týsdagur 22. januar 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eykablað l januar 2013
Ókeypis lýsingarblað
12
Igloo við tógvi
úr lamaull
- Síðan eg keypti handilin, havi eg fingið tógv úr lamaull, sum er ógvuliga bleytt og heitt - og sum nakað nýtt
fái eg um dagarnar eisini íslendskt tógv av slagnum Ístex, sigur Jansy Simonsen, sum eigur og rekur Igloo
Tað var hin 10. desember í fjør, at
Jansy Simonsen keypti handilin Igloo,
sum húsast í egnum hølum í Sverris
gøtu 19 í Havn. Jansy hevur ikki rikið
handil áður, men sjálv hevur hon
bundið, síðan hon var smágenta.
- Eg havi stóran áhuga fyri binding,
og sum oftast bindi eg eftir egnum
uppskriftum. At keypa ein handil er
ein stór avbjóðing, men hetta er eisini
spennandi.
Jansy sigur, at høvuðsútboðið hjá
Igloo er tógv, men handilin hevur
eisini ymiskt til brodering.
- Í framtíðini fara eg helst at leggja
meg enn meiri eftir tógvi og tí, sum
her til hoyrir, sigur hon.
Ymisk tógvsløg
Handilseigarin í Sverrisgøtu sigur, at
hon hevur tógv til ymiska binding og
nýtslu, og talan er soleiðis um nógv
sløg av tógvi.
- Síðan eg keypti handilin, havi eg
eisini fingið tógv úr lamaull, sum er
ógvuliga bleytt tógv og heitt.
Jansy Simonsen sigur, at sum nak
að spildurnýtt fær hon um dagarnar
eisini íslendskt tógv av slagnum Ístex.
- Ístex, sum er úr ull av íslendskum
seyði, er kent í Føroyum.
Igloo selir eisini tógv, sum føroysku
veitararnir, Snældan og Sirri, standa
aftanfyri, sigur hon.
Bindikapping
Enn er nýggi eigarin av Igloo ikki kom
in har til, at hon hevur hugsað um eina
nýggja føroyska bindibók, men hon
er vorðin partur av einum øðrum og
nýggjum hugskoti.
- Á facebook er ein stórur bindi
klubbur, og saman við hesum bindi
klubba og Smyril Line er nú upp á tal
at gera ein túr við Norrønu í mai.
Jansy sigur, at skipað verður fyri
einari bindikapping, har tógv verður
keypt í Igloo, og síðan kunnu kvinn
urnar, sum eru við í kappingini, lata
bundnu pløggini til Igloo.
- Her verður so mett um pløggini,
og vinnarar verða funnir.
Avdúkaðir umborð
Handilseigarin sigur, at hugskotið er
at skipa fyri einum túri við Norrønu í
mai, har bundnu pløggini verða víst
fram, eins og handilin tekur við ein
part av sínum útboði.
- Umborð á Norrønu verða vinnar
arnir so avdúkaðir, men alt hetta fáa
viðskiftafólk og stóri facebook bindi
klubburin at vita nærri um, sum tíðin
gongur, sigur Jansy Simonsen.
- Eg havi ikki átt handil áður, men eg havi bundið, síðan eg var smágenta, sigur Jansy Simonsen, sum eigur og rekur Igloo í Sverrisgøtu
Mynd: Álvur Haraldsen