jákup Sólstein handaði Hjalta í Jákupsstovu tilsøgn um 10 miljónir krónur til nýtt havrannsóknarskip Mynd: Vilmund Jacobsen Gleðiligt at privatir vilja hjálpa okkum Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fegnast um, at privatir melda út og siga seg vera sinnaðar at átaka sær bygging og fígging av einum havrannsóknarskipi Ikki viðgjørt í Varðanum - Eg eri ógvuliga glaður fyri, at feløg, sum hava fíggjarligt rásarúm og royndir í vinnuni, vilja hjálpa landsstýrinum - um tað er hetta, sum landsstýrið vil, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður