týsdagur 22. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Málið er dyrnar
til samfelagið
– Eg vil vita alt um føroyska mentanarøkið, men fyrst skal eg læra meg føroyska málið. Tað sigur
Sif Gunnarsdóttir, sum í seinastu viku hevði sín fyrsta arbeiðsdag í stjórasessin í Norðurlandahúsinum
Rannvá G. Fossaberg
Hóast hon bert hevur verið í
Føroyum í tvær vikur, hevur
hon longu verið til fyrstu
konsertina, vitjað fleiri mat
stovur og hitt eina rúgvu av
fólki. Og so hevur hon longu
funnið sítt yndisorð á før
oyskum.
– Trupulleiki. Eg veit ikki
hví, men tað er eitt orð, sum
mær dámar væl at siga, for
telur Sif Gunnarsdóttir og
flennir.
Yndisorðið er tó ikki eitt
orð, sum 47 ára gamla Sif
Gunnarsdóttir brúkar nógv,
tá evnið er Føroyar, Ísland
og nýggja starvið sum stjóri
í Norðurlandahúsinum.
– Eg eri ógvuliga bjart
skygd um komandi tíðina og
gleði meg til alt tað, eg skal
uppliva, nú eg eri flutt til
Føroya, sigur Sif Gunnars
dóttir, sum fyri tveimum
vikum síðani flutti til Føroya
saman við manninum. Tey
bæði búgva í einum húsum á
Berjabrekku, og nýggi stjórin
gongur til arbeiðis hvønn
morgun.
– Tað er fantastiskt at fáa
ein gongutúr hvønn morgun.
Onkur hevur fortalt mær
um eina sniðgøtu oman til
Norðurlandhúsið, men hana
havi eg ikki funnið enn, sigur
Sif Gunnarsdóttir og smílist.
Undirvísing
í føroyskum
Ofta verða politikarar og
onnur fólk í nýggjum sessum
givin 100 dagar, har tey síð
ani verða mátað og vigað av
almenninginum. Men fer Sif
Gunnarsdóttir at blíva føroy
ingur innan 100 dagar?
– Tað verði eg allarhelst
ikki. Hinvegin fari eg at royna
at gerast ein integreraður
íslendingur í føroyska sam
felagnum, sigur Sif Gunnars
dóttir.
Hon hevur longu tik
ið fyrsta stigið, sum eftir
hennara meting er altavger
andi fyri, at hon og maðurin
kunnu fella so væl inn í
føroyska samfelagið sum
gjørligt.
– Vit hava funnið eina
kvinnu, sum fer at undirvísa
okkum í føroyskum nakrar
tímar hvørja viku. Eg haldi
tað vera so ótrúliga umráð
andi, at skilja og tosa før
oyskt, tí málið er ein stórur
partur av eini og hvørjari
uppliving,
greiðir
Sif
Gunnarsdóttir frá.
Hon heldur, at dugir tú
ikki málið, í tí landinum tú
ert í, missir tú nakað.
– Tú sleppur líkasum ikki
inn í allar krókar og kemur
ikki heilt tætt upp á fólk, um
tú ikki skilir tað, ið verður
sagt, ella ikki dugir at sam
skifta á teirra máli. Eg vænti
ikki, at eg fari at duga at
tosa flótandi føroyskt upp
á hundrað dagar ei heldur
nøkur fá ár, men tað nýtist
eg heldur ikki, sigur Sif
Gunnarsdóttir
og
heldur
fram:
– Endamálið hjá mær
við at læra føroyskt er, at
kunna vera í samfelagnum
við at duga og skilja málið
hampiliga væl. Til dømis vil
eg kunna fara á konsertir,
til sjónleik ella á fund, har
eg kann fylgja við í tí, sum
fyriferst. Eg vil ikki vera
tann, sum í heilum brýtur
samrøðuna av á fundum av
tí at eg ikki skilji tað, fólkini
tosa um, ella tí eg skal brúka
langa tíð upp á at forklára
meg á føroyskum, greiðir Sif
Gunnarsdóttir frá. Longu
nú tosa starvsfelagarnir við
hana á føroyskum.
– At byrja við var eg ógvu
liga bjartskygd og roknaði
við, at eg fór at læra málið
alt fyri eitt, men eg má við
ganga, at tað er verri enn eg
væntaði.
Avbjóðandi at flyta
Umframt málið eru eisini
aðrar
avbjóðingar
tá
tú
flytur úr einum landi í eitt
annað. Fyri nýggja stjóran í
Norðurlandahúsinum er tað
eisini krevjandi at skapa ein
gerandisdag í einum heilt
ókendum umhvørvi.
– Størsta avbjóðingin er at
skapa eitt lív, har gerandis
dagurin riggar. Eg og maðurin
eru í ferð við at finna vinfólk,
vit skulu finna útav hvar og
viðhvørjum vit skulu drekka
kaffi saman við. Eisini skal
yndisbakarin
finnast
og
tað sama er galdandi fyri
hárfríðkaran. Eg havi ikki
funnið útav enn, hvar hárið
skal klippast, so tað má eg
kanna sum skjótast, sigur Sif
Gunnarsdóttir og smílist.
