Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen – Tað skal aldrin koma upp á tal, at senda sjúklingum Lands­sjúkra­húsinum rokn­ ing fyri at liggja á sjúkra­hús­ inum. Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins. Annars hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsu­málum, sent uppskot til hoyringar, har hann biðjur um heimild at taka gjald fyri sjúklingar, sum verða liggj­ andi á sjúkrahúsi, hóas teir eru liðugt viðgjørdur Tað kemur oftani fyri, at sjúklingar, sum eru liðugt við­gjørdur á Lands­sjúkra­ hús­inum, og teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, ikki kunnu verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara. Orsøkin til tað er, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálvi, men sum Nærverkið onki nøktandi tilboð hevur til, hvørki á bústovni ella í heimarøktini. Men hereftir skal gjaldast fyri, at hesir sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt við­ gjørdir. Karsten Hansen fer skjótt at leggja uppskot fyri Løg­ tingið um at samtykkja at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúklingunum. Á psykatrisku deild er sama støðan, tí eisini har búgva fleiri fólk meiri ella minni fast, hóast tey eru lið­ ugt viðgjørd, men tey rinda sjálvi eitt ávíst gjald fyri uppi­haldið. Gjaldið er áleið 5.500 krón­ur um mánaðin og nú er ætlanin at seta somu skip­an í gildið fyri restina av Heilsi­verkinum, stendur í ein­um upp­skotið, Karsten Hansen hevur sent til hoyr­ ingar ymsastaðni í heilsu­ verk­inum. Skal aldrin henda Men hendan ætlanin møt­ ir harðari mótstøðu frá floks­fel­ag­anum hjá Karsten Hansen. – Hetta fer Miðflokkurin ikki at góðtaka og kemur Karsten Hansen við slíkum upp­skoti, hava vit ein stóran innan­floks trupulleika í Mið­ flokkinum. – Hava vit gjørt eitt mis­tak á psykiatrisku deild, skal tað ikki endurtaka seg á øðrum deildum á Lands­sjúkra­hús­ inum, tí tað skal ongin rokn­ ing sendast sjúklingum, so leingi Mið­flokkurin er í sam­ gongu Hinvegin er Jenis av Rana samdur um, at gjaldast eigur fyri hesar sjúklingar. Men tað skal vera al­ manna­verkið, sum fær rokn­ ing­ina og hon skal vera nógv størri enn 5.500 krónur um mán­aðin. – At rinda 5.500 krónur um mánaðin er ein loysn, sum er so bílig, at tað fer ikki at eggja almannaverkinum at loysa trupulleikan, tvørtur ímóti, sigur Jenis av Rana Karsten Hansen sigur, at ongin avgerð er tikin um gjaldið. Tað einasta, hann biðjur um, at at fáa heimildina, men hvør skal hava rokningina og, hvussu stór, rokningin skal vera, er ongin avgerð tikin um enn. Men hann vísir á, at onki verður rindað fyri hesi fólkini, hóas tey fáa innivist, mat, røkt og annað, og rokningin kann tað sama sendast al­ manna­málaráðnum, men enn er ongin støða tikin. Hann vísir á, at í Danmark eru tað kommunurnar, sum fáa rokningina. Men skal rokn­ing­in send­ ast Almanna­mála­ráð­num, hví so ikki senda teim­um fulla rokning og ein sjúkra­ hús song kostar mangt slíkt enn 5500 krónur um mán­ aðin, spurdu vit lands­stýris­ mannin? Men hóast tað stendur í uppskotinum, at skipanin skal vera tann sama um á Psykiatrisku deild, endur­tek­ ur Karsten Hansen, at ongin avgerð er tikin um upp­hædd­ ina og, hvør skal hava rokn­ ingina. – Nú er uppskotið sent til hoyr­ingar og so fáa vit at síggja, sigur Karsten Hansen. aki@sosialurin.fo Brúkagjald hvørki má ella skal koma upp á tal HEILSUVERK Tað verður ikki við Miðflokkinum í samgongu, at fólk skulu rinda fyri at liggja á sjúkra­ húsi, sigur Jenis av Rana ikki upp á tal – Hetta fer Miðflokkurin ikki at góðtaka og kemur Karsten Hansen við slíkum upp­skoti, hava vit ein stóran innan­floks trupulleika í Mið­flokkinum, sigur Jenis av Rana – Nú er uppskotið sent til hoyr­ingar og so fáa vit at síggja, sigur Karsten Hansen Savnsmyndir