Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Lagnunar spei­ semi vil, at Kar­ sten Hansen skal taka støðu til, um fólk skulu rinda brúk­ar­a­gjald fyri at liggja á Lands­ sjúkr­a­hús­inum – tí tað var júst Kar­sten Hansen, ið førdi knívin, tá ið ríkisfíggingin til land­sins sjúkr­a­hús og heilsu­verk skuldi fast­frystast Ger so væl og betal. Tað, ið nógv hava bíðað eft­ir – og helst stúrt fyri – nærk­ast nú veruleikanum. Ætlan er um, at sjúk og veik skulu hava rokning fyri at liggja á landsins sen­tral­ sjúkr­a­húsi, Lands­sjúkr­a­hús­ i­num. Hugsa tær! Væl­ferðin í Føroyum er nú kom­in hag­ar til, at sjúkr­a­ hús­leiðslan, sum er í fíggj­ ar­lig­ari knípu, biður lova sær at taka brúkaragjald frá sjúkl­ingum. Sagt verður, at rokning verð­ur ikki skrivað, fyrr enn sjúkl­ing­urin er liðugt við­ gjør­dur. Hetta er helst ein sannleiki við mod­i­fikatiónum. Man tað ikki blíva soleiðis, at fólk gerast “frísk” við brest­ in, um sjúkrahúsleiðslan slepp­ur at skriva rokning til “frísk­ar” sjúklingar? Óansæð, um tað endar við, at brúkaragjald verður lagt á ella ikki, so síggja vit nú myndina av framtíðar væl­ferðini í Føroyum. Gongd­in er harmilig. Fastfrysting rakar Heilsuverkið meint Hevði tú væntað, at tað skuldi koma so vítt? Hetta er arvurin eftir stýr­ið, ið vildi hava fullveldi uttan at hava ráð til tað. Nú - eitt tíggjuár eftir, at fullveldisstýrið fekk fría at­gongd til landskassan og leiðslu landsins - koma av­ leið­ing­arnar av fullkomna pol­it­iska vitloysinum, ið vald­aði. Fullveldissamgongan sá seg illa inn á Ríkisveitingina, og garparnir báðir, Høgni Hoy­dal og Anfinn Kallsberg, valdu tí at skera hana við uml. einum triðingi. Harumframt skuldi hon eis­ini fastfrystast. Júst fastfrystingin rak­ar nú sjúkrahúsini og Heils­u­ verk­ið meint. Á myndini, ið fylgir við hesi grein, sæst skeiva gongdin. Út­reiðslurnar til heilsuøkið vaksa sjálvsagt. Men Ríkisins partur av fíggingini til hesar somu útreiðslur hevur verið fast­ frystur í 10 ár. Hetta er beinleiðis orsøkin til tosið um brúkaragjald á Lands­sjúkr­a­húsinum. Hoydal og Kallsberg vildu ú­t­hola virðið av veitingini til Heils­u­verkið, og tað merk­ist nú beinleiðis í sama Heils­u­ verki. Tingini hanga saman. All­ar avgerðir hava sínar av­ leið­ing­ar. Ríkismyndugleikarnir hava ann­ars skyldu til at fíggja Heils­u­verkið saman við Lands­stýrinum. Hetta kemst av, at Heilsuverkið er eitt felagsmál. Tað er ikki yv­ ir­tikið. Partarnir vóru vanir at fíggjað økið á leið helvt um helvt. Hetta sá full­veld­is­sam­ gong­an stórt uppá, og tí er støð­an innan Heilsuverkið, sum hon er. Lagnunar speisemi Av sonnum má tað sig­ast at vera lagnunar spei­semi, at Karsten Hansen, lands­stýr­ is­maður í heils­umálum, skal taka støðu til, um fólk skulu rinda brúk­a­ragjald fyri at liggja á Lands­sjúkra­s­júkra­ hús­i­num. Tað var júst sami Karsten Han­sen, ið tryggjaði full­veld­ is­sam­gonguni, at veitingin úr Ríkinum til landsins sjúkr­a­ hús og heilsuverk skuldi fast­ f­ryst­ast Tá var hann lands­stýr­is­ maður í fíggjarmálum fyri Tjóð­veldi. Á ein hátt kennist tað rætt, at Karsten Hansen fær mál­ið inn á sítt borð. Tað er ikki annað enn rímiligt, at full­vel­d­is­ministarin sær av­ leið­ing­arnar av tí, hann førdi út í lívið fyri 10 árum síðani. Ein heilsan til samgonguna Tá, ið hetta er sagt, er týðandi at senda verandi samgongu eina heils­an. Samgongan átti at skamm­ast. Tað er lítið virðiligt fyri okkara land, at spari­knív­ ur­in verður settur á kjarn­u­ væl­ferð­ina í samfelagnum. Pen­sjón­ist­ar longu verða hildn­ir fyri gjøldur. Nú koma so sjúkli­ngar afturat. Hugsa tær, um tú bæði ert pen­sjón­ist­ur og sjúklingur? Hví skulu veikastu bólkarnir hava slíka viðferð? Upp aftur óvirðiligari er tað, tá ið samgongan sam­ stundis futtar pensjónir hjá fólki av í asosialum flat­skatt­ a­lætta. Sambandsflokkurin hevur eina serliga ábyrgd í hesum sam­an­heingi. Flokkurin hevur sosi­al­ lib­e­r­alan politikk í sínum skjaldr­a­merki men letur sum um, hetta ikki er so. Sama má sigast um rík­is­fel­ags­ skaps­stevn­una. Eis­ini hon er meitlað inn í floks­ins merki. Her yppir Sam­bands­flokk­u­r­ in eisini øksl. Tað er óskiljandi. Send víðari Hjá teimum, sum frameftir møg­u­liga skulu gjalda fyri at liggja á Landssjúkrahúsinum, er eitt at gera. Send rokningina víðari til Føroya dýrastu dreingir: Høgna Hoydal og Anfinn Kalls­berg - og eitt eintak til Kars­t­en Hansen. Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Edmund Joensen: Her sæst skeiva gongdin innan føroyska Heilsuverkið. Útreiðslurnar vaksa, men Ríkisins partur av fíggingini til hesar útreiðslur hevur verið fastfrystur í 10 ár. Hetta er beinleiðis orsøkin til tosið um brúkaragjøld á Landssjúkrahúsinum. Virkiseigarin Henry Ford hev­ur sagt at tey flestu menn­iskju brúka meiri tíð og kreftir at tosa um trup­ul­ leikar teirra, enn at royna at loysa teir. Nú valdi eg persónliga at ar­beiða við mínum trup­ ul­leik­um í tí stilla, men tíðin gekk, og at enda fekk eg góða hjálp frá mínum børnum og NRK. Fleiri hava spurt meg um eg angri at eg fór undir hetta, men tað geri eg ikki. Eft­ir sendingina hava hóp­ in av fólki í Noreg sett seg í samband við meg. Fel­ags­ við­merk­ing­ar teirra er at tey eru glað yvir, at eg sum í teirra eygum ongar per­ són­lig­ar trup­ul­leik­ar hevði, nú al­ment segði at eis­ini eg sum í­gjøgn­um eitt langt lív hevði hjálpt øðr­um, sjálv­ur hevði mítt at stríð­ast við. Hetta hevur skapt virð­ing at eg alment vildi fara út við hesum. Ein sjónvarpstáttur sum hes­in kann als ikki geva eina fullgóða mynd av tí ið fór fram, soleiðis hesa ferð, tað sum ikki kom fram var mill­um annað at pápi mín James misti pápa sín tá hann var 7 ára gamal og tá hann var 14 ára gamal doyði mamman. Hann royndi at bjarga sær sum best bar til, men so bjóð­aði fastir hansara honum at koma til teirra at vera í Skerray. Tríggir av brøðrum hans­ ara doyði undir heims­bar­ dag­a­num. Í 1942 varð hann sendur til Normandíið har teir Sameindu ætlaðu at leypa á Noreg fyri at fáa týska hervaldið út, hetta bleiv av ongum, og tí varð hann sendur við Lov­at Scouts til Bretlands at ansa tey kongaligu. Annars var tað áhugavert at hoyra pápa mín lesa eina av yrkingum sínum. Eitt lítið »brek« er í frá­ søgn­ini ið eg vil viðmerkja her, ann­ars er alt góðtikið frá mær, hóast eg ikki sá sjón­varps­táttin áðrenn hann var send­ur. Sagt verður at pápi mín var tann stóri kærleikin hjá mammu míni, so klipti NRK restina burt­ ur. Hann var sjálvsagt henn­ ara ungdómskærleiki har eg Njál var úrslitið. Mamma mín giftist fleiri ár aftaná við Johannes Jac­ob­s­en úr Hvalvík og tey høvdu eitt gott hjúnarband inn­til deyð­ in skilti tey. Fólk hava spurt meg nú hvat ert tú nú Njál? Býr í Noregi, hálvur skoti og hálv­ ur føroyingur, svarið er greitt, før­oyingurin kemur altíð at hava fyrsta plássið! Tað eri eg stolt­ur av. Gud signi mítt elsk­aða føðiland Føroyar. Viðmerkingar frá Njál Send rokningina víðari til Høgna og Anfinn Njál Djurhuus