Hóast hon og maðurin
sum heild halda tað vera lætt
at flyta til Føroya, dylur hon
ikki fyri, at tað er nakað, sum
ger, at hon saknar Ísland.
– Eg má viðganga, at tað
var ikki heilt lætt at siga
farvæl við børnini, fortelur
Sif Gunnarsdóttir. Sjálv eig
ur hon eina dóttir, sum býr í
Íslandi, meðan maður henn
ara hevur trý børn, sum
búgva í ávíkavíst Svøríki,
Danmark og Íslandi, har tey
eru undir útbúgving.
– Saknur er í teimum, tað
er eingin ivi um tað. Tíbetur
kann mann brúka Skype og
Facebook, og tað brúki eg
nógv, sigur Sif Gunnarsdóttir
og avdúkar, at hon hvønn dag
sendir 22 ára gomlu dóttrini
í Íslandi boð umvegis Face
book, har hon skrivar henni
eina lítla heilsan.
– Tað góða er, at tey eru øll
vaksin, eru undir útbúving,
hava arbeiði og klára seg
væl. So okkum nýtist ikki
at stúra fyri teimum, sigur
Sif Gunnarsdóttir og leggur
afturat.
– Vit fingu børnini, tá vit
vóru lutfalsliga ung, og tað
er ein fyrimunur nú, tí børn
ini eru vaksin, og vit kenna
okkum als ikki gomul. Tá ber
til at taka av ymsum tilboð
um og avbjóðingum, so sum
at flyta til eitt annað land og
byrja í nýggjum starvi.
Fólkið skal luttaka
Nú Sif Gunnarsdóttir kom
andi árini skal standa á odda
fyri norðurlendska ment
anarmiðdeplinum í Føroy
um kennir hon seg longu nú
rættiliga trygga innan før
oyska mentan.
– Eg vil siga, at eg veit
eitt sindur innan tey flestu
mentanarøkini í Føroyum.
Eitt nú havi eg lisið fleiri verk
eftir William Heinesen, sum
eg haldi var heilt fantastiskur.
Áðrenn eg kom higar kendi
eg til føroyskar listamenn
sum Mykines og Ingolv av
Reyni, og hvat tónleiki við
víkur, so havi eg fleiri ferðir
upplivað Eivør, sum eg haldi
best kann samanberast okk
ara Björk í Íslandi, greiðir Sif
Gunnarsdóttir frá.
Álmanakkin hjá Norður
landahúsinum fyri 2013 er
longu fastlagdur, og tískil
hevur nýggi stjórin ikki so
stóra ávirkan á tey tiltøkini,
ið koma at vera í húsinum í
ár.
– At nýggjur stjóri er
komin í Norðurlandahúsið
fer nokk ikki at merkjast
aftur í tiltøkunum fyrr enn
í 2014. Hetta tí at skráin fyri
so at siga allar mánaðirnar
í ár longu er løgd, sigur Sif
Gunnarsdóttir, sum tó longu
hevur gjørt sær ætlanir um,
hvussu 2014 fer at vera í
Norðurlandahúsinum.
– Sum eg havi skilt, er
rættiliga nógvur aktivitetur
her um summarið, har stevn
ur, festivalar, ólavsøka og
onnur tiltøk eru á skránni.
Tí fari eg at leggja meg eftir,
at gera tíðina frá oktober til
mars meira livandi við yms
um mentanartiltøkum, for
telur Sif Gunnarsdóttir.
– Í Íslandi hevur mann
seinastu árini skipað fyri
ymiskum tiltøkum, har alt
fólkið í stóran mun er við og
kann luttaka ókeypis. Her
kann eg nevna mentanarnátt
ina, barnafestival og vetrar
festival, sum øll eru blivin
vælumtókt. Slík tiltøk kundi
eg hugsað mær, at vit eisini
í størri mun skulu uppliva í
Føroyum um veturin. Tað,
sum er umráðandi, er, at øll
onkursvegna kunnu vera við,
sigur Sif Gunnarsdóttir.
Sjálv sigur hon seg ikki
hava ein grein innan mentan,
sum henni dámar betri enn
aðrar.
– Eg eri rættiliga all
around og vil helst ikki velja
eina
mentanargrein
fyri
so at velja eina aðra frá. Og
soleiðis ynski eg eisini, at
Norðurlandshúsið skal vera.
Fyrilestrar um bókmentir
tað eina kvøldið og síðani ein
vill rokkkonsert næsta kvøld.
Húsið skal bjóða tiltøk fyri
allar aldursbólkar og fólk, við
ymsum áhugamálum innan
mentan.
rannva@sosialurin.fo
Mynd: Heinesen Myndir