týsdagur 22. januar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eykablað l januar 2013
Ókeypis lýsingarblað
2
Miðbýurin & eg
Bjørn Ámundsen 18 ár
Hvat gert tú í miðbýnum í dag?
– Eg eri sjálvur annar á ísvøllinum við 12
børnum úr Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har eg
arbeiði sum hjálparfólk. Vit vóru eisini her í
síðstu viku. Børnini eru »sjúk« eftir at sleppa á
ísvøllin, og eg haldi, at hetta er eitt rættiliga
gott tiltak hjá býráðnum.
Hvat dámar tær væl við miðbýnum?
– Eg haldi, at miðbýurin er hugnaligur og eitt
gott stað at fara við børnum. Miðbýurin er
eisini hugnaligur fyri ungfólk í mínum aldri.
Hvat kann gerast betri?
– Sum 18 ára gamal, haldi eg, at her kundu
verið fleiri opnar kafé’ir, eins og kaféin,
sum Hvonn plagar at hava í Vágsbotni. Eg
kundi væl hugsað mær at sitið meiri úti um
kvøldarnar á kafé, tá veðrið er gott, helst við
hitara á vetrardegi.
Yndisstað?
– Mær dámar væl at fara á Hvonn, og annars
eri eg av og á aðrastaðni í býnum, tá høvið
býðst.
Halgerð Midjord 22 ár
Hvat ger tú í dag?
– Eg arbeiði í Skóhorninum í Bøgøtu, men
fái frí um eina løtu. Eg fari til balett hjá
fimleikarfelagnum Ljósinum, har eg eri venjari.
Hvat dámar tær væl við miðbýnum?
– Jú, eg haldi, at miðbýurin er nokso
hugnaligur, men eg kundi hugsað mær, at her
vóru fleiri opnar kafé’ir, har tú kundi sett teg
uttandura, tá løturnar eru.
Hvat kann gerast betri?
– Síðan eg fyrstu ferð sá myndirnar við
Havnará opnari, havi eg verið rættiliga
hugtikin av hesi mynd. Eg haldi tí avgjørt, at
ein opin Havnará hevði gjørt miðbýin nógv
meiri hugnaligan, enn hann er í dag. Hetta
hevði verið prikkurin yvir i’ið. Eg kundi eisini
hugnað mær fleiri grøn økir og litir.
Yndisstað?
– Eg gangi mest í Sirkus í Vágsbotni, har eg
eisini arbeiði. Her eru fitt fólk, og hetta er eitt
deiligt stað.
Elna Dam 28 ár
Hvat gert tú í býnum í dag?
– Eg eri partur av einum mammubólki, og nú
eru vit á Hvonn. Vit eru níggju í bólkinum, men
í dag eru vit fimm, sum eru úti saman.
Hvat dámar tær væl við miðbýnum?
– Mær dámar væl miðbýin, men eg haldi, at
ymiskt kundi verið øðrvísi og betri.
Hvat kann gerast betri?
– Eg haldi, at gongugøtan í miðbýnum skuldi
verið stongd fyri bilaferðslu, heilt avgjørt. Tað
hevði gjørt miðbýin enn meiri hugnaligan.
Yndisstað?
– Mær dámar væl at vitja oman í Kaffihúsið
í Vágsbotni, og mær dámar eisini væl at
koma inn á Hvonn. Eg keypi vanliga í FK
í Sverrisgøtu, og tað passar mær væl, at
handilin, sum hevur allar vanligar gerandis
vørur, nú hevur opið til klokkan 22.