Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2013 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Eyðfinnur Jacobsen tók mána­dag­in við sum nýggjur stýris­for­maðu­r í ALS, eftir at lands­stýris­maðurin í Vinnu­ mál­um, Jóhan Dahl, segði Alfred Peter­sen úr sessi­num sum stýri­s­for­mað­ur. Orsøkin til hetta er upp­sagn­ar­málið hjá fyrr­ver­andi stjóranum á ALS, Ernst Jacobsen, sum hev­ur skapt mikla øsing mill­ um almenningin. - Um stýrið av fyrstan tíð hevði fráboðað sannleikan, hevði hetta ikki blivið til ta gøluna, sum málið er blivið til, sigur nýggi stýris­for­mað­ ur­in. - Eg skilji væl, at fólk hava mist álitið á ALS-skipanina. Sum nýggjur stýrisformaður kann eg ikki gera annað enn eitt gott arbeiði, halda gald­andi lógir á økinum og annars syrgja fyri, at fólkið fær sannleikan. Við hesum leisti vóni og vænti eg, at fólk aftur kenna seg hava álit á stýrinum og skipanini sum heild, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Skilir øsingina Nógvar gitingar hava ver­ið frammi í sambandi við upp­ sagnarmálið hjá fyrr­ver­andi stjóranum í ALS. Ser­liga finn­ast fólk at frá­far­ing­ar­ av­talu­ni. - Trupulleikin er tann, at sannleikin var øðrvísi enn tað, sum kom út. Eg haldi tað als ikki vera løgið, at fólk seta spurnartekin við fráboðanina, sum kom. Sjálv­ andi skapar tað øsing millum fólk, um tey fáa at vita, at ein per­són­ur sigur seg sjálvan úr starvi og fær løn í 14 mánaðir, sig­ur Eyðfinnur Jacobsen og held­u­r fram: - Almenningurin fekk ta fatan, at tað er lætt at siga seg úr einum stjórastarvi og fáa eina rúgvu av pengum við sær. Tað er ikki løgið, at frá­boðanin, sum kom, hev­ur órógvað fólk, tí hetta er ein óvanligur máti at fara úr sínum starvi, greiðir Eyð­finn­ur Jacobsen frá. Hann heldur tað vera ógvu­liga óheppið, at sann­ leik­in ikki kom fram bei­n­an­ veg­in. - Tað var ikki fyrr enn nakað aftaná, at tað kom fram, at stýrið hevði sagt stjór­an úr starvinum, sigur Eyð­finn­ur Jacobsen og vísir á, hvørja avleiðing hand-far­ ing­in av málinum longu hev­ ur fingið. - Hetta gevur ein skelk, og ein partur av fólkinum missir álit­ið á leiðsluna. Hann skilir væl, at fólk seta spurnartekin við tað, ið er farið fram, og krev­ja eina forkláring um frá­far­ ing­ar­avtaluna, men nýggi stýrisformaðurin ætl­ar ikki sjálv­ur at geva al­menn­ing­in­ um nakað svar. - Tað kann eg ikki, og tað er av tí orsøk, at eg ikki sjálvur var við til at gera avtaluna. Lands­stýrismaðurin hevur bið­ið um eina frágreiðing frá stýrinum, og hana fær al­ menn­ing­urin møguleika at fáa innlit í. Einki skal goymast Men hvussu skal al­menn­ing­ ur­in vera vísur í, at tað, sum stýr­ið í framtíðini fráboðar, er sannleikin, og harvið syrg­ ja fyri, at eitt slíkt mál ikki endur­tekur seg? - Ja, summi hugsa kanska, at mann kann ongantíð vera sikkur, men til tað er at siga, at til ber altíð at bið­ja um alment innlit og fáa nærri frágreiðing, um tað er okkurt, sum ein ivast í, sigur Eyð­ finn­ur Jacobsen, sum sigur seg vilja gera sítt til, at álitið á ALS verður endur­reist. - Tað er at syrgja fyri at siga sannleikan, tí tað bleiv ikki gjørt í hesum føri. Nú eg eri settur sum stýris­for­ mað­ur, fari eg at syrgja fyri, at einki verður dult, allar frá­boða­nir eru sannar, og at ALS-skipanin verður so opin sum gjørligt, sigur Eyðfinnur Jacob­sen og heldur fram: - Harafturat er tað um­ráð­ andi við áhaldandi kunning, so­leiðis at fólk vita, hvat gong­ur fyri seg. Eftir hesum leisti­num umframt at halda seg til galdandi lóggávu á øki­num kunnu vit aftur skapa álit. Hann ivast ikki í, at upp­ sagn­ar­málið fer at hava stóra ávirkan á stovnin og stýrið í fram­tíðini. - Eg gangi út frá, at al­ menn­ing­urin fer at fylgja betur við ALS, og tað kann ser­l­iga hava ávirkan á stýrið, sum ikki kann gera annað enn at gera sítt arbeiðið so gott til ber, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Hann vísir á, at hetta málið eisini kann hava eina posi­tiva ávirkan. - Stýrið gjørdi eitt mistak, men hetta mistakið kann hava eina positiva ávirkan, tí øll, ið varða av ALS, fara at gera alt fyri at sleppa undan at eitt slíkt mistak verður endur­tikið. Hava lært av gøluni Nýggi stýrisformaðurin legg­ ur stóran dent á, at allir part­ ar eiga at hava lært nak­að av upp­sagn­ar­mál­i­num. - Læran er, at tú altíð í einum tílíkum máli skalt halda teg til sannleikan. Um uppsagnarmálið varð frá­boð­ að, soleiðis sum tað í veru­ leika­num hekk saman, so var eing­in øsing, sigur Eyð­finn­ur Jacob­sen og legg­ur afturat: - Taka vit við hesi læruni, kunnu vit forða fyri, at eitt slíkt mál verður endurtikið. Hann dylir ikki fyri, at onkr­an broytingar kunnu vænt­ast í sambandi við yms­ ar mannagongdir hjá stýri­ num. - Nú skal eg fyrst seta meg væl inn í tingini, men longu nú kann eg siga, at tað ikki er óhugsandi, at onkrar manna­gongdir í framtíðini verða broyttar. Tá tað til stykk­is kemur, snýr tað seg um at brúka vit og skil og vanligan fólkasið, sigur Eyð­ finn­ur Jacobsen, sum hevur drúgv­ar royndir við ymsum nevndar­arbeiði bæði sum limur og formaður. Eitt nú hevur hann sitið sum nevnd­ar­for­maður í Atlantic Air­ways í útvið 16 ár. Hesar roynd­ir­nar heldur hann eru ein fyrimunur, nú hann er sett­ur sum nýggjur formaður í stýrinum fyri ALS. - At landsstýrismaðurin hev­ur biðið meg vera for­ maður í stýrinum, kenni eg sum eina viðurkenning av mínum førleikum. Tað er ivaleyst við teimum roynd­ unum, eg havi, og míni bak­ grund, at lands­stýris­mað­ urin metir meg vera tann persónurin, sum kann endur­ skapa tað neyðuga álitið, sum skal til, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. - Eg vil á ongan hátt skjóta stýr­ið, tí øll kunnu gera feilir. Og hetta var eitt mistak. Tað, sum er umráðandi í hesum føri, er, at vit øll hava lært av mis­taki­num. Avgerðir skulu tola dagsins ljós - Eg fari at syrgja fyri, at allar avgerðir, sum stýrið tekur, eru væl lýstar og tola dagsins ljós. Á tann hátt kann álitið á ALS-skipanina endurreisast, sigur nýggi stýrisformaðurin í ALS, Eyðfinnur Jacobsen