týsdagur 22. januar 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eykablað l januar 2013
Ókeypis lýsingarblað
8
Grím Kambans gøta í 1906
Vit eru á horninum við handilin hjá Poul Restorff í 1906, har Gríms Kambans
gøta, Sigmundargøta og Landavegurin koma saman
Myndin er úr bókin Traðkaðu fólkinum
slóð hjá Finni Johansen, og hann skriv
ar soleiðis:
»Gentan við kurvuni fer av Landa
vegnum tvørtur um Sigmundargøtu og
oman í Gríms Kambansgøtu. Longst
vinstrumegin hómast kirkjugarðurin á
Svínaryggi, og fram við honum er fram
haldið av Dr. Jakobsensgøtu, frá Dalaveg
num yvir í Landsvegin. Millum hesar vegir
er tann girdi tríkantaði urtagarðurin.
Húsini vinstrumein frá eiga Sigmund
Arge, Magnus Jacobsen á Kamarinum,
Meinhard Jacobsen, Julius hristiansen í
Dali, fjós og hjallur hjáFrants Restorff
og húsini, Frants Restorff, eldri, bygdi á
Skálatrøð, og sum eitt langt skifti vóru
skúlastjórahús.
Handilin hjá Poul Restorff er seinni
bygdur heilt út í vegin, har grótgarðurin
stendur.
Høgrumegin stendur Skálabonkur.«
Skálabonkur sigur kanska eldri fólki
nakað, og hann er eitt nú umrøddur í yrk
ingini hjá Hans Andreas Djurhuus »Lítið
yvir Føroyaland«. Sambært frásøgnini hjá
Finni Johansen omanfyri stendur bonkur
in har, sum dyrnar eru inn í »Á Handilin«,
sum fyrr var handilin hjá Poul Restorff.
Myndin er sum sagt tikin í 1906,
meðan yrkingin hjá Hans Andreasi er
frá 1921. Men kaga vit í Føringatíðindi,
so finna vit eisini ein greinastubba har
um Skálabonk í blaðnum, sum kom út 1.
mars í 1892. Har skrivar ein, ið kallar seg
Kurlufaks soleiðis:
»Skálabonkur er farin. Ikki stóri
skálabonkur norð i Sjeyndum, men lítli
skálabonkur í Havn. Han var so gamalur,
at hann toldi ikki nýgjárskætið. Síðan
hevur hann ligið sum eitt talandi vitni
um, at Havnafólk antin eru ærligari enn
annað fólk ella at tey ikki hava torvneyð,
so at tey harfyri ikki týma at dragsa sær
sprekini til húsar.
– Um tað onkuntíð fæst í lag, at
bonkurin kemur upp aftur at standa, so
sakar tað lítið, um minkilsi verður komið
i hann, líkasum tað kom í svørtu talvu
á sinni. Hevði hann bara komið í lag.
Um hann ikki verður longri, enn at eitt
ella tvey fáa sitið á honum, Hann var so
hentur, so hentur fyri frígjarafólk um
kvøldanar.«
»Skálabonkur« er eisini eitt staðar
navn norðast á Streymoy – men í mynda
talu var »Skálabonkur« eisini nýttur um
gamlar dreingir, gamlar gentur og fríggj
arafólk. Kanska onkur lesari veit meira at
siga okkum um hetta.
Hendan myndin er tikin oman eftir Landavegnum, á horninum, har Sigmundargøta, Landavegur, Dr. Jakobsensgøta og Kríms Kambansgøta møtast, í 1906
Kelda: »Traðkaðu fólkinum slóð 2«, Havnin 1900-1940, Finnur Johansen
Hendan myndin er
tikin á sama vegamóti
– tó 107 ár seinni...
Mynd: Álvur Haraldsen