Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7 Oddagrein Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Lisið á Í dag eru 20 ár liðin, síðani Marita Petersen varð vald til løg­mann – og Før­oy­ar fyri fyrstu og ein­astu ferð høvdu kvinn­u­lig­an løg­mann. Mar­i­ta Pet­er­sen tók við løg­mans­sess­inum hend­an dag­in eftir Alta P. Dam, sum legði frá sær í hálv­um val­ skeiði. Hes­um boð­aði hann longu frá, at sam­gong­an varð skip­að mill­um Javn­að­ ar­flokk­in og Fólkaflokkin í jan­uar í 1991. Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði fýra fólk í lands­stýr­i­num. Um­framt Alta Dam vóru Mar­ita Pet­er­sen, Jó­ann­es Eid­es­gaard og Thom­as Ar­ a­bo. Val­ið av løg­manni stóð mill­um hesi. Á floks­leiðsl­u­fundi 16. jan­ u­ar valdi floks­leiðsl­an hjá Javn­a­ð­ar­flokk­i­num, at Mar­ ita Pet­er­sen skuldi taka við løg­mans­sess­inum. Hon sat sum løg­mað­ur fram til 10. se­p­tem­b­er í 1994. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var við skálkinum bak oyr­að, at Bjørn Kals­ø, lands­ stýr­is­mað­ur í menta­mál­um, hand­aði Tóroddi Poulsen Ment­an­ar­heið­urs­løn Lands­ ins á há­tíð­ar­haldi í Klaksvík týs­kvøldið. Tóroddur legði ikki fingr­ ar­nar ímillum, tá hann í Degi & Viku varpaði út til Føroya fólk, hvat hann hevði gjørt, um Bjørn dittað sær at koma á fram­sýn­ing­ina, sum var á F­a­brikk­ini hjá Østrøm fyri jól. – Eg hevði skrætt nossini und­an honum, ljóðaði ber­ søgna við­merk­ing­in frá lista­ mann­i­num, sum er ein av teim­um fleiri enn hundr­að list­ar­fól­k­um, sum boy­kotta lands­stýr­ið – og sum ikki vilja lut­taka í nøkr­um há­ tíð­ar­hald­ið­, sum lands­stýrið skip­ar fyri. – Men tá man fær 150.000 skatt­a­fríar krónur frá lands­ stýr­is­mann­i­num, so kunnu noss­ir vera nossir og boykott vera boykott... Tað er løgið, sum politikarar altíð hava tørv á at skáka sær undan við­ ur­skift­um, sum kunnu kennast ó­be­ hag­i­lig. Feskasta dømið er málið um sam­sýn­ing landsstýrismanna. Fyri triðju ferð hevur nevnd skriv­ að álit um, hvussu við­ur­skif­t­ini við­ víkj­andi løn og eftirløn – og skatta­frí­ um – á­góð­um eiga at skip­ast. Hesaferð kom málið upp, eftir at Sos­i­al­urin við fleiri dømum hevði víst á, hvussu summi politikarar liva sum greiv­ar við skattafríum í­skoyt­um, sum eru nógv størri, enn løn­ir­nar hjá ar­beiðsfólki. Tað endaði við, at Rig­ mor Dam legði upp­skot fyri ting­ið um at taka av skattafríu á­góð­ar­nar hjá landsstýrisfólki. Løg­tingið helt ikki tað vera ráð­i­ ligt, og løg­maður vísti á, at ein nevnd ar­beiddi við málinum, sum tí fall. Nevnd­in skuldi eftir ásetingunum verða lið­ug við upp­skotið í hesi ting­ set­uni, sum end­ar á ó­lav­søku. Men gott tað sama, løg­mað­ur hevur al­ ment sagt, at hann vildi hava á­lit­ið fyri nýggjár, og tað fekk hann nýggj­ árs­aft­an. Uppskotið hjá nevndini gongur í stutt­um út uppá, at lønirnar hjá lands­ stýr­is­fólki og løgmanni skulu hækk­ ast mun­andi. Skattafríu á­góð­ar­nir – sum eru kamuflerað løn­ar­hækk­ing til pol­it­ik­arar av bygd – verða tikin av, með­an lands­stýr­is­fólk­ini fáa hvør sín skatt­a­frían ráð­harra­bil at ráða yvir. Gullrandaða eftirlønin verður har­ fyri drig­in niður á eitt fólksligt støði