týsdagur 22. januar 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Gunnar Nielsen
Eg havi
ongan skund
Hann er eftir fimm ár í Premier League arbeiðsleysur. Hann fór frá at spæla á C-liðnum hjá bæði
HB og Hessel Gods Fordoldsskole til at spæla við Blackburn og Manchester City. Hann fekk eitt
mentararsjokk, tá hann fór á venjingarlegu við Blackburn og fór eina ferð í býin áðrenn dyst, tað
angrar hann ikki í dag. Hann er føroyskur landsliðsmálmaður og eitur Gunnar Nielsen
Tróndur Arge
Gunnar
Nielsen
gjørdist
nærmast heimskendur, tá
hann í apríl mánaði í 2010
kom á vøllin fyri Manchester
City, tá Shay Given brádliga
gjørdist skaddur í dysti móti
Arsenal.
Tann dagin stóð ein stórur
føroyskur málmaður í mál
fyri eitt tað ríkasta felagið í
heiminum. Við stórum skeggi
og tryggleika tók hann sær
av tí, sum var at gera, og einki
mál kom ta løtuna Gunnar
stóð í málinum. Tað er ikki
av tilvild, at Gunnar Nielsen
er málmaður.
Stóribeiggi
er fyrimyndin
Gunnar heldur í hesum døg
um til hjá foreldrunum í
Álvastíggi tætt við Gundadal.
Hann leitar framvegis eftir
nýggjum felagi, men hevur
ongan skund tí tað er avger
andi, at komandi felagið er
tað rætta felagið.
Synirnir eru farnir í song
og tað er myrkt uttanfyri.
Kristina, unnustan, stákast í
stovuni, meðan Gunnar róliga
fortelur um uppvøskurin í
Havn.
Sum hjá so nógvu øðrum
dreingjum, so blivu barna
skógvarnir slitnir í Gunda
dali, men fyrsta minni sum
fótbóltsspælari er av grús
vøllinum á Argjum. Næsta
minni er av teimum minni
góðu.
– Vit vandu í høllini á
Hálsi, tá vit verða deildir upp
í A, B og C lið. Teir flestu av
mínum vinmonnum komu á
A ella B liðið, men eg endaði
á C liðnum. Tað var eg ikki
glaður fyri, greiður Gunnar
frá við einum smíli.
Gunnar royndi seg eisini
sum badminton spælara og
var eisini ein túr til talv. Í
Badminton gongur minni
væl og Gunnar endar í B bólk
inum, men minnist við gleði,
at hann vinnur B bólkin.
Heilt illa gongur, tá vinmað
urin Thomas Hans Rubeksen
lokkar Gunnar við til talv.
– Eg tapti móti einari
gentu, sum var nógv yngri
enn eg. Tað tók eina løtu at
koma yvir, sigur Gunnar og
grínur. Landsliðsmálmaðurin
fór ongantíð aftur til talv.
Eldru
beiggjarnir
hjá
Gunnari hava báðir gjørt
ymiskan ítrótt. Tann elsti,
Jóhann, var fleiri ár á flog
bóltslandsliðnum,
men
Gunnar royndi ongantíð at
spæla flogbólt. Heldur fylgdi
hann hinum beiggjanum,
Henning. Hann stóð sum
ungur í mál hjá HB og spældi
eisini hondbólt.
– Tað var ikki givið at eg
skuldi verða málmaður, men
eg rokni bara við, at eg hava
gjørt sum Henning, sigur
Gunnar og leggur afturat,
at honum somuleiðis dámdi
væl at spæla hondbólt.
Gunnar er uppvaksin í
góðum árgangi, sum vann
flestu FM heitini í yngru
deildinum. Pápi Gunnar, Finn
Nielsen, er altíð til reiðar at
tryggja, at sonurin kemur til
venjing og dyst.
– Babba var altíð til reiðar
at koyra, tá vit skuldu spæla
dyst ella venja. Eg haldi at
foreldrini hjá øllum á liðnum
funnu væl útav tí, og tað
merkist, greiður Gunnar frá.
Til Danmarkar
av tilvild
Gunnar gongur fyrstu sjey
árini í Nonnuskúlanum, áðr
enn hann saman við restina
av
flokkinum
flytur
til
Eysturskúlan. Eftir at hava
lokið níggjunda flokk leggur
Jónas Tór Næs, sum vit eisini
kenna frá landsliðnum, fram
uppskot um at fara á fót
bóltsskúla í Danmark.
