Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt - Líka síðani eg kom upp í politikk fyrstu ferð fyri 10 árum síðani hava vit tos­að um at samansjóva og gera felags bíðilistar. Tí er ófatu­ ligt, at slík dømi um dupult­ funk­tiónir framvegis finnast inn­an føroyska heilsuverkið. Tað sigur Bárður Nielsen, for­ mað­ur í fíggjarnevndini hjá løg­tinginum. Spurdur, hví so einki er hent, hóast politikarar hava tosað um hetta í áravís, stend­ur Bárður Nielsen tó spyrj­andi. Men nú má okkurt ger­ast, staðfestir hann. - Játtarkarmarnir fyri før­oyska heilsuverkið eru sera trongir næstu árini, og tí mugu og skulu vit handla. Tað skal vera eitt politiskt krav til sjúkrahúsleiðslurnar at rudda burtur dupult­fun­k­ tión­ir, sigur Bárður Nielsen. Fíggjar­nevndar­for­maðu­ r­in heldur tað ikki vera ein spurn­ing um, hvørt tað er rætt at hava sjúkrahús á trim­um støðum í landinum. Tann spurningurin er fyri so­vítt ikki so áhugaverdur, held­ur hann. - Men tað skal vera eitt krav, at vit bara hava eitt sjúkra­húsverk í landinum. Tað skal bara vera ein skip­ ari á Polo, og so mugu uppgávurnar býtast út harfrá, sigur Bárður Nielsen. Aktuella dømið, har ser­ lækni í urologi situr nær­um hendur í favn á Suður­o­ yar Sjúkrahúsi, meðan hini sjúkr­a­húsini keypa sær av­ loysarar, heldur Bárður Niel­ sen lítið um. - Tað er púra burturvið, hoyr­ir ongastaðni heima. Ant­in mugu sjúklingarnir flyt­ast har suður, ella má lækn­in flytast norður um fjørðin, sigur Bárður Niel­sen, sum sigur seg kenna fleiri onn­ur dømi um, at sjúkra­ hús­ini ikki tosa saman. Men politikarin Bárður Niel­sen kennir dømi, hví handl­ar hann so ikki? - Ja, vit politikarar mugu bara ásanna, at vit í alt ov langa tíð bara hava tosað um pro­b­lem­ið. Nú noyðast vit at hand­la, tí fíggjarkarmarnir næs­tu árini fara at krevja stór­ar sparingar, sigur Bárð­ ur Nielsen. Hann sigur seg hava álit á, at ætlanin hjá Karsteni Han­sen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at endur­ skoða bygnaðin í heilsu­ verki­num fer at bera á mál, so­leið­is at ruddað verður út í dupult­funktiónunum. - Tað skal bera á mál. Peng­ar eru snøgt sagt ikki til ann­að, sigur Bárður Nielsen. Samskipanin riggar ikki nóg væl - Nei, hatta tykist ikki sum um samskipanin riggar nóg væl. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, til søguna í Sosialinum, har blaðið vísti á eina kostnaðarmikla dupultfunktión innan føroyska heilsuverkið. Ítøkiliga at føroyskur serlækni í urologi situr hendur í favn, samstundis sum heilsuverkið keypir somu tænastur frá útlendskum avloysarum Jón Brian Hvidtfeldt Í blaðnum mánadagnum eftir­lýsti einasta serlækni í urologi, Jóan Petur Davidsen, at sleppa til arbeiðis. - Eg kundi saktans átikið mær nógv fleiri sjúklingar, enn eg havi gjørt, segði yvir­ lækn­in við Sosialin. Men í staðin fyri at senda sjúklingarnar til før­oyska ser­lækn­a­n, velir heilsu­ verk­ið at keypa útlendskar av­loys­ar­ar heim til Føroya at arbeiða nakrar vikur um árið. Rokningarnar til Landssjúkrahúsið og Klaks­ vík­ar Sjúkrahús leypa upp í millión­ir av krónum. Aksel V. Johannesen var landsstýrismaður í heilsu­ mál­um frá juli 2009 til febru­ ar 2011. Í dag er hann sum kunnugt formaður í Javn­að­ ar­flokkinum. - Tá eg var lands­stýris­ maður í heilsumálum var eingin urologur inni í skipan­ ini. Tá bleiv arbeitt við at sam­skipa arbeiðið, soleiðis at eitt samlað tilboð í urologi var í heilsuverkinum, sigur Aksel V. Johannesen. Tá brúktu bæði Lands­ sjúkra­húsið og Klaksvíkar Sjúkra­hús, hvør í sínum lagi, avloys­arar innan urologi. Men arbeiðið at samskipa til­boðið innan urologi datt eftir øllum at døma á gólvið. Í øll­um føri kom ongantíð á mál við arbeiðnum. - Ja, tað má eg bara stað­ festa, sigur Aksel V. Jo­hanne­ sen í dag. Í staðin fyri eitt felags toy­mi, ið skuldi taka sær av øllum viðgerðum innan uro­ logi, er í dag ein urologur í starvi á Suðuroyar Sjúkra­ húsi, samstundis sum Lands­ sjúkra­húsið og Klaksvíkar Sjúkra­hús keypa sær ser­ frøði uttanifrá. Í Sosialinum mánadagin segði landsstýrismaðurin í heilsu­mál­um seg arbeiða við máli­num. - Spurningurin um, hvus­ su virksemið á teimum trim­ um sjúkrahúsunum skal skip­ast, verður tikin við, nú vit eru farin undir arbeiðið at endurskoða bygnaðin í heilsu­verki­num, segði Kar­ sten Hansen við Sosialin. Formaðurin í Javn­að­ar­ flokkinum sigur seg ikki ken­ -na hesar ætlanir út í æs­ir. Og tí dugir hann ikki at fyri­ halda seg til tær. - Í fyrstu atløgu fer Javn­ að­ar­flokkurin tí at reisa málið við fyri­spurn­ingi í løg­tingi­num til lands­stýris­ mannin í heilsu­mál­um, sigur Aksel V. Jo­han­ne­sen. Bara eitt sjúkrahúsverk -Vit eru eitt pinkalítið samfelag, og tí eru ikki pengar til slíkar dupultfunktiónir. Sjúkrahúsini skulu samstarva, og tað má vera greitt fyri øllum, at pláss er bara fyri einum skipara á Polo, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum