Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-22, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

eykablað l januar 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 Glað starvsfólk geva glaðar kundar Navn: Eyðrit Ejdes­gaard. Yrki:Blómudekoratør og eigari av blóm­ u­handl­i­num Akku­ leya, ið heldur til í Niels Finsensgøtu 18 í Havn – Mær dámar ógvuliga væl handils­ lív­ið. Tað sigur Eyðrit Ejdesgaard í blómu­hand­l­inum Akkuleyu í Havn. – Hetta er ein lívsstílur, ið eg havi valt mær, og sum eg brúki nógva orku upp­á, fyri at fáa alt at mala runt. Eyðrit Ejdesgaard heldur, at hand­ ils­lívið í Miðbýnum í havn ikki er so gal­ið. – Men her eru ov nógvar skrivstovur eft­ir mínum tykkið, har ið handlar í grund­ini skuldu verið. Tað standa fleiri tóm høli í býnum, men av tí at húsa­ leig­an er ov høg, orðar hetta nógvum, ið hava áhuga í at byrja sítt virksemið her í miðbýnum, heldur hon. Men hvat heldur hon um upp- og afturlatingartíðirnar í miðbýnum? – Ein trupulleiki hjá okkum handl­ um í miðbýnum er, at vit ikki kunnu semjast um upp- og aft­ur­lat­ing­a­r­ tíðirnar. Hetta er nakað, ið eg haldi kundi verið samskipað nógv betur, og eg veit ikki eingongd, hví hesin trup­ul­ leikin er uppstaðin, sigur hon. – Av tí at handlarnir í mið­bý­ num hava sín­ar egnu upp- og aft­ ur­latingartíðir, burdu vit í mið­býn­ um samskipað tað so­leiðis, at vit í felag høvdu tær som upp og aft­ur­ latingartíðirnar­, og eg vóni eisini,at ei­n­a­ferð fer hetta at ger­ast ein ver­ u­leiki. Tað sama kundi eg sagt um t.d lang­ar leygardagar, upp­lat­ing­ar­tíðir um jólini, útsøludagar, heil­igdagar ­o. s. fr, at hesir dagar kundu verið betri sa­m­skipaðir. Hvat kundi bøtt um at fáa fleiri vitj­anir í miðbýnum? – Vit kundu fingið meiri ja­liga umtalu fjøl­miðlunum. Ein fjøl­miðl­a­ mað­ur segði einaferð ­í einari morg­ un­send­ing í krin­g­varp­inum, at hann stóð niðri í miðbýnum, og har var skrall tómt, men so hinuvegin, hvussu nógv fólk ferðast vanliga í miðbýnum so árla á morgni? – Eg haldi bara, at hetta er eitt keði­l­igt signal at senda føroyingum, ser­stakliga nú vit hava rættuliga nógv­ar kappingarneytar, ið ikki liggja í mið­bý­num, og vit her niðri í miðbýnum hava eisini brúk fyri øktari ferðslu. – Og ikki fyri at gloyma eina jaliga um­talu, men eg eri serstakliga glað fyri, at vit í felag eru nakrir handlar, ið hava tikið stig til at gera okkara egna mið­bý­ar­blað, og sær tað soleiðis út, sum at føroyingar taka væl ímóti hes­ um. – Í samband við park­eri­ngs­við­ ur­skift­ini í miðbýnum er tann trup­ ul­leikin, at starvsfólk, ið arbeiða í mið­býnum, í grundini upptaka tey park­er­ings­pláss,ið kundar okkara kundu gagnýtt betur, heldur hon. Nú tá summarið kemur, og ferðafólk koma til landið, merkja tit í miðbýnum nakað til økta sølu til ferðafólk? – Jú, vit hava eina økta sølu til ferða­fólkið. Tey keypa ofta frá teimum, í tey gista hjá, eina blómuheilsan. Tað er ikki so, at tey keypa friskar blómur til at taka við sær avstað úr landinum, sigur Eyðrit við einum brosi. Nú í hesum aletstíðum ber tað eis­ ini til at keypa úr Akkuleyu á neti­n­ um. – Vit hava eina heimasíðu, www. akk­u­leya.fo, og har ber til at bíleggja alt frá blómum til sjokulátu, og eru tað nógvir føroyingar og útlendingar, ið brúka hesa tænastu okkara, sigur Ey­ð­rit Ejdesgaard. Hon vísir á, at tey eisini eru limir í stóru ketuni Interflora, og har ber eis­ini til at bíleggja til dømis kransar, blómu­tyssi o. s. fr., og tá ið tú hevur bí­lagt har, verður vøran send beinleiðis heim til viðkomandi stað. – Interflora er virkandi í øllum heim­i­num, og eru vit sera glað fyri at verð­a ein partur av hesari frálíku ketu, sigur hon. Er stórur munur á, hvat kvinnur og menn keypa frá tær, og um so er, hvat keypa tey? – Tað er ikki tann stóri munurin á keyp­unum, men kanska selja vit meiri blómutyssi við rósum til mann­ fólkið, har kvinnurnar eru eftir tí meira mótapregaða, t. v. s. at tær ganga hægri uppí, hvussu litir og sam­an­ setningin er á teimum ymsu blóm­u­ prýðingunum. – Hvat kann annars gleða teg í tín­ um arbeiðsdegi? Mær dámar væl, at eg havi fitt og frynt­lig og jalig starvsfólk, ið eru við til at gera dagin áhugaverdan – og úr­ s­litið av hesum er, at vit fáa glað og vælnøgd viðskiftafólk, sigur Eyð­rit Ejdesgaard blómuhandlinum Akk­u­ leya. Eyðrit Ejdesgaard, stjóri í blómuhandlinum Akkuleya Mynd: Álvur Haraldsen