upp á 15 prosent inngjald, sum verð­ur gold­ið í eftirlønanskipan sam­stund­is, sum lønin verður gold­in. Hetta síðsta merk­ir eina risa­stóra sparing fyri lands­kassan. Tí tann skip­anin, sum er gald­andi – sum er kopierað eftir dansk­ari pamp­ara­skip­an – er so gull­ rand­að, at hon svar­ar til eitt eft­ir­løn­ ar­gjald upp á fleiri hundrað prosent. Í pen­g­um svarar tað til, at Pall­iba skuldi goldið væl oman fyri 100.000 krónur um mánaðin fyri at fing­ið tað sama. Hetta eigur í roynd og veru at verða lagt aft­urat løn­ini – tá vit tosa um at sam­sýna landsstýrisfólki. At hetta er svínarí er eyðsæð. Men tað er beinleiðis nið­ur­ger­andi tá nú­ ver­andi og fyrrverandi lands­stýr­is­fólk alment kjast um, hvørt hes­in ella hin hevur skuldina fyri, at skip­an­in ikki er tikin av. Tey hava øll skyldina. Tey hava út­nytt­að hesa skipan til egnan fyri­mun, so ein­falt er tað. Høvdu fjøl­miðl­ar­nir ikki sett ljóskastaran á mál­ið, so var hend­an skipan æv­ugt galdandi, og so hevði lands­kass­in verið um ein háls, tá all­ir pol­it­ik­ar­ar­ nir komu til eft­ir­løn­ar­ald­ur og kosta 10 tals milliónir í part. Politikarar eiga ikki at hava øðrvísi eft­ir­løn­ar­skip­an, enn onnur fólk. Teir skulu hava góða løn, men eiga ikki at geva sær sjálvum munandi løn­ar­ hækk­ing­ar, meðan lønin hjá øðrum verð­ur hildin niðri. Vísið hógv – og brúkið hetta mál­ið at prógva, at tit meina alt um gjøgn­ um­skygni og opinleika. Ikki skylda upp á hvønn­ annan - broytið nú skipanina! Summi vinna hvørja ferð... Góða mamma tað var ikki eg Arbeiðs­ mað­ur miss­ ir, milj­on­er­ ur fær Hans pauli Strøm Tíðargrein á síðu 19 Eg skilji heldur ALS einki Eyðgerð Kruse eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Helgi Abrahamsen Dimma­ lætt­ing er eitt sera spenn­ andi blað. – Serliga er tað spennandi at vita, um mann fær nakað blað ella ikki :-/ Liðið hjá Kaj Leo skal í næst­ um gera av, um tey vilja fáa hægri løn og frá­siga sær gull­rand­aðu pen­sjóns­skip­ an­ina. Flestu lands­stýr­ is­fólk­ini búgva á bygd og kunnu so­leið­is gera sær dælt av »kostn­að­ar­end­ur­ gjald­inum«, sum í veru­leik­ a­num er kamuflerað løn­ ar­hækkan til politikarar á bygd. Løgmaður hevur sjálvur tjent sær sína fullu pen­ sjón upp á 35.000 um mán­aðin, tá hetta skeið­ið er av. Tað hava øll hini eisini, uttan Kári Post, sum tó er kom­in væl á­leiðis við at vinna sær fulla pen­ sjón sum ting­mað­ur, sum helst kann ganga upp í tað, sum hon­ um vantar í til fulla lands­ stýr­is­pensjón. Eftir nýggja upp­skot­ i­num fáa tey 15 prosent om­an á løn­ina til pensjón – akkurát sum onnur fólk. Men so verður tað per­ són­liga atlitið: Fara tey at seta hesa skip­an í gildi fyri tey sjálvi, ella vilja bíða við at seta skip­an­ina í verk, til onn­ur fólk manna lands­ stýr­ið? Tey kunnu gera hetta – ella hitt. Tey vinna í øllum førum persónliga, annaðhvørt við feitari løn ella feitari pensjón Hesa viðmerking hevði Óli P á bak­síðu­ni til bersøgna út­tal­ils­ ið hjá Tór­oddi 26. nov­em­ber í fjør. Man Óli ikki hava eina nýggja við­ merk­ing í dag? – Hygg á bak­ síðu­na! Mentamálaráðharrin hóttur eftir undirlívinum! 20 ár síðani Marita varð løgmaður Ónossligt Ikki ónossligt at fáa 150.000