týsdagur 22. januar 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eykablað l januar 2013
Ókeypis lýsingarblað
4
Lærlingurin hesaferð
Fríðgerð Petersen
Áðrenn Fríðgerð Petersen fór í læru, hjálpti hon til í fjósinum hjá Poul Müller. Henni dámdi
serstakliga væl at arbeiða við hestum og hon ríðir næstan hvønn dag úti í Havnardali
Fríðgerð Petersen eigur sjálv ross,
eina ryssu, ið er 19 ára gomul. Hon
hevur havt áhuga fyri hestum síðani
hon var smágenta.
– Eg fekk mín fyrsta hest, tá eg var
11 ára gomul, og hesturin, eg havi nú,
er tann triðji í røðini.
Fríðgerð sigur, at meginparturin av
frítíðini fer við hesum. Men dagliga er
Fríðgerð Petersen í læru sum kramba
kvinna.
– Eg havi verið í læru í næstan fýra
ár hjá Sirri og Noa Noa, sigur hon. Eg
havi altíð havt stóran áhuga fyri móta,
og tá eg so fekk læruplássið bjóðað
frá Óluvu á Lofti, so tók eg av hesum
tilboð.
– Eg haldi, at hettar er eitt rættu
liga spennandi lærupláss, og eru
nógvar avbjóðingar hvønn dag, eitt
nú um summarið, tá ið ferðafólk vitja
okkara land.
Hon heldur eisini, at tað er rættu
liga áhugavert at skipa fyri mótafram
sýningum.
– Hetta er spennandi at arbeiða
við, og serstakliga læruríkt at leggja til
rættis eina slíka mótaframsýning. Her
er tað áhugaverda at velja klæðini til
modellini og at fáa tað heila at ganga
upp í eina hægri eind, sigur hon.
Fríðgerð sigur víðari, at hnenni
dámar eisini sera væl at prýða glugg
arnar, bæði hjá Sirri og Noa Noa.
– Gluggarnir eru jú andlitið hjá
handlunum, og tað ræður um at teir
eru so snotuligir og møguligt er.
– Eg var til Copenhagen Fashion
Week fyri tveimum árum síðani, og helt
at hetta var sera spennandi. Vit fóru
millum annað at vitja sniðgevararnar,
og tær nýggjastu »kollektiónirnar«.
Eisini vóru vit í Øksnehallen, har hugdu
vit eftir kollektiónum hjá Jóhannu av
Steinum, ið hevði framsýning har tá.
Hetta var ein stór inspiratión fyri meg,
og gjørdi hetta eisini sítt til, at mín
áhugi ikki minkaði fyri hesum, sigur
Fríðgerð.
Útbúgvingin hjá Fríðgerð Petersen
tekur vanliga trý ár. Men av tí at hon
onga miðnámsútbúgving hevði, tekur
tað í hennara føri fýra ár.
– Tað ber til at taka skúlagongdina
í Danmark, men eg valdi at taka skúla
gongdina í Føroyum, av tí at eg ikki
kann verða burtur frá mínum hesti í
langa tíð í senn.
Men hvat heldur Fríðgerð um
handilslívð í miðbýnum?
– Eg haldi, at handilslívið í mið
býnum er blivið nógv betur, men ein
stórur vansi fyri okkum handlar er,
at ikki er nóg mikið av parkerings
møguleikum uttan fyri hjá okkum, og
eg veit eisini um aðrar handlar, ið hava
hendan trupulleika. Eitt nú fyri Noa
Noa, ið liggur mitt á gongugøtuni, er
hetta ein stórur trupulleiki, tí tú hevur
bert loyvi at parkera í 15 min, men eg
eri glað fyri, at nógv var gjørt burturúr
miðbýnum á jólum, tí tað var virkiliga
ein hugnalig tíð, og so komu eisini
nógvir føroyingar at vitja miðbýin um
jólini.
Eftir
lokna
útbúgving
ætlar
Fríðgerð Petersen sær víðari í skúla.
– Men eg eri eitt sindur í iva um,
hvørja leið eg skal fara, sigur hon.
21 ára gamla Fríðgerð Petersen, hevur umframt fólkaskúlan, eisini FHS í samband við læruna
Mynd: Álvur Haraldsen