Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

eykablað l januar 2013 Ókeypis lýsingarblað 6 Tórsgøta er handilsgøtan í Havn - Tað er ógvuliga hugnaligt at handla í miðbýnum um jóltíðir, og býráðið gongur á odda at pynta og fjølga um miðbýin, sigur Birgir Carlsson, ið saman við mammu síni og mostir síni eigur klædnahandilin Hjá Kissa Í knappa hálva øld eru buksur, jakkar, slips, hosir og onnur klædnapløgg sift um diskin í klædnahandlinum, Hjá Kissa í Tórsgøtu. Tað var Jens Christian Carlsson, sum ein so navnframan dag sum 14. sep­ tem­ber í 1964 setti handilin á stovn, og tað er næstan at rokna út, at Jens Chris­ tian í dagligari talu varð nevnd­ur Kissa. Kissa hevði tá í mong ár starvast innan manufakturhandil, og var sjálv­ ur vorðin 48 ára gamal, tá hann setti sín egna handil á stovn. Í dag er tað abbasonurin, Birgir Carls­s­on, ið er dagligur leiðari í handli­ num. - Eg byrjaði her í 2000, eftir at hava arbeitt í 20 ár í Føroya Banka, sig­ur Birgir Carlsson. Tað er hann, sum saman við mammu­ni og mostrini eiga handilin. - Eg haldi, at Tórsgøta í stóran mun í dag kann kallast miðbýurin, og und-ir øllum umstøðum er Tórsgøta í dag vorðin handilsgøta í miðbýnum, sig­ur Birgir Carlsson. Heilt uppi frá City, um Hjá Kissa og Mariu Poulsen, matstøðini Restaurant 11 og Hvonn oman til Andrias í Vágs­ botni og Kallkyn eru handlar. - At Valhøll hevur latið upp skapar eisini lív í býnum, sjálvt um vit ikki akkur­át merkja so nógv til tað um dag­in, sigur Birgir Carlsson. Hann heldur annars, at handlarnir sam­starva nógv betur nú enn fyrr. - Nú eru vit fleiri handlar, sum hava útsølu um somu tíð, og vit arbeiða munandi betri saman nú, sigur Birgir Carlss­on. Hugni í miðbýnum Hann heldur, at miðbýurin seinastu árini er vorðin ógvuliga hugnaligur at handla í. - Um jóltíðir er ógvuliga væl pynt­ að, og har má eg siga, at býráðið gong­ur á odda. Her er ógvuliga hugna­ ligt í miðbýnum, sigur Birgir Carlsson. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning, at Vikublaðið gevur út eitt miðbýar­blað. - So nýtist fólki ikki at leita í øllum bløðu­num fyri at finna fram til, nær mið­býu­rin hevur útsølu, og tað dregur altíð fólk til, tá eitt miðbýarblað kem­ur út, sigur Birgir Carlsson. Hann heldur annars, at tað kem­ur fitt av fólki í Tórsgøtu, men gongu­gøt­ an er heldur tóm. - Tað er ikki slíkt handilslív í gongu­gøtuni nú, sum tað var fyrr. Tað eru heldur ikki so nógvir handlar har long­ur, sigur Birgir Carlsson. Hjá Kissa hevur næstan 50 ár á baki, og handilin hjá Mariu Poulsen er eisini ein annar gamal handil í gøtuni. Somu­ leiðis er við Sjómansheiminum, sum tó í dag kallast Hotel Tórshavn og Hvonn. Tjóðpallurin liggur eisini í gøtuni, og gamla Reinsaríið er ein onnur mentan­ar­háborg, eins og nýggja Perlan ber seg væl í Tórsgøtu. Vána parkeringsviðurskifti Eitt hjartasuff kemur tó frá handil­s­ manni­num í Tórsgøtu. - Parkeringsviðurskiftini eru sera ván­a­lig. Vit vita, at føroyingar helst skulu koyra heilt til dyrnar, og her í mi­ð­býnum eru parkeringsplássini rætti­liga fá. Tí harmar tað, at fólk, sum arbeiða í miðbýnum, upptaka tey fáu parkeringspláss, ið eru, sigur Birgir Carls­son. Hinvegin heldur hann, at tað hevur riggað ógvuliga væl at havt ísvøllin í gamla kom­mu­nu­skúl­a­ garðinum. - Tey fáu parkeringsplássini, sum ís­vøll­urin tekur, bilar ikki, tí tey verða ríki­liga vunnin aftur á Skálatrøð. Og ísvøll­urin savnar nógv fólk, og tað er gott fyri miðbýin, hóast tað sjálvandi var óheppi, at vøllurin stóð stongdur eina tíð, sigur Birgir Carlsson. Eini trý parkeringspláss eru komin í sjálvari Tórsgøtu, og tað hjálpir í tann mun, at tey ikki eru upptikin av fólki, ið arbeiðir í miðbýnum. - Tað riggar illa at hava ein bilfrían mið­bý, tí føroyingar sum nevnt helst vilja koyra heilt til hurðina, sigur Birgir Carls­son. Fiskar í frítíðini Sum yngri íðkaði Birgir Carlsson bæði fótbólt og serliga borðtennis, og hann var í mong ár millum allar­ bestu borðtennisleikararnar í landi­ num. Hann hevur eisini luttikið á fleiri oyggja­leikum á borðtennis lands­lið­ num. Men nú eru bæði borðtennis og fót­bóltur løgd á hillina. - Nú er tað bara síla- og laksa­ fiskarí, sum fer við allari frítíðini. Summar­frítíðin fer kann eg siga øll sum hon er í Saksun, har eg og beiggjarnir hjá mær hava eitt summar­ hús, sigur Birgir Carlsson. Har niðri fer so tíðin við at fiska síl og laks. - Laksafiskaríið er nógv meiri spenn­andi, og meginparturin av mínari frítíð fer við at fiska laks og síl, sig­ur Birgir Carlsson. Í løtuni fyrireikar hann útsøluna í handli­num, sum byrjar hósdagin. - Sum nevnt hava vit fleiri haldl­ar útsølu í senn, og fyri okkara við­kom­ andi ræður tað so um at sleppa av við pløgg, sum vit kanska hava keypt skeivt inn, so vit fáa pláss fyri nýggj­ um vørum, sigur Birgi Carlsson. Útsølan varar í eina góða viku ella báð­ar tvær. - Og so plaga vit at enda við einum út­sølu endabresti, og tað kann so ganga inn í triðju vikuna, sigur Birgir Carls­son, sum fegnast um tiltakið hjá Vikublaðnum at geva út eitt mið­býar­ blað. Kissa – Jens Christian Christiansen Var føddur í Havn í 1916. Hann var sonur Hanneman hjá Mikkjal í Dali. Kissa fór beint eftir skúlan í læru hjá Arge urmakara í Klokkarastovu í Bringsnagøtu. Men tá pápi hansara fórt við fransaskonnartini Martu við Fair Isle í Hetlandi í 1929, mátti Kissa gevast við læruni. Hann fekk starv í handlinum hjá Hans Joensen, so hann kundi hjálpa til at breyðføða familjuna. Kissa var hjá Hans Joensen í eini 35 ár – til hann í 1964 byrjaði fyri seg sjálvan við egnum mannfólkaklædnahandli. Kissa var næstelstur av seks systkjum. Hini vóru Eli f. 1915, Ingrid f. 1918, Borghild f. 1921, Herman f. 1922 og Mikkjal f. 1925. Kissa doyði í 1996 – 80 ára gamal.