fríggjadagur 18. januar 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 18. januar 2013 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Handilshøli
til leigu í SMS
Liggur tú inni við einum góðum handilshugskoti, tú kundi hugsað tær
at roynt í verki, er tað kanska tær, vit leita eftir. Eigur tú eitt gott hug-
skot, sum tú sjálvur trýrt uppá, og sum tú eisini dugir at fáa okkum
at trúgva uppá, vilja vit fegin frætta frá tær. Tað skal bara vera væl
gjøgnumhugsað, so tú veitst og kanst greiða okkum frá, hvussu tað
kann gerast veruleiki.
Um tú hevur hugskotið til ein góðan handil, ið kann gera SMS til eina
enn betri handilsmiðstøð, eiga vit hølið at leiga tær. Talan er um eitt
50 fermetrar stórt handilshøli, ið er til taks hjá tí, sum er førur fyri at
sannføra okkum um, at talan er um júst rætta handilin SMS hevur tørv
á at fáa aftrat. Vit eru opin fyri øllum møguleikum, so meinar tú tað
í álvara og veitst, at títt hugskot er eitt, ið heldur, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum. Einki er ov lítið og einki ov stórt - bara
tað er gott.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at senda
ein teldupost til bogi@sms.fo ella ringja til Boga
Andreasen, býlingsstjóra á telefon 233430.
H u g a t a r b e i ð a v i ð f í g g j a r m á l u m ?
Starvslýsing
Størvini
Talan er um tvey fulltrúastørv í fíggjarmálaráðnum. Tú
kemur at arbeiða við einum fjøllbroyttum úrvali av
ráðgevandi-, fyrisitingarligum- og analytiskum uppgávum
á teimum økjum, ið ráðið umsitur.
Til dømis:
At ráðgeva landsstýrismanninum um búskapar-,
fíggjar-, skatta- og avgjaldsmál og at viðgera innkomin
mál
At fyrireika uppskot til nýggjar lógir og lógarbroytingar
At loysa tvørgangandi og samskipandi uppgávur
At gera analysur, langtíðarætlanir og tryggja, at hesar
verða framdar
At ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan
búskap, stjórnarmál, samfelags- ella løgfrøði og tú dugir
at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva við onnur. Neyðugt
er eisini at tú hevur politiskt tev og dugir væl at orða teg
bæði í skrift og í talu.
Vit bjóða
Sjálvstøðugt starv
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir nógv
saman við teimum politisku myndugleikunum
Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving
Eitt starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men sum
samstundis er sera áhugavert við nógvum samskifti
úteftir
Flex-tíð
Arbeitt verður á høgum fakligum støði, og tí eru sera
góðir møguleikar fyri persónligari- og fakligari menning.
Setanartreytir
Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin
fevnur um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskriv stovuna og hini aðalráðini.
Umsókn
Umsókn saman við CV og prógvum og møguligum
viðmælum skal sendast til fmr@fmr.fo.
Tilber eisini at senda umsókn sum bræv til:
Fíggjarmálaráðið, Postboks 2039, 165 Argir.
Freistin at søkja er 8. februar 2013 kl. 12.00.
Størvini verða sett skjótast tilber.
Setanartilgongdin er sambært setanarpolitikki landsins.
Setanartilgongdin kann síggjast á www.lnd.fo
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til
Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra á tlf. 35 20 20.
Fíggjarmálaráðið, ið umsitur fíggjar, búskapar og
skattamál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott
grundarlag og ger hugskot til veruleika.
www.fmr.fo
Tvey størv, eitt fast og eitt farloyvisstarv, sum fulltrúi í fíggjarmálaráðnum eru leys at søkja
Fíggjarmálaráðið
M i n i s T r y o f f i n a n c e
K v í g g j a r t ú n 1
P o s t b o K s 2 0 3 9
F o - 1 6 5 a r g i r
t e l 3 5 2 0 2 0
F m r @ F m r . F o
w w w . F m r . F o