Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvslýsing Føroya Tele søkir fíggjarstjóra Fíggjarstjórin er ein lyklapersónur á Føroya Tele, sum hevur stóran týdning fyri, at felagið hevur ein effektivan rakstur og mennist í samsvari við strategi felagsins. Fíggjarstjórin er partur av leiðslubólkinum, sum telur 8 fólk, og er ein av næstu ráðgevunum hjá stjóranum. Fíggjarstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av roknskapi, greiningum, bókhaldi, goymslu og KT á Føroya Tele. Harumframt er fíggjarstjórin saman við stjóranum nevndarlimur í dóttur- feløgum. Talan er sostatt um eitt krevjandi starv, sum krevur ein sterkan fakligan førleika, eitt gott yvirlit og góð leiðsluevni. Ábyrgd og uppgávur Fíggjarstjórin á Føroya Tele skal virka fyri og tryggja, at felagið mennist í samsvari við strategi og mál felagsins. Seinastu árini er Føroya Tele vorðið munandi effektivari, og fíggjarstjórin hevur havt ein týðandi leiklut í hesum sambandi. Hendan tilgongd heldur áfram næstu árini. Føroya Tele er fjøltáttað fyritøka, og tí er umráðandi, at tú hevur ávísan kunnleika til fjarskiftisvinnuna og skjótt kanst seta teg inn í rák og avbjóðingar, sum gera seg galdandi. Fíggjarøkið er ein virkisfús eind, sum saman við restini av samtakinum arbeiðir við at økja virðini í fyritøkuni. Fíggjarstjórin hevur umleið 30 fólk undir sær og fær yvirskipaðu ábyrgdina av trimum deildum: Fíggjardeild, KT-deild og Goymslu. • Fíggjardeildin er býtt í tvey ábyrgdarøki: Greiningar og Roknskap. Greiningarøkið fevnir m.a. um at gera kundagreiningar, marknaðarstøður, kostnaðarfrágreiðingar og greiningar annars, og roknskaparøkið fevnir bæði um at gera roknskapir og skipa bókhald. Tí skal fíggjarstjórin hava hollan kunnleika til roknskap og hava neyvt innlit í arbeiðsgongdirnar hjá bæði greinarum og bókhaldsfólkum. • KT-deildin á Føroya Tele hevur ábyrgd av allari innanhýsis kunningartøkni. Uppgávan hjá fíggjarstjóranum er at vera leiðari hjá KT-leiðaranum viðvíkjandi yvirskipaðu leiðsluni og raðfestingum á KT-økinum. • Goymslan hevur m.a. uppgávuna at keypa inn vørur, tollavgreiða, hava vørur á goymslu, senda vørur til telebúðir kring landið og at hava fokus á umferðartíðini á goymsluni. Uppgávan hjá fíggjarstjóranum er at vera leiðari hjá goymsluleiðaranum og gera raðfestingar innan økið. Væntanir og krøv Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand. merc, cand. oecon innan fyri fíggjarstýring og roknskap ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir úr vinnulívinum ella fjarskiftisvinnuni. Harumframt er umráðandi, at tú hevur leiðsluroyndir ella eyðsýndar leiðslueginleikar. Vit vænta sostatt, at tú hevur góð evni at samskifta og leiða onnur, og at tú ert sterk/ur innan fyri budgett- og fíggjarstýring. Lønar- og setanartreytir verða eftir nærri avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar til starvið kanst tú venda tær til Kristian R. Davidsen, stjóra, antin við at ringja á 30 30 30 ella við at skriva teldupost til krd@ft.fo Hevur tú dirvið og áhugan at gerast fíggjarstjóri í Føroya Tele, kanst tú senda okkum eina umsókn við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mánadagin 4. februar, kl. 12.00 Umsóknin verður at senda til Starvsfólka- deildina, antin sum teldupostur til sfd@ft.fo ella: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postboks 27 FO-110 Tórshavn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Klingran I Postsmoga 27 I 110 Tórshavn I Telefon +298 30 30 30 I ft@ft.fo I www.ft.fo Føroya Tele søkir eftir einum virkisfýsnum fíggjarstjóra við góðum analytiskum evnum at standa á odda fyri Fíggjardeildini.