týsdagur 22. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Broytt kirkjuráðsval Týsdagin 5. november ver kirkjuráðsval.,
og tað nýggja á hesum sinni er, at í eini kirkjusókn við 500
kirkjufólkum skal verða val. Áður var einki kirkjuráðs val, um
einans ein listi kom inn. Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár, og ný- og
afturvaldu kirkjuráðslimirnir taka við fyrsta sunnudag í advent.
Fornminnafelagið fingið lykilin Gjáramorgunin varð lykilin til turki
húsið á Høvdanum handaður Malenu Thomsen, forkvinnu í Sjóvar forn
minnafelag. Turkihúsið varð bygt í 1950, og tað tók ímóti fiski frá skipum
hjá Poul Hansen og J. F. Kjølbro í Klaksvík. Fornminnafelagið ætlar, at
savn við tíðini skal verða í turkihúsinum, bæði sjó- og bygdasavn.
Randi Jacobsen
- Hereftir líti eg ikki á nakað
streymkort. Eg lurti heldur
eftir
útróðrarmonnum
á
staðnum.
Hetta
sigur
Heiðrikur
Christiansen í Havn.
Hann hevur arbeitt fyri
Føroya Tele sum kavari at
umvæla kaðalar.
Ein dagin seinasta summ
ar vóru teir við einum lítlum
báti suður úr Hælinum á
Hestoynni og inn í Skopun
arfjørð.
- Vit hugdu væl og virði
liga í Skipalistanum eftir,
nær kyrrindi vóru, og vit
vóru á staðnum eitt korter
frammanundan, sigur Heið
rikur Christiansen.
Panikkur
Men so fór at reka beint
øvugt av tí, sum stóð í
streymkortinum.
Teir høvdu gjørt fast mill
um bátin og eina boyu, og
har var einki annað at gera
enn at kappa. Teir fingu ikki
loyst.
- Tá var panikkur í. Tað
rak so hart, at økslin kom
niður í sjógvin, tá ið vit
kappaðu, sigur Heiðrikur
Christiansen.
Tá ið teir komu aftur til
Havnar, fór Heiðrikur at
kanna eftir, hvat streymkort
ið, hann hevði brúkt, segði.
Jú, hann hevði hugt rætt.
- Eg havi altíð litið fult og
heilt á streymkort, men tað
geri eg ikki longur. Tað er
skjótt at koma illa fyri, sigur
Heiðrikur Christiansen.
Síðan ta hendingina hev
ur hann verið við til at ar
beitt upp á kaðalin einastað
ni millum Lítlu Dímun og
Hvalba.
Av ringum royndunumm
av streymkortunum ráðførdi
hann seg tá við staðkønar út
róðrarmenn.
Spurningurin um óálít
andi streymkortini var uppi
at venda, og teir vóru samdir
í, at vandi kann standast av
skeivum streymkortum.
Meira enn ein tíma kann
vera á muni á streymkorti
num í Skipalistanum og tí í
Álmanakkanum.
Streymkortini eru lívshættislig
Heiðrikur Christiansen og aðrir komu í havsneyð ein dag í Skopunarfirði, tí rákið
var beint øvugt av í, sum streymkortið í Skipalistanum segði
Randi Jacobsen
Til jóla kom Álmanakkin,
sum H. N. Jacobsens Bók
handil hevur givið út í 85
ár, og tá kom eisini út fyri 9.
ferð Skipalistin, sum Dim
malætting seinastu árini
hevur givið út.
Báðar bøkurnar hava
streymkort, og enn eina ferð
eru kortini ikki eins.
Í 26 ár var tað Poul Jo
hannes
Johansen,
fyrr
verandi stjóri á Føroya
Sjómansskúla, sum gjørdi
streymkortini
til
Álma
nakkan.
Síðan tók sonurin Krist
ian Johansen yvir, og hann
hevur gjørt kortini nú í
fleiri ár nú, og tað hevur
hann gjørt eftir sama leisti
sum pápin.
Hann heldur síni streym
kort vera rættiliga álítandi,
og tey eru eftirkannað av
donsku sjóverjuni.
Onkur roknifeilur kann
koma fyri, men tað er ikki
tað stóra, sigur Kristian
Johansen.
Kristian Johansen hev
ur frætt um menninar, sum
komu illa fyri í Skopunar
firði.
Tveir roknimátar
Munurin millum streym
kortini í Álmanakkanum og
tey í Skipalistanum kemur
av, at teir, sum gera kortini,
brúka ymiskar roknihættir.
Petur Hans Dahl, vara
stjóri á Vinnuskúlanum ger
kortini í Skipalistanum.
Hansara
kort
verða
brúkt
í
Dimmalætting
og eru eisini at finna á
heimasíðuni hjá Vinnuhá
skúlanum.
Petur Hans Dahl sigur, at
hann fleiri ferðir er gjørdur
varugir við feilir í kortunum.
Hann ásannar, at tá ið
kortini eru ymisk, kunnu
øll ikki vera røtt, men hann
heldur seg hava rætt.
- Tað besta hevði verið,
um vit báðir settu okkum
saman og funnu útav, hví
kortini eru ymisk, sigur Pet
ur Hans Dahl.
Hann heldur tað vera
gott at fáa at vita, tá ið feilir
hava verið í kortunum, tí
tað fær hann at ansa betur
eftir næstu ferð.
Í hini greinini á síðuni
greiðir Heiðrikur frá, hvus
su hann kom í neyð av at
líta á streymkort.
Sosialurin hevur tosað
við nakrar útróðrarmenn.
Summir brúka Skipalistin,
og aðrir brúka Álmanakkan.
Rúni Poulsen í Nólsoy
sigur, at teir altíð hava hild
ið seg til kortini í Álma
nakkanum, og teimum hava
teir góðar royndir av. Hini
kortini hevur hann ongan
tíð brúkt.
Auðunn Konráðsson í
Klaksvík sigur, at tey seinnu
árini hava teir hildið seg til
Skipalistan, og hann hevur
ikki frætt um, at nakar har
er komin fyri av skeivum
streymkortum.
Mortan Johannesen í
Havn vísir á, at streymkort
ini ikki altíð kunnu halda,
tí ættin ger sítt, nær mánin
er næstur jørðini og onnur
viðurskifti.
Í fleiri støðum er munur á streymkortunum hjá Skipalistanum og teimum
hjá Álmanakkanum. Báðar partar halda upp á sítt
Streymkortini siga hvør sítt
Ymiskir roknimátar gera, at streymkortini ikki eru eins
Modellmynd