Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er ikki hissini skoðsmál, sum Kaj Leo og hansara fólk fáa fra fyrrverandi sam­ bands­høvd­ing­i­num, Ed­ mundi Jo­en­sen. Í grein á síðu 10 í dag sigur hann m. a. so­leiðis: Samgongan átti at skamm­ast. Tað er lítið virðiligt fyri okk­ara land, at spar­i­knív­ ur­in verð­ur settur á kjarn­u­ væl­ferð­ina í samfelagnum. Pen­sjón­i­st­ar longu verða hildn­ir fyri gjøldur. Nú koma so sjúkl­ingar afturat. Hugsa tær, um tú bæði ert pen­sjón­istur og sjúklingur? Hví skulu veikastu bólkarnir hava slíka viðferð? Upp aftur óvirðiligari er tað, tá ið samgongan sam­ stund­is futtar pensjónir hjá fólki av í asosialum flat­ skatta­lætta. Sambandsflokkurin hevur eina serliga ábyrgd í hesum sam­an­heingi. Flokkurin hevur sos­i­al­ li­be­r­a­l­an politikk í sín­um skjaldra­merki men let­ur sum um, hetta ikki er so. Sama má sigast um rík­is­fel­a­gs­skaps­ stevn­una. Eisi­ni hon er meitlað inn í floks­ins merki. Her yppir Sam­bands­ flokk­u­r­in eisini øksl. Tað er óskiljandi. Les­ið greinina hjá Ed­ mundi Joensen á síðu 10. So upprann dagurin, har føroyskir pol­i­tik­ar­ar – við Mið­flokk­i­num á odda – ætla at taka pengar frá fólki fyri at liggja á sjúkrahúsi. Páskotið er, at tað javnan kem­ur fyri, at sjúkl­ing­ar, sum eru lið­ugt við­gjørdir á Lands­sjúkr­a­hús­i­num og teim­um báðum smáu sjúkr­a­hús­ i­num, ikki kunnu verða út­skrivað­ir, tí teir hava ongastaðni at fara.
Or­ søkin til tað er, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálv, men sum Nær­verkið einki nøktandi tilboð hev­ur til, hvørki á bústovni ella í heim­a­røktini. Hetta heldur landsstýrismaðurin í heils­u­mál­um ikki, at sjúkra­hús­ verk­ið kann standa modell til, og tí fer hann at leggja upp­skot fyri Løg­ ting­ið um at sam­tykkja, at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúk­ling­u­num. Hetta er dømi um eina skip­an, sum ikki riggar. Um ein lands­stýr­ is­mann – og allar helst eitt heilt lands­stýr­ið – sum ikki megnar at loysa grundleggjandi trupulleikar í væl­ferð­ar­sam­fel­agnum – men í staðin skriv­ar út rokn­ing­ar til okkara veik­astu sam­fel­ags­borg­ar­ ar. Tað er hugstoytt at staðfesta, at poli­tik­ar­ar koma sær at seta fram slík­ar tank­ar. Vit kundu sagt, at tað kanska ikki er so løgið, at eitt høgr­ a­ra­d­i­kalt landsstýri vil hava inn­ tøk­ur frá brúk­ar­a­gjøl­d­um. Men tað burdi undrað, at júst Mið­flok­k­ur­in er eks­pon­ent­ur­in fyri hesi rad­i­kalu av­mont­er­ing av eini av grund­súl­u­ num undir vælferðsamfelagnum, nevn­i­liga ókeypis atgongd til sjúku­ við­gerð. Men kortini undrar tað ikki. Og hví ger tað ikki tað, kunnu vit spyrja. Tað hevur eydnast Mið­ flokk­i­num at tos­að í fleiri tungum í hesi sam­gongu. Meðan Karsten og Bill hava triv­ist væl, so hevur Jenis venað seg illa og hótt við at slitið samgonguna fleiri ferðir. Slíkt terir upp á trúvirði – og tí verða slíkar hóttanir frá Jen­isi ikki tiknar fyri fult longur. Hvørki í hans­ara egna flokki, ei held­u­r í sam­gong­uni ella fyri tað í løgtinginum og al­menn­ ing­i­num sum heild. Øll vita, at Jenis bluff­ar – og bluff verð­ur ikki tik­ið fyri fult fleiri ferð­ir. Tað kann væl vera, at tað er ein trup­ul­l­eiki, at ov frísk fólk liggja á sjúkr­a­húsi –  fólk, sum hava tørv á aðr­ari hjálp enn viðgerð á sjúkr­a­húsi. Men tað hjálpir lítið at senda teim­ um eina rokning. Eru tað røktarheimspláss, sum Kar­st­en Hansen saknar, so er ad­ressan skeiv. Tað bøtir einki at plúndra tey á niðastu rókunum. Hasin trupulleikin skal loysast í pol­i­tisku skipanini. Tað er tað, vit hava pol­it­ikarar til. Tað sigst, at nýggir kustar feia fest. Men tað er ikki í øll­um førum, at tað passar. Nýggja vónin hjá Gamla Sjálv­stýrinum, Kristianna Wint­her Poulsen tók í gjár sæti á tingi fyri Jógvan Skor­heim, sum hevur sitið har fyri Kára P. Højgaard sein­asta árið. Og fyrsta dagin slapp Krist­i­anna at vísa sítt virði sum talskvinna fyri smá­barn­a­familjur og javn­ støðu. Men gakk. Hon dumpaði longu fyrsta dagin, tá hon at­kvøddi ímóti and­støð­u­ upp­skot­i­num um at leingja barns­burð­ar­farloyvi. Kristianna setir sína vón til Johan Dahl, sum hevur lovað at koma við einum sama slag uppskoti seinni í vár. – Vit meina tað Kristi­ anna. Vit hvødu vónað, at tú kundi prógva títt virði – og at tú káraði at skræða tape'ið av munninum, men hetta boðar ikki frá góð­ um... Skræð tape'ið av Kristianna hví plúndra tey veiku? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Edmund Joensen: Skamma teg Kaj Leo! Send rokn­ingina til Høgna og Anfinn Edmund Joensen tíðargrein á síðu 10 Ein lítil rætting frá Njál Njál Djurhuus kjak á síðu 10 Politiska skipanin eigur sjálvt at loysa trupulleikan