– Vit skuldu fylla nøkur
pappír út, men eg fylti bara
tað fyrsta pappírið út og
sendi tað. Eg hugsaði ikki so
nógv um tað, men brádliga
fekk eg at vita, at eg var
komin inn á skúlan alíkavæl,
sigur Gunnar.
Sum 15 ára gamal fer hann
saman við Emili N. Leifson,
Boga Hermansen og Jónasi
Tór Næs til Hessel Gods
Fodboldskole í Danmark.
Teir koma ikki fyrr enn tvær
vikur eftir at skúlin er byrj
aður, tí teir hava verið við
U16 landsliðnum.
– Vit blivu bara blakaðir
inn saman við hálvthundrað
danskarum, og skuldu gera
mat, vaska klæðir og tað
heila. Tá var nær við at eg
græt okkurt av teimum
fyrstu
kvøldinum,
sigur
Gunnar og leggur afturat, at
tað hevði stóran týdning at
teir vóru fýra føroyingar.
Á vøllinum gongur ikki
væl hjá Gunnari. Spælararnir
verða deildir upp í tríggjar
bólkar, og Gunnar kemur í
B bólkin. Fleiri megnaðu at
kempa seg upp í A bólkin,
men fyri Gunnar gekk tað
minni væl. Hann er tann ein
asti av 55 dreingjum, sum
verður koyrdur ein bólk nið
ur – í C bólkin.
– Har vóru spælarar sum
næstan ikki dugdu at spæla
fótbólt, men stuttligt at
tað so skuldi blíva eg, sum
fekk meg royndan í Premier
League, sigur Gunnar og
flennir.
Ein býtúrur, sum
Gunnar ikki angrar
Eftir lokna skúlagongd gong
ur leiðin til Keypmannahavn,
har Frem í 2003 bjóðar
Gunnari og Jónasi sáttmála.
Eisini Jón Rói Jacobsen er í
felagnum eitt tíðarskeið.
Gunnar er í felagnum í
fýra ár, men tað blívur bara
til nakrar fáar dystir fyri
besta liðið. Tað er serliga
Jørgen Nielsen, sum hevur
ein fortíð í Liverpool, ið
stendur í vegin.
– Hann verður valdur til
ársins spælara tvær ferðir,
og eg var bara ein ungur mál
maður, greiður Gunnar frá.
Sum 19 ára gamal fær hann
sín fyrsta dyst fyri felagið,
tá Jørgen Nielsen er skadd
ur. Frem vinnur dystin móti
Brabrand 3-1. Í steypakapp
ingini møtir Frem superliga
liðnum Viborg og vinnur
eftir brotssparkskapping.
– Tað var eitt stórt uppliv
ilsi, sum bara 19 ára gamal at
spæla móti einum superliga
liði, sigur Gunnar, ið minnist
seg bjarga einum av brots
spørkunum hjá Viborg.
Á vári 2007 fer Gunnar til
royndarvenjingar í Black
burn. Longu aftaná tveir dag
ar í felagnum boðar Premier
League felagið frá, at teir vilja
gera sáttmála við Gunnar.
– Eg og umboðsmaðurin
hjá
mær,
Jákup
í
Stórustovu,
gingu
í
einum keypssentri, tá
teir ringdu og góvu
okkum boðini. Vit
vistu næstan ikki
hvat vit skuldu
gera við okkum
sjálvar, minnist
Gunnar afturá.
Í
Keyp
mannahavn er
hugurin lítil til
fótbólt nú fram
tíðin liggur í
Blackburn, og
Gunnar situr á
bonkinum. Eitt
l e yg a r kvø l d
velur Gunnar
at fara í býin,
hóast
dystur
er dagin eftir.
Tað endar við,
at
Gunnar
finnur
sína
einastu einu
í
Kristinu
Steinkross.
Gunnar
Nielsen
Føddur: 7. oktobur 1986
Foreldur: Finn Nielsen
og Stefania Jóhannsdóttir
Forlovaður:
Kristinu Steinkross
Børn: Mathis, 3 ár,
og Jósef (sjey mánaðir)
Starv: Sáttmálaleysur
fótboltsspælari
Yrkisleið:
2003-07: Frem BK
2007-08: Blackburn
2008:
Motherwell FC (Útl.)
2009-12: Manchester City
2010:
Tranmere R. (Útl.)